fríggjadagur 26. mars 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Teir ungu
fáa ábyrgd
B68 hevur mist fleiri leikarar, síðan kapp
ingarárið í fjør. Teir við størst ávirkan,
sum eru farnir, eru helst Jóan Símun
Edmundsson, sum nú er í Newcastle,
og Nenad Stankovic, sum nú spælir fyri
Víking.
Hetta fær uttan iva við sær, at fleiri av
ungu toftamonnunum, sum ikki higartil
hava verið lyklaleikarar, veruliga skulu
royna seg.
Ein av teimum er 19 ára gamli
miðvallarin, André Olsen, sum eisini
er sonur Jógvan Martin Olsen, sum jú
hevur fingið Nenad Stankovic á sína
taktikktalvu.
– Tað er gott fyri meg, at Nenad er
farin. Nú verða vit tríggir ungir spælarar,
sum skulu kappast um plássið
hjá honum á miðjuni, og tað er
hugaligt at vita, at bara Ndende
er sjálvsskrivaður í mittastu
ketuni, sigur André Olsen, sum
veruliga hevur góðar vónir til sín
sjálvs í ár.
Blivin sterkari
André Olsen hevur seinastu tvey árini
fingið møguleikar at spæla fyri B68,
men enn hevur hann ikki veruliga sligið
til, og tað er eisini nakað 19 ára gamli
miðvallarin hevur tosað við pápa sín
um.
– Vit tosa sjálvandi nógv um fótbólt,
og pápi er helst tann, sum hevur hjálpt
mær mest við fótbóltinum, tí hann
hevur altíð nøkur góð orð til mín, hóast
vit ikki altíð eru samdir, greiðir ungi
toftamaðurin frá, og staðfestir, at hann
ongantíð hevur kent seg so kláran at
spæla, sum júst í ár.
– Trupulleikin hjá mær hevur verið, at
eg havi verið ov veikur. Tí havi eg ofta
trekt meg úr nærdystum. Men soleiðis
hevur ikki verið higartil í ár. Eg havi vant
við vektum síðan oktobur. Tað sæst á
vektini, og nú byrji eg eisini at føla, at
tað ger mun á vøllinum, sigur André
Olsen.
Klárur at taka av
Hóast André Olsen seinastu tvey árini
hevur fingið rættiliga nógvar minuttir
á vøllinum, so skilir hann væl, at hann
higartil ikki hevur verið mettur stuðuls
spælari á liðnum.
– Eg eri ein typa, sum hevur verri við
at sláa ígjøgnum, tí eg eri ikki so skjótur
og var heldur ikki sterkur. Tað er ringt at
klára seg bara við teknikki og yvirblikki,
sum eg haldi hava verið mínar sterkaru
síður, greiðir hann frá.
Og hóast hann er greiðir yvir, at tað
verður væntað meira av honum, enn tað
hevur verið, so følir hann seg kláran at
taka av møguleikanum.
– Eg fari sjálvandi at spæla fyri
møgu leikanum, men Bill, venjarin, plagar
at siga, at nógvir spælarar ikki eru klárir
fyrr enn teir eru eini 23, so upp á tann
mátan havi eg góða tíð, tí trupulleikarnir
hava verið, at eg havi verið ov seinur,
veikur og bangin, og tí er realistiskt at
ar beiða við, sigur hann.
André Olsen greiðir víðari frá, at hóast
hann følir okkurt slag av pressi, so er tað
ikki frá týdningarmiklu persónunum.
– Teir, sum hava nakað at siga, eru
venjarin, pápi og Øssur Hansen, sum
veruliga er eina fantastiskur leikari fyri
B68, og frá teimum føli eg onki press,
slær ungi miðvallarin fast.
U21 er eitt mál
Men hóast hann ikki beinleiðis følir
nakað trýst, so hevur André Olsen nøk
ur mál.
– U21 kappingin verður liðug í ár, so
málið kundi verið at sloppið við til næstu
undankapping, og so vil eg sjálvandi gera
tað so gott sum gjørligt her á Toftum,
sigur hann.
Og júst fyri bygdarfelagið hevur
André Olsen eisini nøkur mál.
– Vit blivu nummar seks fyri tveimum
árum síðan og nummar fimm í fjør, so tað
hevði verið stuttligt, um vit kláraðu at
fáa fjórða pláss, heldur André Olsen, sum
í ár, helst fær ein meiri týðandi leiklut
fyri B68.
Metingin
B68 hevur mist týdningarmiklar
leik arar, og skulu toftamenn sleppa
undan at koma í trupulleikar, so
krevst, at nakrir av ungu leikarunum
sláa til rættiliga skjótt. Somuleiðis
er týdn ingar mikið, at liðið sleppur
undan skaðum á til dømis Øssur
Hansen. Gongur tað mesta eftir vild,
endar B68 um miðjuna av deildini,
men tað verður neyvan betri enn
tað.
Nenad Stankovic er farin til Víking.
Ein av teimum ungu á Toftum, sum skal
fylla holið eftir serban, er André Olsen.
– Tað er gott fyri meg, at Nenad er farin,
viðgongur 19 ára gamli toftamaðurin