Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 26. mars 2010 17 toyggja føroyska samfelagið til eisini at hýsa hesum heims um­ fatandi netverki, kunnu Føroyar gerast ein sterk eind í globali­ seraða heiminum. Føroyar sum mentunarlig eind Fyrst og fremst er neyðugt at vit broyta hugburðin um føroyingar uttan lands. Higartil hevur gongdin við vaksandi fráflyting og minkandi hugi millum útisetar at flyta heimaftur verið sædd sum ein stórur trupulleiki. Føroyingar skulu heim aftur eftir lokna útbúgving og ongan tíð ov skjótt, tykist samda polit iska herrópið at vera, hóast tað er ein sannroynd, at útbúgving í sjálvum sær er lítið verd uttan praktiskar royndir. Men hetta er ein avmarkandi háttur at skilja, hvat Føroyar kunnu fáa burturúr teimum, sum fara av landinum at útbúgva seg ella arbeiða. Veru leikin er tann, at lesandi, sum koma aftur til Føroya beint eftir lokna útbúgving, oftast eru líka óvitandi um praktisku viður­ skiftini innan vinnuna og tað almenna sum tey vóru, tá tey fóru úr Føroyum av fyrstani tíð. Tey flestu høvdu gjørt Føroyum eina stóra tænastu við at verið uttanlands eitt sindur longr, arbeitt eina tíð og síðan borið nýggjar royndir og manna­ gongdir við sær heim, heldur enn bert tann bókliga lærdómin. Veruligi trupulleikin fyri Føroyar er ikki, at føroyingar fara uttanlands at útbúgva seg ella arbeiða, men at føroyingar uttanlands eru ov avskornir frá at luttaka í tí, sum fyriferst í Føroyum ­ og øvugt at Føroyar eru ov avskornar frá at gagn nýta vitanina og mentunarliga íkastið frá landsmonnum uttanlands. Fyrsta stig fyri at bøta um hetta er at fara frá tankanum um Føroyar sum eitt landa frøðiliga avmarkað øki til at fata Føroyar sum eina politiska og mentunarliga eind ­ sum eitt "heimsumfatandi netverk av føroyingum", ið eru spreiddir um allan heim, men halda fast við sín føroyska samleika og virka Føroyum at gagni í størri og minni mun. Valrætt til føroyingar í útlegd Annað stig er at geva føroy ing um uttanlands formella ávirkan á viðurskiftini í Føroyum við at geva føroyskum útisetum val rætt í upp til 10 ár, eftir at teir eru fluttir úr Føroyum. Íslend ingar í útlegd hava í dag valrætt í 10 ár, og í Noregi er vælrætt urin fyri landsmenn í útlegd 8 ár. Sum føroyingur missur tú har afturímóti valrættin eftir einum degi, um tú fert uttan lands at arbeiða, og um tú ert lesandi, missur tú valrættin sama dag sum tú fært endaligt prógv. Í einum globaliseraðum heimi mugu føroysk val vera fyri allar føroy ingar ­ ikki bert fyri teir, sum búgva á einum føroyskum postnummari. Bert við at varðveita valrættin hjá føroy­ ingum í útlegd verður atkvøðu­ býtið við framtíðar løgtingsval veruliga umboðandi fyri allar føroyingar. Við at víðka valrættin taka vit eitt stórt stig fram ímóti einum Føroyum fyri allar føroyingar. Valrættur fyri føroyingar í útlegd hevði verið við til at varðveitt eitt sterkt band mill um føroyingar heima og føroyingar uttanlands og hevði uttan iva ment støðið á føroysk um politikki frá mangan stuttskygdum lokalpolitikki til størri langsiktaði mál. Eisini virðis­ og mentunarpolitikkurin hevði fingið eina saltvatns­ innspræning av, at politisku oyruni ikki longur kundu loyvt sær at vera deyv fyri tí um heimi, sum nógvir føroy ing arnir liva í beint nú ­ og enn fleiri fara at liva í framyvir. Altjóða flogvøll Triðja stig ímóti einum Føroy um fyri allar føroyingar er at gera ferðaumstøðurnar