fríggjadagur 26. mars 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Fótbóltur er
eitt mál
Hóast 23 ára gamla verjukempan hjá AB,
Tehe Aristide, bara dugir franskt, og tí ikki veruliga
kann tosa við nakran í Føroyum, so himprast hann
ikki at geva hinum á liðnum ordrar. – Fótbóltur
er eitt mál, sigur fílabeinsstrandingurin
Metingin
AB lá fleiri ferðir til niðurflyting í fjør, men bæði tíðliga á árinum og seint á árinum
spældi liðið yvir evni og skaffaði uppflytarunum sætta pláss. Tað, at liðið partar
av árinum í fjør spældi yvir evni, ger, at tað kann tykjast trupult hjá frensunum at
sleppa undan at vera millum fýra tey niðastu.
Í fjør koma ein nýggjur afrikani
til AB. Áðrenn Tehe Aristide kom
til Føroya, hevði hann ongantíð
spælt fótbólt í eini landskapping,
tí hann hevði bert spælt á
gøtuni og á ítróttarskúlanum,
har hann gekk.
– Tað var ein stór broyting
at koma til Evropa at spæla.
Fótbólturin er nógv øðrvísi, og
tað mátti eg venja meg við, sigur
miðverjuleikarin hjá AB, sum
framvegis bara dugir franskt.
Júst hetta við málinum við
gongur Aristide kann vera ein
trupulleiki.
– Eg havi trupulleikar við mál
inum, men Ble umsetur fyri meg,
sigur fílabeinsstrandingurin.
Hann leggur tó afturat, at tá
hann hevði verið í Føroyum í einar
tveir mánaðir, megnaði hann at tosa
á vøll inum.
– Eg dugi at kommunikera tað
týdn ingarmesta á vøllinum. Vinstra,
høgra og so framvegis, og tá tað kemur
til stykkis, gongur fótbóltur altíð út upp
á tað sama. Fótbóltur er eitt mál, sigur
Tehe Aristide.
Øðrvísi fótbóltur
Men eisini sjálvur fótbólturin er øðrvísi
í Føroyum í mun til tað, sum Aristide
upplivdi á Fílabeinsstrondini.
– Í Afrika er fótbóltur sera fysiskur.
Her er tað nógv meira ein spurningur
um teknikk og taktikk, so tað var ein
stór broyting, sigur Aristide, sum ikki er
so glaður fyri kuldan í Føroyum.
Hann leggur afturat, at hjá sær
sjálv um metir hann fyrimunirnar vera,
at hann er sterkur, sparkar hart og ser
liga í luftspælinum sær hann sínar fyri
munir. Vansarnar metir hann vera, at
hann ikki er nóg væl fyri tekniskt, og at
hann ikki er nóg skjótur.
Tað verður ofta sagt, at afrikanskir
leikarar ikki eru nakað serliga væl fyri
taktiskt, men hetta metir fíla beins
strandingurin vera í lagið hjá sær.
Besta verjan
Í fjør var AB tað liðið, sum læt næst
fægst mál inn í bestu deildini, og Tehe
Aristide var ein týdningarmikil partur
av hesum. Vónin er, at tað sama verður
í ár.
– Eg havi verið sera væl nøgdur
við tíðina á Argjum. Eg havi tað gott í
felagnum og tað gongur væl á vøllinum.
Men í fjør kendu hini liðini ikki ordiliga
okkara lið, og tí ivist eg ikki í, at hini
liðini fara at brúka ein øðrvísi taktikk
ímóti okkum í ár, har teir heldur fara
at spæla bóltarnar út í síðurnar, sigur
Aristide.
Hann sigur seg somuleiðis vóna, at
verjan fer at klára seg eins væl í ár sum
í fjør, og hann vónar, at álopið fer at
klára seg væl beinanvegin í ár, so tað
eydnast argjafólki at hava eitt lið sum
megnar at hava eina betri plasering enn
tað hevði í endanum av árinum í fjør.
Kennir ikki framtíðina
Hóast Tehe Aristide hevur tað gott á
Argjum, so kennir seg ikki vísan í, at
hann fer at vera í felagnum alt sítt fót
bóltslív.
– Eg havi tað gott á Argjum. Tað
er eitt gott felag og eg havi sáttmála
har, men tingini kunnu ganga skjótt í
fót bólti, og tí ber so øgiliga illa til at
siga nakað um framtíðina. Um eg fari
onkra aðrastaðni at spæla, sigur ungi
fíla beinsstrandingurin á Argjum.