Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Fótbóltur 2010 Sosialurin b71 Tað er langt síðani tiltikna gullárið. Tað var í 1989, at B71 vann føroyameistaraheitið fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Millum teirra, sum nú manna B71 -liðið, ið enn eina ferð skal royna seg í bestu deildini, eru teir fáir, sum minnast aftur á, hvussu tað myndaðist í 1989. Frágreiðingin er einføld. Hóast flestu føroysku spælararnir vóru føddir undan stóra avrikinum í 1989, so vóru teir ógvuliga ungir. Fleiri lógu í barnavognunum, sum nýbakaðu og spentu foreldrini á Sandi trillaðu fram við vøllinum inni í Dalinum, meðan tey fylgdu liðnum á veg ímóti toppinum, og aðrir høvdu ikki meiri enn rokkið skúlaaldri. Tað hevur verið nógv tosað um 1989 og meistaraheitið, og tí vita spælararnir, sum nú manna B71 liðið, um hetta at siga. Um teir ikki hava fingið nóg mikið av 1989-søgum, so er møguleiki fyri tí. Tveir teirra, sum tá vóru á liðnum, hava nú ábyrgdina av B71- liðnum. Piotr Krakowski, sum í 1989 var miðvallarstýrimaður og spildurnýggjur í Føroyum, er venjari, og Eli Hentze, sum tá var 16 ára gamal evnaríkur álopsspælari, er hjálparvenjari. Eingin veit betur enn teir báðir, Piotr og Eli, at avbjóðingin er ógvuliga stór, nú farið verður undir 2010-kappingarárið. Sammett við hini feløgini, eru ikki so nógvir at taka av á Sandi. Fleiri teirra, sum áður hava verið á B71-liðnum í bestu deildini, spæla nú í øðrum feløgum, og tí hava fleiri teirra, sum nú skulu royna seg á besta liðnum, lítlar og ongar royndir í bestu deildini. Fýra spælarar eru komnir av Balkan til Sands at hjálpa til. Málverjin, Predrag Markovic, er gamal kenningur, sum í fleiri ár hevur víst, at hann er góður málverji. Í fjør var hann aftasti skansi á B71-liðnum, sum vann sær uppflyting. Setningurin verður at vinna í hvussu so er áttanda plássið. Fyrsta treytin fyri, at tað skal eydnast, er, at teir tríggir nýggju serbisku spælararnir verða lyklaspælarar: 29 ára gamli verjuspælarin, Bojan Zivic, sum sigst vera sera stinnur, 20 ára gamli miðvallarin, Marko Stanic, og 21 ára gamli álopsspælarin, Danilo Kovacevic. Brasiliumaðurin, Clayton Soares, hevur í fleiri ár verið B71-toppskjútti. Hann er ikki komin aftur til Sands í ár. Flestu av hinum spælarunum eru ókendir í bestu deildini, men tó er álopsspælarin, Símin Hansen, undantakið. Piotr Krakowski og Eli Hentze hava nógvar royndir, bæði sum spælarar og venj- arar. Teir kenna felagið og liðið, og teir kenna øll hini feløgini og allar hinar spælararnar í bestu deildini. Báðir eru teir fínir venjarar og ikki minst íblásarar. Hetta eru sera hent eyðkenni, nú sandoyingar og teir av Balkan skulu stríðast fyri at halda tørn um plássið í bestu deildini. Tað hava sandoyingar áður megnað, og um tað fer at eydnast í ár, so verður talan um frágera gott avrik! Málverjar Predrag Markovic (SERBIA) Gustav Hentze Petur Petersen Verjuspælarar Hanus Clementsen Johannes Jensen Frits Eið Allan Tungá Rúni Joensen Bojan Zivic (SERBIA) Tummas Clementsen Miðvallarspælarar Mikkjal Hentze Høgni Midjord Jón í Koytu Petersen Marko Stanic (SERBIA) Tórhallur Thomsen Finn Erik Thomsen Mads Hentze Álopsspælarar Símin Hansen Danilo Kovacevic (SEBIA) Ebbe Kristin Thomsen Venjarar Piotr Krakowski, venjari (PÓLAND) Tilgongd: Danilo Kovacevic, Marko Stanic, Bojan Zivic, Frits Eið og Finn Erik Thomsen Frágongd: Clayton Soares, Eirikur Poulsen, Tummas Pauli Olsen, Helgi A. Daly Finnbogason, Guðbjørn Sæmundsson, Ike Onyema Ikechukwu og Jónsvein Thomsen Sandoyar Ítróttarfelag www.b71-sandoy.com Hópurin 2010 Balkan og B71 á sama báti Gamli kenningurin, Piotr Krakowski, og fýra serbar skulu hjálpa sandoyingum at sleppa undan niðurflyting Sandoyar Ítróttarfelag, B71 Stovnað: 1. januar 1970 Formaður: Ragnar Fossdalsá Meistari (1): 1989 Steypavinnari (1): 1993 Greipuvinnari (0): Ongantíð Í bestu deildini (14 ár): 1989-1990, 1992-1997, 1999-2001, 2007- Í Europa (2): 1994, 1996