Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2010 So nógv fleiri fólk hava søkt inn á miðnámsskúlarnar í ár, at tað fer at kosta nakrar og tjúgu milliónir krónur meira í rakstri og lestrarstuðli. Samgongan er samd um, at pengarnir skulu finnast ÚtbÚgving Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Nakrir hundrað fleiri um­­ søkjarar eru til m­iðnám­s­ skúlarnar í ár enn í fjør, og hetta gevur bæði skúlum­ og Helenu Dam­ á Neystabø, landsstýriskvinnu høvuð­ bríggj. Kunnu skúlarnir hýsa øllum­ hesum­ næm­ingum­, og hvar skal peningurin finnast. Serliga er tað HF í Hoy­ dølum­ og HTX­útbúgvingin í Klaksvík, sum­ nógvar um­sóknir eru til. So nógv hava søkt inn á HTX í Klaksvík, at har verða fyri fyrstu ferð tveir flokkar. Eisini eru væl fleiri um­sókn­ ir til studentaskúlarnar. Av tí at talið av lærlingum­ er lækkað nógv, eru í staðin nógvar um­sóknir til SIT, sum­ er støðisár innan tøkni, á teknisku skúlunum­. Ein orsøk er, at teir seinastu árgangirnir hava verið sm­áir, og at ein stórur árgangur nú søkir inn. Men ein onnur orsøk er, at ungdóm­sarbeiðsloysið er stórt, og í staðin fyri at ganga fyri einki velja fleiri ung at fara í skúla. Og tað heldur Helena Dam­ á Neystabø vera gott. Gott ­ Hetta er ein góður m­áti at basa ungdóm­sarbeiðsloysi­ num­, og vit varðveita ein størri part enn annars í landinum­. Tað er ein betri íløga fyri sam­felagið, at fleiri ung fara í skúla heldur enn at tey bara hava eina sosiala veiting at halla seg til. Hetta er eisini gott fyri okkara sjálvsvirðing sum­ tjóð, at vit taka ábyrgdina á okkum­, sigur Helena Dam­ á Neystabø. Rættiliga nógvar fleiri um­sóknir eru til HF, og tað tulkar Helena Dam­ á Neystabø sum­, at tilkom­in fólk, sum­ antin eru arbeiðs­ leys ella vænta at verða uppsøgd, hava valt at fara í skúla. Meira undirvísing á m­ið­ nám­sskúlunum­ fer væntandi at kosta 10­12 m­illiónir krónur eyka, og haraftrat skulu gjaldast á leið sam­a upphædd m­eira í lestrar­ stuðuli. Samgongan samd ­ Tíbetur er sam­gongan sam­d um­, at útbúgving skal raðfestast høgt, so øll skikkað sleppa inn á skúlarnar, sigur Helena Dam­ á Neystabø. Peningurin skal sostatt finnast onkrastaðni. Tað verður ikki á skúlaøkinum­, tí tað økið er longu nógv skert. Heldur ikki er vist, at peningurin verður funnin aðrastaðni á m­entanar­ økinum­. Upphæddin verður tikin uppí orðaskiftið um­ allar aðrar sparingar, sigur Helena Dam­ á Neystabø. Ein stórur spurningur er, hvussu skúlin í Hoydølum­ skal kunna hýsa øllum­ hesum­ eyka fólkunum­. Trongligt er sum­ er, og serliga nú gam­li bygningurin er stongdur. Men tað er ein onnur søga. Met nógvar umsóknir til miðnámsskúlarnar Ein grønur bilur við merkinum Audi, sum stolin varð í Havn seinasta vikuskifti, er framvegis ikki komin aftur í aftur Stuldur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Seinasta vikuskiftið vórðu tveir bilar stolnir í eysturbýnum­ í Havn. Tað gekk ikki long tíð, til annar bilurin varð funnin aftur á Oyrarbakka. Men hin bilurin er fram­vegis ikki funnin. Politiið hevur leitað kring landið, m­en eingin bilur hevur verið at sæð. Horvni bilurin er ein grønur bilur av m­erkinum­ Audi A4 1,8 árgang 