fríggjadagur 26. mars 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Fótbóltur 2010
Sosialurin
ÍF
Fyri einum ári síðani vóru útmeldingarnar
í Fuglafirði bjartskygdar. Mestsum ov
ljósar og kanska sagdar eitt sindur í
spølni, varð staðfest, tá ið úrtøkan var
soltin, og plaseringin ikki so góð. Eftir at
Abraham Løkin eina ferð síðsta summar var
komin á beinkin at sita, vaks úrtøkan, og
endaspurturin birtir vónir fyri framtíðini.
Nú sær uppaftur betri út, enn tað gjørdi
í heyst. Stuðulsspælararnir frá í fjør eru
mestsum allir framvegis í Fuglafirði. Rógvi
Jacobsen er komin fyri seg, eftir at hann
størsta partin av síðsta kappingarári var
skaðaplágaður, og Karl Løkin er nýggjur á
miðvøllinum.
Serliga eyðsýnt er tað, at Jákup
Mikkelsen nú verjir málið. At ÍF hevur fingið
besta og mest roynda føroyska málverjan
at standa millum stólparnar, fer ivaleyst
at bera við sær, at samlaða úrtøkan fer at
verða nøkur stig fleiri, enn hon annars hevði
verið, og tað fer sjálvsagt at gera mun.
Abraham Løkin hevur síðani ársskiftið
arbeitt bæði við kropsliga partinum og
bóltspælinum. Hugburðurin tykist vera
góður. ÍF-spælararnir fara ivaleyst at vinna
fleiri nærdystir, enn teir plaga, teir fara at
halda meiri upp á bóltin, enn teir plaga, og
álopsparturin fer at verða meiri skipaður,
enn hann í nógv ár hevur verið.
Í fjør var tað onkra ferðina heilt gott,
og viðhvørt hekk tað als ikki saman.
Avbjóðingin verður nú at fáa avrikini at vera
meiri støðug og harvið at lyfta botnstøðið,
sum tað plagar at verða tikið til.
Intensiteturin í venjingunum er høgur,
nógvir eru um boðið, og tað eigur at borga
fyri góðsku. Bartal Eliasen hevur í nógv ár
verið álitið í verjuni. Hann er burturstaddur,
og tað verður ikki roknað við honum, men
kanska verður hann eina ferð seinni í
summar kortini at síggja í reyðu troyggjuni.
Høgni Zachariassen verður roknaður
sum miðverjuálit. Kappingin um plássið
undir liðini á honum stendur millum
Ennigarð-brøðurnar Poul og Kaj, Una Reinert
Petersen, Rúna Elttør, Jákup Mohr og Óla
Jákup Olsen.
Saman við onkrum av omanfyri nevndu
eru Áki Petersen og Jan Ellingsgaard góð
boð upp á vongverjarnar. Nenad Saric,
Dánjal á Lakjuni og Andy Olsen eru fínir
síðuspælarar. Karl Løkin, Alexander Jovevic,
Frank Poulsen og Fritleif í Lambanum teljast
millum teir, ið kappast um sentralar leiklutir
á miðvøllinum, har Ari Ó. Ellingsgaard og
Sverri Ellingsgaard eisini eru við. Saman við
Rógva Jacobsen kappast Øssur Dalbúð og
Atli Petersen um fremstu plássini.
Í hesum umfarinum hevur ÍF verið tvey
ár í bestu deildini. Bæði í 2008 og í 2009
endaðu fuglfirðingar á sjeynda plássi. Tað
verður ikki so nógv tosað um tað nú, men
tað kann væl vera, at tað hesa ferð fer at
hilnast betri enn so. Møguleikarnir tykjast
at vera til tað.
Málverjar
Jákup Mikkelsen
Eyðun Madsen
Verjuspælarar
Áki Petersen
Jan Ellingsgaard
Poul Ennigarð
Kaj Ennigarð
Uni R. Petersen
Høgni Zachariassen
Jákup Mohr
Rúni Eltør
Óla Jákup Olsen
Miðvallarspælarar
Karl Løkin
Aleksandar Jovevic (SERBIA)
Fritleif í Lambanum
Frank Poulsen
Dánjal á Lakjuni
Ari Ó. Ellingsgaard
Sverri Ellingsgaard
Álopsspælarar
Nenad Saric (SERBIA)
Rógvi Jacobsen
Øssur Dalbúð
Atli Petersen
Andy Olsen
Venjarar
Abraham Hansen, venjari
Torkil Hansen, hjálparvenjari
Tilgongd:
Jákup Mikkelsen, Karl Løkin, Rúni Eltør
og Sverri Ellingsgaard
Frágongd:
Andras Gango, Bartal Eliasen, Balazs Sinko,
Vincent Jacobsen, Hanus Eliasen,
Viggo Johannesen og Jonn Thomsen
Ítróttarfelag Fuglafjarðar
www.if.fo
Hópurin 2010
Færri orð og
størri møguleikar
Hóast tað ikki verður so nógv tosað um heiðursmerki,
sum tað varð gjørt fyri einum ári síðani, so
tykjast vánirnar fyri góðum kappingarári at vera
betri, enn tær leingi hava verið í Fuglafirði
Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Stovnað: 25. mars 1946
Formaður: Ólavur Larsen
Meistari (1): 1979
Steypavinnari (0): Ongantíð
Greipuvinnari (0): Ongantíð
Í bestu deildini (27 ár): 1971-82, 1985, 1988-89,
1993-94, 1996-99, 2004-06, 2008-
Í Europa (0): Ongantíð