Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 59 - 25. mars 2010 Hendur ikki ein alvorlig nýskipan nú, fer fólkaskúlin í knús um tvey, trý ár og so hava vit bitið høvdið av allari skomm, staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum Fólkaskúlin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Verður fólkaskúlin ikki umskipaður og nýskipaður, so at skúlar verða lagdir saman, er fólkaskúlin í knúsi um eini tvey, trý ár. Tað er Helena Dam á Neystabø, landsstýris- kvinna í mentamálum, púra sannførd um. Hon vil sleppa at nýskipa fólkaskúlan við at skipa hann í sjey skúlaøki, sum skulu fylgja nýggju kommununum, tá ið tær verða lagdar saman. Samstundis við hon hava lógina strikaða, sum sigur, at skal skúli leggjast niður, skal fólkaatkvøða verða í bygdini um tað. Ein langur vegur Uppskotið varð til viðgerðar í Løgtinginum í gjár. Eftir viðgerðina má lands- stýriskvinnan ásanna, at undirtøkan var ivingarsom. - Tað verður ein langur vegur, staðfestir hon. Og tað tykist um at hon hevur fyrireikað seg upp á at tað fer ikki at alt, hon hevur biðið um. - Høvdu vit bara fingið gongd á so at tað eydnast at skipa nøkur skúlaøki, ella skúlasambond, hevði tað verið eitt framstig, sjálvt um øll sjey skúlasambondini ikki verða skipað beinan- vegin, sigur hon. - Allur bati bøtur. Men tað er greitt, at vit kunnu ikki bíða líka leingi eftir eini nýskipan á fólka- skúlaøkinum, sum vit hava bíða eftir broytingunum í kommunubygnaðin, so nak- að skjótt má okkurt henda. - Men tá ið umfatandi broytingar skulu gerast, er tað mangan ein drúgv til- gongd, tí tað skal mýkjast. - Eg veit at tað verður tórført. Men hetta hevur avgerandi týdning fyri alt samfelagið og tí ivist eg ikki í, at vit og skil fer at vinna á. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur fleiri ferðir staðfest, at tað eru ongi tekin í sól og mána til, at nakað øki í samfelagnum, fer at fáa nær í námind so stórar hækkingar, at fult endurgjald fæst fyri lønar- hækkingar og prísvøksturin annars. - Hendir onki, verður skúlin sostatt meiri og meiri afturútsigldur, sum árini ganga. Bíta høvdið av allari skomm Í ár varð samgongan samd um játtanin til skúlan og onnur øki, skuldi ikki hækk- ast so nógv, at fult endur- gjald fæst fyri lønarhækk- ingum og príshækkingum annars og tí skuldi sparingar setast í verk. Sostatt varð játtanin til fólkaskúlan í ár løgd út frá tí, at nýskipanin kundi set- ast í verk, - Men tað hevur so ikki eydnast og avleið- ingin er, at einir 1000 tímar verða tiknir burtur úr fólka- skúlanum í ár og tað svíður rættiliga illa, serliga hjá teimum størru skúlunum. - Skuldi virksemi í ár verið á sama støði, sum í fjør, skuldi játtanin til skúlan verið níggju milli- ónir hægri enn hon er. Hon staðfestir, at enn heldur fólkaskúlin øll lógárásett krøv. Men verður skúlin ikki nýskipaður nú, mugu vit undir eitt umfatandi spari- umfar afturat næsta ár. - Og verður hetta gongdin, hava vit knúst skúlan sundur innanífrá um tvey, trý ár og tað vildi verið at bitið høvdið av allari skomm og tað kunnu vit ikki standa modell til, sigur landsstýriskvinnan í menta- málum. Ætlanin hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, um at ný- skipa fólkaskúlan, fekk iva- sama móttøku, tá ið Løgting- ið viðgjørdi málið í gjár. Serliga fóru tað teir báðir sterku fólkafloksmenninir, Anfinn Kallsberg og Jógvan á Lakjuni, sum funnust hvassliga at ætlanini. Teir søgdu báðir, at Fólkaflokkurin hevði boðað frá, at hann var ímóti, at uppskotið yvirhøvur verður lagt fyri Løgtingið. Helena Dam á Neystabø avsannar hetta. Hon ásann- ar, at eftir at atfinningar vórðu settar fram á sam- gongufundi, vóru