Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fótbóltur 2010 Sosialurin Metingin ÍF hevur í ár eitt av hesum liðunum, ið bæði kunnu gera seg galdandi í fremra endanum, men eisini kunnu fáa trupulleikar í hinum endanum. Hópurin er rættiliga breiður og fevnir um nógvar góðar spælarar. Í fjør eydnaðist ikki at fáa tað burturúr, sum ætlanin var, men gongst væl frá byrjan í ár, kann ÍF saktans taka so mikið av stigum, at tað gott og væl røkkur til eitt pláss oman fyri miðjuna. Bara málini koma Hóast Rógvi Jacobsen er toppskjútti á fót bólts­ landsliðnum, er hann heldur meira eyðmjúkur viðvíkjandi leikluti sínum á ÍF­liðnum. – Fyrst og fremst mugu vit arbeiða sum eitt lið, men fái eg málini, er tað ikki verri, sigur hann Bíðiløn er eitt hugtak, vit vanliga kenna frá politikarum, tá teir fara úr einum sessi. Men hjá Rógva Jacobsen var tað heldur øvugt, tí í nógvar mánaðir av farna kappingarári noyddist hann at bíða, til hann endiliga slapp í gongd fyri ÍF ímóti endanum á kappingini, tí ein skaði helt honum uttanfyri. Fyrst í februar mánaði skifti hann frá KÍ til ÍF, men ein drúgvur skaði gjørdi, at nytta fekst ikki burtur úr honum fyrr enn fram ímóti endanum á kappingini í Vodafonedeildini. – Eg fekk fyrst at vita, at eg bleiv frískur 1. apríl, men so gingu nakrir mánaðir aftrat. Hetta var ikki tað, eg hevði ætlað, tí eg var júst komin til eitt nýtt felag og vildi vísa nakað. Hinvegin var hetta heldur ikki ein støða, eg var vanur við, tí áðrenn 2008 hevði eg ikki verið skaddur síðani 1996, so eg eri nokk sloppin væl, sigur stóri framherjin. Komin fyri seg aftur Tá Rógvi so endiliga kom í gongd, lá væl fyri hjá honum, tí síðsta triðingin av kappingini fekk hann sjey mál, sum gjørdu sítt til, at ÍF slapp endaliga úr botn inum, umframt at málini eisini per­ sónliga fingu tann týdning fyri hann, at landsliðsvenjarin, Brian Kerr, sendi boð eftir honum. – Eg arbeiddi hart fyri at koma fyri meg aftur, og tað tók sína tíð, og eftir ein slíkan niðurtúr, snýr tað seg ikki um, hvussu tú leggur teg, men hvussu tú reisir teg aftur. Um tað mundið, tá eg kom aftur, spældið liðið góðan fótbólt, og tí lá væl fyri at prika bóltarnar inn, sigur Rógvi. – At eg so eisini kom aftur á landsliðið, var bara krúnan á verk inum. Hetta var ein endi á lands kapp­ ingini, sum eg var sera glaður fyri. Nú stendur eitt nýtt kappingarár fyri durum, og hóast Rógvi Jacobsen mátti geva avboð til lands dystin ímóti Íslandi í farnu viku, eru bæði støðan og lagið nógv betri. – Eg haldi, at eg endiliga eri komin burtur úr hesum skað anum. Nú havi eg so vant síð ani januar, men eg royni fram vegis at ansa eftir, tí hetta var jú ein keðiligur skaði, ið elvdi til langa steðgin. So eg taki ongar kjansir, tí hetta má ikki taka seg uppaftur. Eg vil so øgiliga fegin vera klárur frá byrjan í ár, sigur hann. Mugu stremba hægri Um málið hjá ÍF fyri hetta kappingarárið, heldur Rógvi tað hava týdning, at stremb að verður eftir at enda hægri enn í fjør, tá tað gjørdist til eitt sjeynda pláss. – Men fyrst og fremst skulu vit arbeiða sum eitt lið og royna at fáa málini, sum skulu til. Kann eg so skjóta tey, er tað bara uppaftur betri, flennir framherjin, ið heldur tað vera neyðugt at vísa tol, nú ÍF skal byggja seg upp til komandi árini. – Vit hava eitt nýtt lið, sum hevur rættiliga nógvar góðar og ungar spæl­ arar, so tí ræður um at byggja eina stammu upp til framtíðina. Hvar vit enda hetta árið, tori eg ikki at siga nakað um, tí tað verður tungt at koma heilt upp ígjøgnum. Í øllum førum verður tað tungt at fáa fatur í HB, EB/Streymi og kanska eisini B36, tí tey liðini síggja út til at vera rættiliga sterk. Eg arbeiddi hart fyri at koma fyri meg aftur, og tað tók sína tíð