fríggjadagur 26. mars 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Fótbóltur 2010
Sosialurin
b68
Tað er gott fótbóltslag á Toftum. Eftir at
tað eitt skifti kendist tungt og striltið, so
hava tvey tey seinastu árini hilnast væl. Í
2004 og aftur í 2006 noyddist B68 tungu
leiðina niður í næstbestu deildina. Steðgurin
var báðar ferðirnar bara eitt ár, og tey bæði
árini eftir seinnu uppflytingina hevur gingið
rætta vegin.
Í 2008 endaði B68 á sætta plássi, og í
fjør gekk uppaftur betur, tá B68 endaði á
fimta plássi og tí skal spæla fjúrtan ferðir á
Svangaskarði hetta kappingarárið. Feløgini,
sum í fjør endaðu frá fimta plássi og hægri
enn so, eiga 14 heimadystir, og hini eiga 13
heimadystir.
Besta úrslitið í hesi øldini rakk B68
í 2003, tá ið toftamenn leingi vóru við í
kappingini um FM. Tá endaði tað við bronsu
krónunum.
Nú er spurningurin, um tað fer at eydnast
at lyfta seg eitt vet hægri enn fimta plássið
í fjør. Bill Jacobsen heldur framvegis um
stýris vølin, og teir flestu av spælarunum frá
í fjør eru framvegis á Svangaskarði.
Tríggir, sum í fjør vóru fastir menn á
lið num, eru tó burtur. Miðvallarin Nenad
Stankovic og Óli Olsen og Jóan Símun
Edmundsson, sum í fjør vóru sera málsóknir,
eru ikki tøkir. Óli er farin til skips aftur,
og Jóan Símun roynir fótbóltseydnuna í
Newcastle.
Merkisvert er tað, at 12 av teimum 18
eru uppvaksnir í Tofta Ítróttarfelag. Super
veteranurin Øssur Hansen fer undir sítt 23.
ár í bestu deildini. Hann verður neyvan førur
fyri at spæla allar dystirnar, men tað verður
mett at vera ógvuliga týdningarmikið, at
hann verður avloysari í miðverjuni og aðra
staðni.
Petur Meinhard Magnussen skal kappast
við Vlada Filipovic um plássið millum
stólparnar. Jóhan Dávur Højgaard, Oddur
Højgaard og Niklas Joensen eru miðverjar,
Poul N. Poulsen og Pól Jóhannus Justinussen
eru vongverjar, og teir fáa kapping frá
Niklasi Poulsen.
Ndende er framúr á miðvøllinum. Millum
møguleikarnar til sentralt miðvallarpláss er
evnaríki unglingaspælarin Remi Langgaard,
sum var burturstaddur stóran part av
síðsta kappingarári. Aðrir miðvallarar eru
Eli Simonsen, sum er komin úr KÍ, Kristian
Anton Andreassen, sum í fjør var nógv
skaddur, arbeiðssomu brøðurnir, Dánjal
Pauli og Jónleif Højgaard, og André Olsen,
sum hevur fín evni, og sum rættiliga tykist
vera komin fyri seg.
Í álopinum verður arbeiðssami og
málsókni Ameth Keita álitið. Í fjør skoraði
hann sekstan ferðir – ella ein triðing av
teimum 48 málunum hjá B68. Jóhan Petur
Poulsen, sum var skaddur mesta partin
av síðsta kappingarári, og 19 ára gamli
nýkomni senegalesarin, Ibrahima Camara,
eru onnur boð upp á álopsplássini.
Umframt ið hvussu so er at halda tørn
um plássið í landskappingini, so leingjast
tey á Toftum eftir, at teirra lið skal standa
seg væl í steypakappingini. Bara eina ferð
hevur B68 verið í steypafinaluni, sum var
fyri 15 árum síðani, tá toftamenn taptu 31
móti HB.
Málverjar
Vlada Filopovic (SERBIA)
Petur Meinhard Magnussen
Verjuspælarar
Pól Jóhannus Justinussen
Øssur Hansen
Poul N. Poulsen
Oddur Højgaard
Niklas Poulsen
Jóhan Dávur Højgaard
Niklas Joensen
Miðvallarspælarar
Eli Simonsen
Ndende Adama Gueye (SENEGAL)
Remi Langgaard
Kristian Anton Andreassen
Dánjal Pauli Højgaard
Andre Olsen
Álopsspælarar
Jóhan Petur Poulsen
Jonleif Højgaard
Ameth Keita (SENEGAL)
Ibrahima Camara (SENEGAL)
Venjarar
Bill Mc. Leod Jacobsen, venjari
Oddmar Andreasen, hjálparvenjari
Ingolf Petersen, hjálparvenjari
Tilgongd:
Niklas Poulsen, Remi Langgaard
og Oddur Højgaard
Frágongd:
Óli Olsen, Nenad Stankovic,
Jóan Símun Edmundsson, Bogi Gregersen
og Debes Danielsen
Tofta Ítróttarfelag
www.b68.fo
Hópurin 2010
Skulu halda tørn
Á Svangaskarði halda teir seg hava tett holini eftir at góðir
miðvallarar og vandamiklir álopsspælarar hava biðið farvæl
Tofta Ítróttarfelag, B68
Stovnað: 21. desember 1962
Formaður: Jógvan Højgaard
Meistari (3): 1984, 1985, 1992
Steypavinnari (0): Ongantíð
Greipuvinnari (0): Ongantíð
Í bestu deildini (27 ár): 1981-2004, 2006, 2008-
Í Europa (4): 1993, 1996, 2001, 2002
Eydn ast at
lyfta seg hægri
enn 5. pláss?