fríggjadagur 26. mars 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Fótbóltur 2010
Sosialurin
b36
Í fjør gekk tað av skriðuni. B36 stríddist alt
kappingarárið fyri at sleppa undan niður
flyting. Tað eydnaðist akkurát, og tað vóru
teir hvítu og svørtu fegnir um. Hóast teir
løgdu bragdliga fyri, so var úrtøkan soltin.
Tað bar við sær, at setningurin mesta part in
av tíðini var at halda seg røttu megin niður
flytingarstrikuna.
Fíggjarligur aldudalur og næstan húsa
gangur vóru orsøk til, at tað undan síðsta
kappingarárið ikki bar til at taka so rívan
til, sum teir ofta hava gjørt í B36. Tríggir
út lendingar vóru millum spælararnar, sum
tað varð vónað skuldu lyfta liðið. Avrikið
var einki at reypa av, og nú eru Sam Malson,
Brima Koroma og Dennis Holmberg farnir av
aftur landinum.
B36 hevur altíð átt góðar fíggjarligar
stuðlar, og skal metast út frá tilgongdini, so
hevur tað seinastu mánaðirnar aftur fløtt í
penga punginum. Fimm spælarar, sum í fleiri
ár hava verið markantir í bestu deildini, eru
nú í B36: klaksvíkingarnir Hjalgrím Elttør,
Meinhardt Joensen og Símun Joensen og
Bárður Olsen úr Sundalagnum kunnu allir
roknast at gerast stuðlar. Dmitri Jankovic er
gamal kenningur í B36, og tað hevur ivaleyst
størstan týdning av øllum, at hann aftur
verður stýrimaður í miðverjuni. Royndirnar
siga, at Dmitri Jankovic lyftir avrikini hjá
fleiri av liðfeløgunum ikki so lítið.
Jákup á Borg, Klæmint Matras, Fróði
Clementsen og Herbert í Lon Jacobsen eru
millum veteranarnar, ið eru uppvaksnir í
fel ag num, og í nýggja B36 ættarliðnum eru
Jóan Pauli Dahl Jakobsen, Oddmar Færø,
Johan Ellingsgaard og ikki minst Róaldur
Jacobsen, sum tvey tey seinastu árini hevur
verið millum mest eyðsýndu spælararnar.
Christian Restorff Mouritsen vísti síðsta
heyst, at hann er komin seg rættuliga eftir at
hava verið skaðadarvaður, og Magnus Olsen
og Heini í Skorini eru eisini við í kappingini
um plássini á besta liðnum.
Í B36 er stóri spurningurin, hvussu tað
verður við Inga Højsted. Fyrrverandi Arsenal
unglingin hevur verið óvanliga nógv skaða
plágaður. Tað ber við sær, at hann sjálvandi
ikki er á støðinum, sum hann var á, tá ið
hann vandi saman við heimsstjørnunum í
London. Eingin ivast tó í, at tað fer at lyfta
B36miðvøllin, um Ingi verður førur fyri
at spæla. Eftir ársskiftið hevur hann verið
skaða plágaður, og nú fæst at síggja um tað
fer at eydnast Inga at koma fyri seg.
Sigfríður Clementsen tók um endan
í fjør, tá ið tað stóð ringast til. B36 og
Sigfríður hava áður vunnið nógv saman. Í ár
er Arnbjørn Danielsen hjálparvenjari. Hann
var á til tikna B36liðnum, sum í 1997 vann
fyrsta FM heitið í 25 ár.
Eingin ivi er um, at fyritreytirnar eru góð
ar fyri, at tað í ár fer at hilnast væl betri,
enn tað gjørdi í fjør. Hópurin tykist vera
so mik ið góður, at tað skal vilja illa til, um
kapp ing in ikki fer at snúgva seg um at vinna
heiðursmerki.
Málverjar
Jóan Pauli Dahl Jakobsen
Meinhardt Joensen
Terji Rasmussen
Verjuspælarar
Dmitri Jankovic (SERBIA)
Herbert í Lon
Oddmar Færø
Fróði Clementsen
Johan Ellingsgaard
Poul Arni Jacobsen
Símun Joensen
Miðvallarspælarar
Klæmint Matras
Heini í Skorini
Róaldur Jacobsen
Magnus Olsen
Ingi Højsted
Bárdur Olsen
Christian R. Mouritsen
Álopsspælarar
Jákup á Borg
Bergur Midjord
Hjalgrím Elttør
Høgni Eysturoy
Sigurð Carlsen
Venjarar
Sigfríður Skaale Clementsen, venjari
Arnbjørn Danielsen, hjálparvenjari
Magnus Poulsen, málmansvenjari
Tilgongd:
Meinhardt Joensen, Dmitri Jankovic,
Símun Joensen, Bárdur Olsen, Hjalgrím Elttør,
Fróði Clementsen, Heini í Skorini
og Sigurð Carlsen
Frágongd:
Bogi Hermansen, Dennis Holmberg,
Brima Koroma, Súni úr Hørg og Sam Malson
Bóltfelagið B36
Stovnað: 28. mars 1936
Formaður: Kristjan á Neystabø
Meistari (8): 1946, 1948, 1950, 15959, 1962, 1997,
2001, 2005
Steypavinnari (5): 1965, 1991, 2001, 2003, 2006
Greipuvinnari (1): 2001
Í bestu deildini (66 ár): 1942-1943, 1945-1984,
1986, 1988-
Í Europa (11): 1992, 1997, 1998, 1999, 2000, 2002,
2004, 2005, 2006, 2008, 2009
Bóltfelagið B36
www.b36.fo
Hópurin 2010
Kós móti tindinum
Spurningurin er, um tað fer at eydnast Sigfríði
Clementsen at fáa nýggju bygdamenninar at rigga
saman við teimum, ið eru uppvaksnir í árstalsfelagnum
og verjuskansanum Dmitri Jankovic