til og úr Føroyum munandi betri. Tíðin er komin at ásanna, at Føroyar broytast ikki grundleggjandi av at sandoyingar sleppa lættari til Havnar. Men Føroyar broytast grundleggjandi av, at føroyingar sleppa lættari úr Føroyum til evropeiskar og amerikanskar stórbýir og øvugt. Eitt nútíðar­ hóskandi, regluligt og bíligari ferðasamband um ein føroyskan altjóða flogvøll hevði gjørt tað møguligt hjá føroyingum búsitandi uttanlands at virka og arbeitt í Føroyum, eins og føroyingar í útlendskum størvum kundu havt fastan bústað í Føroyum og ferðast ímillum. Ferðasambandið til útheimin má raðfestast sum tann mest umráðandi parturin av føroyska infrakervinum, og um neyðugt mugu flogfeløg, ið eru áhugaði at røkja rutur til Føroya, fáa sersømdir í eina tíð, til ferðafólkagrundarlagið byrjar at vaksa sum úrslit av betraða infrakervinum. 3 neyðug politisk stig Sum altíð er lætt at vera samdur um, at broytingar skulu til, men ofta gongur meira treyðugt at taka neyðugu stigini til at ítøkiligar broytingar henda. Sum eina byrjan kunnu hesi 3 ítøkiligu politisk stigini takast fyr at Føroyar í framtíðini fáa størri gagn av føroyingum búsitandi uttanlands: • Føroyar definera seg politiskt sum ein málslig og mentunar­ lig eind heldur enn bert sum eitt landafrøðiliga avmarkað øki, og allýsingin av einum føroyingi verður broytt har­ eftir. • Valrætturin til Føroya Løgting verður broyttur soleiðis, at hann fevnir um allar føroy­ ingar í upp til 10 ára útlegd. • Infrakervið, sum bindur Føroyar til umheimin, verður skipað soleiðis, at komast kann beinleiðis til og frá einum altjóða flogvølli í Føroyum til í minsta lagi tríggjar útlendskar megin­ flogvallir tvær ferðir dagliga. 3 stig, sum vit øll kunnu taka Ímeðan vit bíða eftir politiskum dirvi og vilja at fremja hesi neyðugu átøk, kunnu føroyingar, ið vilja síggja avbjóðingarnar í eyguni, leggja seg eftir at hugsa um trý viðurskifti, tá vit seta nýggj tiltøk í verk, fara undir nýggja verkætlan ella leita eftir nýggjum fólki: • Kann hetta tiltak, hendan mannagongd ella hendan hoyring leggjast soleiðis til rættis, at føroyingar uttanlands hava møguleika at luttaka? • Kann heimsumfatandi net­ verkið av føroyingum uttan lands brúkast til at fáa eitt altjóða íkast til hesa verk­ ætlan, hetta lógaruppskot ella hetta menningarátak? • Kann hendan uppgávan, hetta starvið ella hesin nevndar­ sesssur røkjast eins væl ella betri av einum føroyingi uttanlands? Um Føroyar skulu varðveita eina støðu sum framkomið samfelag í globaliseraða heiminum um 20 ár, skulu stórar samfelags broyt­ ingar fremjast. Men fyrsta stigið er ein hugburðsbroyting millum allar føroyingar um, at bústaður á einum føroyskum postnummari ikki er avgerðandi fyri at luttaka í føroyska samfelagnum. At fremja hesa hugburðurs­ broyting eigur at vera næsta stig fyri hvønn einstakan føroying. Tíðargreinin Javni ger í fjølmiðlunum vart við, at fólkaskúlalógin er galdandi fyri øll børn, og at munur ikki eigur at verða gjørdur á næming­ um, sum bera brek og næm ingum, sum ikki bera brek. Har eru vit so púra samd, og eingin ivi skal vera um, at bæði eg og Mentamálaráðið í øllum okkara virksemi virka sam­ bært hesari meginreglu – eisini tá ið tað snýr seg um sparingar. Henda meginregla um javnstøðu merkir, at børn ið bera brek hava rætt til sama tímatal og eins lang­ an skúladag, sum onnur børn. Óli Wolles greiðir í opnum brævi frá, at hann veit