fríggjadagur 26. mars 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Palli hugsar
lokalt
Palli Augustinussen ætlaði at brúka fyrsta
árið í Føroyum aftur, til at koma í venjing
aftur. Men hóast landsliðsvenjarin var
skjótur at senda boð eftir honum,
so er tað FC Suðuroy, ið upptekur
tankarnar hjá løgreglumanninum
Metingin
Tað er ein stór ábyrgd, ið hvílir á fáum herum. Menn sum Palli Augustinussen
og Dan Djurhuus skulu vísa vegin fyri mongu ungu leikararnar, sum millum lítlar
og ongar royndir hava frá bestu fótbóltsdeildini – og tær royndirnar, sum teir
hava, eru tvey ára gamlar. Men megna nakrir av evnaríku og ungu leikarunum at
traðka í karakter, so hevur FC Suðuroy ein realistiskan møguleika at hóra undan
í botnstríðnum.
Í fjør kom Palli Augustinussen heim
til VB/Sumba í næstbestu deildini og
ætlaði at spæla seg í form. Í hálvtfimta
ár hevur hann nomið sær útbúgving
sum løgreglumaður, og hesa tíðina
hevur tað verið so sum so við regluligari
fótbóltsvenjing.
– Eg ætlaði at brúka fyrsta árið til
at spæla meg í form. Í so máta passaði
tað mær fínt, at liðið lá í 1. deild,
greiðir Palli Augustinussen frá. Tískil
hevði hann ógvuliga ilt við at trúgva tí,
tá Brian Kerr ynskti at síggja hann til
landsliðsvenjing.
– Tað var eitt líka stórt yvirraskilsi
fyri meg, sum fyri øll onnur, fortelur
liðformaðurin hjá FC Suðuroy lítillátin.
Palli Augustinussen var partur av
bruttohópinum til dystin móti Serbia,
men hóast hann ongantíð er komin á
vøllin enn í landsliðshøpi, so heldur
Brian Kerr framvegis eitt gott eyga við
løgreglumanninum. Hetta fekk Palli
Augustinussen staðfest í farnu viku, tá
landsliðsvenjarin hevði sent boð eftir
honum til venjingardyst í Gundadali.
Sjálvur hugsar Palli Augustinussen
ikki so nógv um landsliðsfótbólt.
– Eg veit ikki, hvat eg skal siga til
tað. Eg eri ikki ungur longur og hugsi
fyrst og fremst um FC Suðuroy og tær
upp gávurnar, okkum standa fyri framm
an, sigur 29 ára gamli vág bingurin.
Støðufesti er lyklaorðið
Sjálvur metir Palli Augustinussen, at
fremsta uppgávan hjá honum og hinum
leik arunum í FC Suðuroy er at tryggja
liðnum støðufesti.
– Tað er gamaní at spæla væl í 1.
deild, men nú skulu vit inn at prógva
okkum millum teir bestu. Tað er
eisini her, vit hoyra heima og tað
er hetta, sum eg kenni til, sigur
Palli Augustinussen, sum spældi í
bestu deildini øll árini, áðrenn hann
fór niður í skúla.
– Ja, onkuntíð vóru vit heilt uppi í
toppinum. Tí er tað undir heilt øðr vísi
fortreytum, at vit nú eru aftur, tí nú er
fremsta uppgávan at stabilisera seg,
sigur Palli Augustinussen.
Hann hevur ábyrgd
Ein av fortreytunum fyri støðufesti er
royndir. Hesar hevur Palli Augustinussen
og hesar hevur eisini 31 ára gamli Dan
Djurhuus. Annars er tað í stóran mun
ungir mans, sum skulu mynda liðið hjá
FC Suðuroy.
Men er tað ikki ein trupulleiki tá, at
Palli Augustinussen hevur verið burtur
frá fótbóltinum í oynni so leingi?
– Míni bestu fótbóltsár eru farin
aftur um bak, tí hesi skulu eitast at
vera, frá tú ert 24 til 28 ára gamal. Tað
gerst so ikki við, men eg havi sanniliga
saknað at spælt við VB/Sumba hesi
árini, tá eg havi sitið og lurtað eftir
útvarpinum sunnudagar, sigur Palli
Augustinussen, sum tykist ógvuliga
motiveraður. Ikki minst, tí hann ikki
fekk nøkta tørvin við at spæla við eitt
nú Næstved og ÍF Føroyum.
– Eg havi saknað at spælt fyri
felagið, eg hoyri til. Tað er nógv stutt
ligari at spæla har og tað eru heilt aðrar
kenslur knýttar upp í tað. Vit kenna
hetta felagið og vit kenna áskoðararnar,
samstundis sum vit eisini kenna týdn
ingin av okkara avrikum fyri oynna,
greiðir Palli Augustinussen frá.
Eg havi saknað at spælt fyri
felagið eg hoyri til. Tað eru heilt
aðrar kenslur knýttar upp í tað