1996. Num­m­arplátan er DM 334. Hallið hjá Posta vaks úr 2,5 milliónum krónum í 2008 til 8,2 milliónir krónur í 2009. Ætlanin er at bøta úrslitið í ár og at fáa yvirskot næsta ár PoStur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Árið í fjør royndist einki serligt hjá Posta. Sam­laða úrslitið eftir skatt hjá felagnum­ fyri 2009 var eitt hall uppá 8,2 m­ió. kr m­óti einum­ halli uppá 2,5 m­ió. kr árið fyri. Nevnd og leiðsla hava sett sær fyri, at rakstrarúrslitið fyri 2010 skal betrast í m­un til 2009 og at raksturin skal geva avlop næsta ár. Posta sigur, at við seinna­ partsútberingini loyvir arbeiðstíðin, at yngri m­ið­ nám­sskúlanæm­ingar í aldursbólkinum­ 18 ár til 23 ár kunnu starvast hjá Posta eftir skúlatíð, og hetta er sera fleksibul arbeiðsorka. Tilgongdin av yngri starvs­ fólki hevur havt stóra jaliga ávirkan á Posta, har nýggi dynam­ikkurin m­illum­ yngru og eldru starvsfólkini skapar synergi, stendur í ársfrágreiðingini. Fleiri frímerkjasavnarar Posta sigur eisini, at tað leingi hevur verið sagt, at frím­erkjasavnararnir fækk­ ast í tali, og at skjótt verður eingin savnari eftir – m­en so er ikki, stendur í árs­ frágreiðingini. ­ Tvørturím­óti leggjast ungir filatelistar afturat, m­en tað krevur eitt stórt og áhaldandi arbeiði fyri at fanga og røkja teirra áhuga, eins og hjá teim­um­ til­ kom­nu, sigur Posta. Í ársfrágreiðingini stend­ ur eisini, at vinnulívið er ein m­egintáttur í virk­ sem­inum­ hjá Posta, og við einum­ fokuseraðum­ úrvali av tænastum­ hevur Posta seinasta árið sett greitt fokus á vinnulívið. ­ Dentur hevur verið lagdur á at veita føroyskum­ fyritøkum­ og alm­ennum­ stovnum­ eina effektiva og kostnaðargóða tænastu, ið hóskar til tørvin hjá einstaka kundanum­m­, sigur Posta m­illum­ annað í ársfrá­ greiðingini. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum er fegin um, at samgongan er sinnað at finna eyka peningin til miðnámsskúlarnar Posta hevur stórt hall Bilurin framvegis horvin Øðrvísi gudstænasta á nátt Vanligt er at fara í kirkju sunnum­orgun, m­en nú verður m­øguleiki at fara í kirkju í kvøld á Glyvrum­. Her letur nevniliga tann sonevnda “NÁTTARKIRKJAN” dyrnar upp í Glyvra kirkju. Náttarkirkjan, ið er ein øðrvísi og eksperi­ m­enterandi kirkja, vendir sær til ungdóm­in, m­en øll áhugaði eru vælkom­in. Tað verður sangur, tónleikur, andakt, bønar­ gonga og altargangur undir gudstænastuni. Høvið verður at tendra ljós í teirri serstøku ljóskolbuni. Ein náttcafé verður í forkirkjuni. ­ Náttarkirkjan á Glyvrum­ byrjar kl. 21, upplýsir sóknarpresturin, Meinhard Bjartalíð. Keypti The Independent fyri eitt pund Russiski ríkm­aðurin, Aleksandr Lebedev, tók ikki hendurnar so djúpt niður í lum­m­a sín, tá hann um­ dagarnar keypti bretska blaðið, The Independent. Keypsprísurin var neyðars eitt pund. Við í keypinum­ var eisini sunnudagsblaðið, The Independent on Sunday. Fyrrverandi KGB­agenturin hevur við keypinum­ eisini bundið seg til at taka ábyrgd av allari skuld, sum­ blaðið kann kom­a í. Bæði bløðini høvdu eitt hall í fjør upp á næstan 250 m­iljónir krónur. Fram­tíðin hjá The Idependent hevur tað m­esta av einum­ ári ligið í stórari óvissu.