fríggjadagur 26. mars 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Fótbóltur 2010
Sosialurin
FC SuÐurOY
Í heyst eru tíggju ár liðin, síðani vágbingar
og VB-viðhaldsfólk fóru ovurfegin úr
Gundadali, eftir at tað var greitt, at VB
fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði vunnið
meistaraheitið. Millum lyklaspælararnar á
tí liðnum var Jón Pauli Olsen. Nú er hann
venjari í FC Suðuroy.
Millum spælararnar eru eisini tveir aðrir,
sum fyri tíggju árum síðani taldust millum
meistararnar. Teir eru Palli Augustinussen
og Dan Djurhuus, sum eru teir mest royndu
spælararnir í 2010-útgávuni.
Í fjør var Pól Thorsteinsson millum
stuðulsspælararnar á liðnum, ið vann sær
uppflyting, men veteranurin boðaði síðani
frá, at hann hevði ikki ætlanir um enn eina
ferð at spæla í fremstu røð. Pól hevur hildið
orð, tí hann er ikki á spælaralistanum. Um
hann so kortini verður at síggja seinni í
summar, fæst at síggja!
Suðuroyingarnir hava fingið tríggjar
útlendingar at hjálpa sær, og teir vóna, at
ein útlendingur aftrat kemur til Vágs. Áður
hevur tað ofta víst seg, at teir í Vági hava
verið hepnir við útlendskum spælarum.
Fyritreytirnar hjá FC Suðuroy at standa
seg eru nógv tengdar at, hvussu teir tríggir
útlendingarnir fara at hilnast.
33 ára gamli málverjin Stanislav Kuzma
úr Slovenia hevur royndir úr bestu deildini í
heimlandinum, umframt at hann hevur roynt
seg á Kypros. 19 ára gamli Mustafa Adamu
úr Ghana ætlast stóran leiklut í verjuni, og í
álopinum verður vónað, at 25 ára gamli Obi
Ikechukwu Charles úr Nigeria verður førur
fyri at gera um seg.
Veteranarnir í verjuni eru Suni úr
Hørg, Sonne Kjærbo og Kári í Lágabø.
Hinir verjuspælararnir hava ikki nógvar
royndir í fremstu røð – Heini Bech, Hallur
Poulsen, Teitur Tausen og Heini Vatnsdal.
Á miðvøllinum eru royndirnar heldur ikki
nógvar. Veteranarnir Palli Augustinussen
og Dan Djurhuus fara at spæla saman við
Hartmann Hansen, Henning Joensen og
Martin Tausen. Jón Krosslá Poulsen er
royndasti millum teirra, sum skulu hjálpa
nigerianska álopsspælaranum. Hinir eru
John Poulsen, Arthur Tausen og blaðungi
Tóki Brattalíð.
Vanliga verður roknað við, at allir
spælararnir møta til venjingar hvørt kvøld.
Soleiðis er tað ikki í Vági, men orsøkin er
einføld. Fleiri av suðuroyingunum, sum
spæla við FC Suðuroy, arbeiða norðanfjørðs.
Tí ber teimum bara til at venja um vikuskiftið.
Meðan teir eru í høvuðsstaðnum, venja teir
á Argjum.
Umstøðurnar eru ikki so góðar at
fyrireika seg til nýggja kappingarárið í Vági,
sum tær eru í hinum feløgunum. Men Jón
Pauli Olsen og hansara menn gremja seg
ikki. Teir kenna til umstøðurnar. Annaðhvørt
vikuskifti, frá kappingarbyrjan síðst í mars og
fram til miðjan oktober, ferðast teir norður
um Suðuroyarfjørð at spæla. Sammett við
hini feløgini, nýta suðuroyingarnir nógva tíð
til ferðing. Tað er teirra lutur.
Nú teir aftur royna seg í bestu deildini,
eru teir ikki lopnir á bláman. Vónin er, at
samanhald og arbeiðssemi skulu bera tey
stigini við sær, ið skulu til, um FC Suðuroy
eisini næsta ár skal spæla í bestu deildini.
Talan er um stóra avbjóðing, men í Vági
bakka tey ikki fyri avbjóðingum.
Málverjar
Staneslav Kuzma (SLOVENIA)
Rani Johannesen
Verjuspælarar
Suni úr Hørg
Karl Lisberg
Heini Vatnsdal
Sonne Kjærbo
Heini Bech
Hallur Poulsen
Mustafa (GHANA)
Miðvallarspælarar
Teitur Tausen
Kári í Lagabø
Martin Tausen
Palli Augustinussen
Henning Joensen
Dan Djurhuus
Jónstein Bech
Arthur Tausen
Mamuka (GEORGIA)
Álopspælarar
Jón Krosslá Poulsen
Obi Charles (NIGERIA)
John Poulsen
Tóki Brattalíð
Venjarar
Jón Pauli Olsen, venjari
Jakop Skaaning, hjálparvenjari
Tilgongd:
Stanislav Kuzma, Obi Charles, Mustafa,
Mamuka, John Poulsen og Tóki Brattalíð
Frágongd:
Hartmann Hansen, Pól Thorsteinsson,
Bjartur í Lagabø, Eyðstein í Lagabø,
Hallur Dam Joensen og Nenad Zivanovic
FC Suðuroy
www.fcsuduroy.com
Hópurin 2010
Brekkan brøtt í Vági
Setningurin hjá óroyndu suðuroyingunum
og útlendsku stuðlunum í FC Suðuroy er at
halda tørn um plássið í bestu deildini
FC Suðuroy
Stovnað: 1. januar 2010
Formaður: Bjarni Johansen
Meistari (0): Ongantíð
(VB 1 ferð)
Steypavinnari (0): Ongantíð
(VB 1 ferð)
Greipuvinnari (0): Ongantíð
Í bestu deildini (1 ár): 2010-
Í Europa (0) Ongantíð
(VB 2 ferðir)