umstríddu brotini broytt og eftir tað hevði landsstýrið tikið undir við uppskotinum. Men hetta ger ikki mun hjá Anfinni Kallsberg. - Hóast tað er pyntað eitt sindur farið eg avgjørt ikki at taka undir við tí, staðfestir hann. Teir báðir Fólkafloks- menninir, siga, at nógvir ósvaraðir spurningar eru. Í hesum sambandi vildu teir hava at vita, hvussu stór sparingin er, hvussu nógvir skúlar skuldu vera og Jógvan á Lakjuni vil ikki góðtaka, at lógin skal strikast um, at fólkaatkvøða skal vera, tá ið skúlar skulu niðurleggjast. Hann stúrdu fyri, at hetta fer at føra eina ”gallopper- andi” miðsavning við sær, sum hann málbar seg. Hann helt, at støðan er ikki verri enn so, enn at mangla pengar í fólkaskúl- anum mugu sparingar setast í verk. Eisini í Tjóðveldi eru tey ivasom um mannagongdina. Annita á Fríðriksmørk sigur, at kommunur skulu leggja saman fyrst, og so kunnu skúlaøkini skipast aftan á. Helena Dam á Neystabø staðfesti enn einaferð, at nýskipanin er neyðug. - Vit kunnu ikki loyva okk- um at lata lokalpolitisk ella onnur maktpolitiskt atlit forða fyri hesum neyðugu nýskipanunum, segði hon. Fólkaskúlin er í knúsi um trý ár Fólkaflokkurin vil sleppa at frysta Føroyar niður í fimm ár og arbeiðir vit hond og fót ímóti fleiri nýskipanum. Men vit kunnu ikki spara okkum burtur úr hallinum á fíggjarlógini, vit mugu nýskipa okkum burtur úr tí sigur Helena Dam á Neystabø Helena Dam á Neysta- bø er sannførd um, at vilja vit varðveita okk- um sum eitt vælferðar- samfelag, verður neyð- ugt við grundleggjandi nýskipanum, bæði á skúlaøkinum eins væl og á øðrum økjum. Tí ræðist hon tankar- nar hjá Fólkaflokkinum um lønar- og setanar- steðg í fimm ár. - Hetta er sum at frysta allar Føroyar niður í fimm ár, men eg vænti, at sjúklingurin er deyður, tá ið hann verður tiðnaður aftir. - Hetta fer at drena allan dynamikk, allan íverksetaraanda, allan skapanarhug og alt áræði úr samfelagnum. - Hetta merkir í veru- leikanum, at ongin, sum ætlar sær til Før- oyar, skal vænta sær arbeiði og hetta merkir, at ongin skal vænta sær lønarhækkingar í fimm ár, tí vit skulu lóggeva okkum burtur úr halli- num á fíggjarlógini. - Tað at beina fyri allari menning! Tí er hon sannførd um, at tað ber ikki til at spara seg burtur úr kreppuni. - Tað er alt ov stór menning í teimum londum, vit samanbera okkum við, til at vit spara okkum úr krepp- uni, uttan at verða afturútsigld. Tvørtur ímóti er einasta loyns at vit nýskipa okkum og arbeiða okkum burtur úr kreppuni. Frysta Føroyar niður í fimm ár Ganga beint ímóti Helenu Hvalaveiði órógvar Tey seinnu árini hevur íslendska ferðavinnan for- vunnið rættiliga fitt av pengum frá ferðafólki, sum vilja sleppa út við einum báti at síggja livandi hval. Men hesi somu ferðafólk eru alt annað enn fegin um, at íslendingar veiða hval, og tí vil ferðavinnan hava hvalabátarnar at halda seg burtur frá teimum leiðun- um, har ferðafólk eygleiða hval. Málið var fyri á aðalfundi hjá ferðavinnufelagnum nú um dagarnar, og har bleiv samtykt at biðja stjórnina fáa hvala- bátarnar at halda seg burtur frá ferðafólkabátunum. Laser-ljós eftir flogførum Trý flogfør kærdu seg um, at onkur setti grøn laser-ljós ímóti teimum, tá tey vóru á veg at seta seg á flogvøllin í Kastrup í gjárkvøldið. Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at tað kann vera sera vandamikið, um flogskiparin fær laser- ljósið í andlitið, so hann ikki fær hugt. Harafturat er tað ólógligt og kann revsast við fongsulsrevsing. Løgreglan hevur fingið at vita, at nú neitt kvøldið kærdi flogskiparin á einum sveisiskum flogfari seg um tað sama, tá flogfarið var uppi yvir svenskum øki á veg til Kastrup.