Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Fótbóltur 2010 Sosialurin Ab Tá ið AB fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini, gekk tað ikki. Argjamenn noyddust beinan vegin tungu leiðina niður aftur í næstbestu deildina. Steðgurin í 1. deild var stuttur, og í fjør var AB aftur í fremstu røð. Tað hilnaðist so mikið væl, at tað longu nú kennist sum um, at argjaliðið er fastur partur av fremstu deildini. AB verður ikki roknað millum uppløgdu kandidatarnar at flyta niður. Tað kemst av gongdini í fjør. Tá var úrtøkan 34 stig ella tíggju stig fleiri enn næstniðasta liðið. Úr­ tøk an rakk til sætta plássið, og tá skal hav ast í huga, at AB tapti tríggjar teir sein­ astu dystirnar. Kanska var tað soleiðis, at koblingin ótilvitað varð trýst í botn, tá ið tað var greitt, at hóttanin av niðurflyting var burtur. Í fjør var tað merkisvert, at AB­verju­ parturin var so mikið stinnur, at tað bara var ein verja, sum var tættari enn tann á Argjum. Tað var eisini merkisvert, at AB var tað liðið, sum skoraði fægst mál. Líkindi eiga at vera fyri, at endastøðan í ár verður uppaftur betri, enn hon var tað í fjør. Stuðulsspælararnir eru allir framvegis á Argjum, og tað kann gott vera, at onkur teirra, sum er komin aftrat, fer at stríða seg til pláss millum teir fyrstu ellivu. Kappingin er stór, og tað ber við sær, at intensiteturin er høgur í venjingunum, og at Allan Mørkøre hevur nógvar kvalifiseraðar spælarar at velja ímillum. Tórður Thomsen og Heðin Stenberg kapp ast um plássið millum stólparnar. Tehe Aristide er framvegis verjugeneralur, og Morten Overgaard og Gunnar Haraldsen, sum er komin úr Vágum, kappast um hitt miðverjuplássið. Mortan úr Hørg og Tummas Justinussen eru góð boð upp á høgra vongverja, og Alex Mellemgaard er komin fyri seg aftur, eftir at hann stóran part av síðsta kappingarári var skaddur. Hann er upplagt val á vinstra vongverja. Evrard Ble er framvegis sentralur mið­ vallari, men kappingin er stór. John Hansen, Kenneth Jacobsen og Dion Splidt eru saman við Fabrice Amessan upplagdir kandidatar til hini miðvallarplássini. AB gjørdi eitt ordiligt kvetti, tá ið Stig­ Roar Søbstad í fjør varð keyptur til felagið. Norðmaðurin vísti seg at vera sera málsøkin, og argjamenn gjørdu tí skjótt av og tryggjaðu sær undirskriftina fyri 2010, áðrenn okkurt annað felag streyk avstað við honum. Miðalaldurin er framvegis lágur, fleiri ung lingar eru í besta hópinum, men við eitt ára royndum í bestu deildini og góðum úrslitum eru líkindini góð fyri, at tað fer at hilnast betri, enn tað nakrantíð hevur gjørt. Allan Mørkøre hevur víst ungu monnunum álitið, sum skal til fyri at fáa gott lið og støð ug avrik. Teir eru framvegis ógvuliga svangir, og hetta fer tilsaman heilt víst at løna seg í nýggja kappingarárinum. Málverjar Tórður Thomsen Heðin Stenberg Verjuspælarar Tehe Aristide (FílAbeinSST.) Morten Overgaard (DAnMARK) Alex Mellengaard Mortan úr Hørg Miðvallarspælarar Tummas Justinussen Gunnar Haraldsen evrard ble (FílAbeinSSTROnDin) John Hansen Dion Splidt Jónas Stenberg Fabrice Amessan (FílAbeinSSTROnDin) Jobin Drangastein Kenneth Jacobsen Sjúrður ellefsen Álopsspælarar Stig-Roar Søbstad (nOReG) nikolaj eriksen (DAnMARK) Jákup Dam Venjarar Allan Mørkøre, venjari Hans Jacob Thomsen, hjálparvenjari Sámal Paulason, málmansvenjari Tilgongd: Gunnar Haraldsen, Fabrice Amessan og Sjúrður ellefsen Frágongd: Rói Danielsen, Janus Joensen (givin), Høgni Joensen (givin), Rasmus nilesen, Dánial Rói Olsen og Tróndur Sigurðsson (Hb) Argja Bóltfelag www.ab.fo Hópurin 2010 Hyggja uppeftir í AB Eftir góða avrikið í fjør tykjast argjamenn rættuliga hava funnið fótafestið í bestu deildini, og nú eru vánir at hugsa meiri um at nærkast toppinum enn at renna undan botninum Argja Bóltfelag Stovnað: 15. august 1973 Formaður: Andrass Drangastein Meistari (0): Ongantíð Steypavinnari (0): Ongantíð Greipuvinnari (0): Ongantíð Í bestu deildini (3 ár): 2007, 2009- Í Europa (0): Ongantíð AB verju part­ urin var somikið stinnur í fjør, at bert ein verja var tættari enn tann á Argjum