Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 59 - 25. mars 2010 Lítli eftirspurning­ urin í øðrum londum eftir eplum av slag­ num Raja helst bara verða at fáa í ár aftrat velting Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Seinastu árini hevur lut­ falsliga nýggja eplaslagið Raja verið nógv brúkt í Føroyum, fyrst og fremst tí svartaspilla ikki bítur á tí, og so smakkar tað eisini væl. Men nú noyðast tey, sum velta epli og sum hava sett Raja niður, skjótt at leita sær eftir onkrum øðrum epla slagi. Hetta er helst seinasta árið, at Raja fæst, sigur Peder T. Haahr, leiðari á Roynd arstøðini í Kolla­ firði. Hann hevur sent sær til donsku fyritøkuna, sum selur hetta eplaslagið og fing ið at vita, at tey selja bara Raja til Føroya og selja bara umleið 500 kilo í Dan­ mark. Eitt sløð fyri til Hollands, haðani hetta epla­ slagið stavar. – Hetta er keðilig tíðindi fyri Føroyar, tí Raja er eitt av okkara bestu eplum, og tí eru eini ráð at seta nakað av Raja niður í ár og taka nakað av til set, sigur Peder T. Haahr. Hann minnir annars á, at tá ið set verður løgd, eru eini góð at putra tey móti soppi. Tað er eitt pulvur, ið fæst í teimum handlum, sum elja seteplir. Raja-eplini hvørva Roysningurin, sum fyri nøkrum vikum síðan helt til í Norðoyggjum, heldur nú til í Sundalagnum djór Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í 16 dagar visti eingin, hvar roysningurin, sum fyri vik­ um síðan kom inn á Árna­ fjørð, var blivin av. Um hann var farin av landinum ella var her onkrastaðni. Men hósdagin kom hann upp á land við Ljósá, og tað eydnaðist fólki á Náttúru­ gripsavninum at seta nýggj­ an sendara á hann. Sendari varð settur á roysningin, tá ið hann uppi á landi í Árnafirði, men fáar dagar seinni tagnaði sendarin. Tað er eingin ivi um, at hetta er sami roysningur, tí gamli sendarin var á honum enn. Nýggi sendarin varð sett­ ur á roysningin hægri uppi, so hann ikki so lætt kann leggja seg á hann, tá ið hann rullar runt á sandinum. Grønlands Naturinstitut við heimstaði í Danmark fíggjar verkætlanina við send aranum, sum ætlanin er skal siga søguna um, hvussu roysningurin ferð ast. Heldur sendarin leingi, kann kanska eisini fáast at vita, hvaðni roysningurin er komin. Í morgun lá roysningurin framvegis á sandinum nið­ an fyri norðastu húsini við Ljósá. Hugnar sær við Ljósá Vinnan sleppur frá vatn- gjaldi Klaksvíkar býráð hevur slept ætlanini um at áleggja vinn­ uni at gjalda fyri vatn Klaksvíkar býráð ætlaði at fáa 300.000 krónur inn um árið við at áleggja vinnuni at gjalda fyri nýtsluna av vatni. Men á fundi týskvøldið samtykti býráðið at sleppa hesi ætlan. Tað er ikki tí, at vinnu­ virkini hava mótmælt, men býráðið hevur við at seta fyrimunir upp móti vansum valt at sleppa hes um inntøku møgu­ leika. Býráðið heldur, at nú partar av vinnulívinum eru í fíggjarligari trongd­ støðu, er hetta ikki rætta løtan at áleggja vinnuni slíkt gjald. Haraftrat gev­ ur tað umsitingini hjá kommununi eyka arbeiði við at skráseta og krevja inn gjaldið. Nú kommunan ikki fær hasa inntøkuna, verð ur neyðugt at spara aðra staðni. randi Roysningurin tykist hava tað gott, har hann liggur á sandinum og svevur Mynd: Borgarhjørt Skálagarð Raja fruktar væl og svartaspilla ger hesum eplinum einki Mugu avskriva nógv Íslendska fiskivinnan er so illa fyri fíggjarliga, at skal raksturin klára at fíggjua skuldina, er neyðugt at avskriva umleið 20 prosent av øllum verandi skuldbindingum hjá vinnuni. Tað svarar til umleið 100 milliardir íslendskar krónur. Friðrik J. Arn­ gríms son, sum er stjóri í íslendska reiðarafelagnum, sigur við fjølmiðlarnar, at fleiri fyritøkur í vinnuni klára ikki sínar skyldur. Summar fáa kanska avtalu við sínar ognarar um at skarva av skuldini, og í øðrum førum verða fyritøkurnar kanska seldar, sigur hann. Bankapakki skerjir trygd Danska stjórnin kom við enn einum bankapakka í gjár, sum kemur í gildi tann 1. oktober. Hetta er tann triði í røðini, og høvuðsinnihaldið í honum er, at fólk fáa trygd fyri pengum, sum tey hava í bankunum, men tó í mesta lagi 750.000 krónur. Tað er eitt afturstig, skriva danskir fjølmiðlar og vísa á, at undan hesum pakkanum var trygdin óavmarkað. Tað, sum kann gleða donsku skattgjaldararnar er, at sambært tí nýggja pakkanum sleppa teir fá at gjalda, um ein peningatsovnur fer av knóranum eftir tann 1. oktober. Tá skal fíggjarheimurin sjálvur gjalda.