um, at tað eru foreldur, sum hava boðað frá, at skúladagurin hjá barni við breki er styttur, og at orsøkin eru sparingarnar, sum mugu fremjast á fólkaskúlaøkinum næsta skúlaár. Um so er, at hetta er rætt, so eigur tað at verða broytt so skjótt sum møgu­ ligt. Tí tað er á ongan hátt lagt upp til, at næmingar, ið bera brek, skulu bera eina størri byrðu enn onnur børn. Har eru formaðurin i Javna og eg sjálv púra samd. Allir næmingar hava sam bært § 19 í fólkaskúla­ lógini rætt til ávíst tímatal um vikuna, og er tað ábyrgd in hjá skúlaleiðsl­ unum í samráð við Ser­ námsdepilin og NSR tæn­ asturnar at tryggja, at allir næmingarnir fáa ásetta tímatalið. Tímatalið hjá einstøkum næmingi kann bert lækkast í serstøkum føri og skulu foreldur og skúlaleiðsla verða samd um hetta. Ein tílík avgerð skal eisini góðkennast í Mentamálaráðnum. Tað er rætt, at Menta­ málráðið hevur tillutað skúlunum færri tímar skúla árið 2010/2011 enn í 2009/2010. Men vit hava lagt dent á ikki at skerja miðfirraðu tímarnar til serundirvísing og at varð­ veita tímarnar, sum eru mark aðir til tvílærara skip­ anina. Hetta er júst fyri at tryggja, at so nógvir næm­ ingar sum til ber kunnu taka lut í einum inkluder­ andi læriumhvørvi. Tað er eisini rætt, at Ser­ námsdepilin fyrerikar virksemið sítt næsta skúlaár, og at samráðingar eru við skúlarnar um til­ lutan av tímum til serlig an tørv. Játtanin til Ser náms­ depilin í 2010 er ikki skerd, men kortini hevur tað heldur ikki í ár borið til at nøkta samlaða tørvin á tímum til serundirvísing. Eg veit, at Sernáms depil­ in og NSR­tænasturnar leggja nógva orku í at skipa virksemið sambært fakligum tilráðingum og við atliti til at gagnnýta játtanina so væl sum til ber. Hin vegin er eisini neyðugt at vísa fyrilit og ikki gera ov stór og ógvislig inntriv í einum, sum hin einstaki næming­ urin ella skúlin kann hava ilt við at laga seg til. Eg eri sannførd um, at Sernámsdepilin fer at greiða frá, hvussu ætlanin er at tryggja øllum næmingum, sum bera brek, bestu umstøður, sum eisini er í samsvari við teir ST­sáttmálar, sum vit hava samtykt. Eg fari at taka stig til at bjóða leiðsluni í Sernámsdeplinum á fund saman við felagnum Javna, har vit í felag um røða teir spurningar, sum Javni ber fram í opna skrivi sínum. ” ” Tíðin er komin at ásanna at Føroyar broytast ikki grundleggjandi av at sandoyingar sleppa lættari til Havnar. Men Føroyar broytast grundleggjandi av at føroyingar sleppa lættari úr Føroyum til evropeiskar og amerikanskar stórbýir ” Íslendingar í útlegd hava í dag valrætt í 10 ár, og í Noregi er vælrætturing fyri landsmenn í útlegd 8 ár. Sum føroyingur missur tú har afturímóti valrættin eftir einum degi, um tú fert í uttanlands at arbeiða ” Trupulleikin fyri Føroyar er ikki at føroyingar fara uttanlands at útbúgva seg, ella at teir búseta seg uttanlands aftaná, men at føroyingar uttanlands eru ov avskornir frá at luttaka í tí, sum fyriferst í Føroyum - og øvugt Lesandi, sum koma aftur til Føroya beint eftir lokna útbúgving, oftast eru líka óvitandi um praktisku viðurskiftini innan vinnuna og tað almenna sum tey vóru, tá tey fóru úr Føroyum av fyrstani tíð. Tey flestu høvdu gjørt Føroyum eina stóra tænastu við at verið uttanlands eitt sindur longri landsstýriskvinna Helena Dam á neystabø Sjálvandi skulu vit halda STsáttmálan um rættini hjá einstaklingum, ið bera brek, – Viðmerking til opið bræv frá felagnum Javna