Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fótbóltur 2010 Sosialurin Klárir at bjóða av – So skjótt, vit skifta til summartíð, kemur ljósara tíðin og lýggjara veðrið, og so er hugurin har allíkavæl, sigur Herbert í Lon, ið telist millum teir elstu á B36-liðnum, sum í ár skal vísa, at vánaliga árið í fjør ikki endurtekur seg Metingin Árið í fjør var tað vánaligasta hjá B36 síðani 1994, tá felagið endaði á sjeynda plássi, men tey fægstu munnu síggja fyri sær, at líka illa skuldi ligið fyri í ár. Tvørturímóti hevur B36 styrkt sær hópin og tykist vera væl fyri til komandi kappingarárið. Óivað verður liðið við í kappingini um heiðursmerki og í øllum førum europeiskan fótbólt. Sunnudagin 28. september í 1997 var ein ungur maður fyrstu ferð at síggja á besta liðnum hjá B36, sum henda dagin spældi granna uppgerð ímóti HB. Hetta slagið um Havnina vann HB, men tað rørdi ikki B36-ararnar – og heldur ikki unga debutantin – tí liðið longu vikuna framm anundan í Vági hevði tryggjað sær fyrsta meistaraheitið í 35 ár! Ungi maðurin var Herbert í Lon, sum spældi við B36, til hann á sumri 2001 fór niður á politiskúla. Í 2004 var hann heima aftur og spældi tá við B68, men longu árið eftir var hann aftur at síggja í B36, og har hevur hann verið síðani. – Eg teljist skjótt millum teir elstu á liðnum, og tað verður eisini tyngri og tyngri at byrja venjingina aftur hvørt ár. Men so skjótt, vit skifta til summartíð, plagi eg at siga, at nú kemur ljósara tíðin og lýggjara veðrið, og so er hugurin har allíkavæl, sigur verjuspælarin, sum í vetur rundaði tey 30 árini. Fekk ongan enda Nú tað stundar til eina nýggja lands- kapping, stendur farna kappingarár fram vegis frískt í huganum, og Herbert við gongur, at tað er tað strævnasta, hann hevur verið við til í síni tíð á besta B36-liðnum. – Vit byrjaðu fínt, men rendu okkum so í ein ordans aldudal, sum vit næstan ikki komu úr aftur. Vit taptu nógvar dystir, og tá tað gekk væl, fingu vit bara javnt, sigur hann. Herbert í Lon sigur seg kortini vera bjartskygdan undan komandi kapp- ingini, tí hann heldur, at B36 hevur ein rímiligan hóp. – Eg haldi, at tað sær gott út. Vit hava fingið eitt sindur av fólki aftrat og hava mist onkran frá í fjør, so tað gongur kanska nøkulunda líka upp. Men tað er langur vegur frá áttanda plássinum í fjør og uppeftir, sigur hann. Hava góða breidd Sigfríður Clementsen er aftur venjari hjá B36, sum hann tvær ferðir hevur fingið eitt umfar víðari í europeisku kapp ingunum, so við stýrisvølin hava teir í B36 ein, sum teir kenna og sum kennir teir. – Hann hevur sín stíl og hevur fingið góð úrslit sum venjari, so upp á tann mátan sær gott út. Og um vit hyggja at sjálvum liðnum, so er kapping um øll pláss, sigur Herbert. – Vit í aftastu ketuni kunnu flyta mill um plássini, umframt at fleiri eru á miðjuni, sum kunnu koma aftur at spæla. So eg kenni meg ikki tryggari á pláss inum enn nakar annar. Kavin hevur gjørt sítt til, at venj- ingarnar úti í vetur ikki hava verið so nógvar, sum ynskiligt hevði verið, men Herbert í Lon heldur, at teir í B36 hava fyrireikað seg so væl, sum tað ber til. – Eg dugi ikki at meta um, hvussu hini liðini eru fyri, men eg haldi, at okk- ara lið er væl fyri, so vit eru klárir at taka kappingina upp og bjóða av. Tað ringasta sum kundi hent, vildi sjálvandi verið, um hetta árið fór at líkjast tí í fjør. Og skuldi tað blivið eitt pláss verri enn tá, vildi tað verið ein katastrofa, sigur hann. – Men eg eri við gott mót, tí í venj- ingardystunum hava vit til tíðir víst góðar taktir, so hesa ferð man fara at gangast betur hjá okkum. Minsta málið má vera at koma til europeiskan fótbólt, so tað eiga vit at leggja okkum eftir. Eg haldi at vit eru væl fyri, og eru vit klárir at takað kappingina upp og bjóða av