Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Fótbóltur 2010 Sosialurin Høgni hevur royndirnar Høgni Midjord spældi fyrsta dystin í landsins bestu fótbóltsdeild í 2007. Síðani hevur hann upplivað bæði niðurflyting og uppflyting, og nú vit skriva 2010 er hann aftur millum landsins bestu Metingin Sum nýtt lið í deildini er tað altíð trupult, og í so máta verður tað einki øðrvísi hjá B71. Við Símin Hansen sum einasta veruliga profilinum eru krøvini til einstøku leikararnar stór, samstundis sum nógv eisini stendur og fellur við styrkini hjá serbunum, ið eru knýttir at hópinum undan kappingarársbyrjan. Við einum sterkum serba í hvørjari ketu, kann tað eydnast B71 at lívbjarga sær. Annars verður tað ógvuliga trupult. Sum 16 ára gamal royndi Høgni Midjord fyri fyrstu ferð, hvussu tað var at spæla millum landsins bestu lið og leikarar. Hetta árið endaði B71 beint oman fyri niðurflytingarmarkið, men við 15 stig­ um niður til næsta liðið, hóraði B71 so ruddiliga undan í 2007. Árið eftir megnaðu Høgni og B71 ikki standa hinum liðunum kurl. Teir taptu 16 av 27 dystum – teirra millum 0­5 á Sandoy móti Víkingi og 6­0 fyri HB í Gundadali. Sostatt gjørdist 2008 árið, tá B71 fór niðuraftur í næstbestu deildina. Hetta, hóast liðið taldi profilar sum Clayton Soares, Wellington Soares og Gudmund Nielsen. Tað vóru eisini hesir menn, sum gjørdu flest málini fyri B71 hetta árið. Næstur teimum var 17 ára gamli Høgni Midjord við trimum málum. Teir báðir síðstnevndu profilarnir góv ust í B71 hetta sama árið. Clayton Soares var við at tryggja liðnum upp­ flyt ing í fjør, men er heldur ikki við longur. Tað merkir, at 19 ára gamli Høgni Midjord nú er tann leikarin, sum skjeyt flest mál, tá liðið vitjaði í bestu deildini seinast. Men hetta er ikki nakað, Høgni Midjord hugsar serliga nógv um. Hann tosar ikki um profilar og um mál, men lýsir heldur liðið sum eina savnaða eind. – Vit eru meira eitt lið nú og satsa ikki uppá, at einstakir leikarar avgera alt fyri okkum, sigur Høgni Midjord, sum kortini ikki sjálvur torir at lova, at hann nokk skal gera fleiri mál hesaferð enn seinast, hann spældi í landsins bestu fótbóltsdeild. – Men eg skal í øllum førum gera mítt besta, sigur hann. Vit yvirliva Seinast B71 taldist millum landsins bestu lið, gjørdist steðgurin í bestu deild ini tvey ár. Við upp­ flytingini í fjør tryggj aði B71 sær í minsta lagi eitt ár í hesi deild, og Høgni Midjord metir, at B71 avgjørt hevur møguleika at leingja um steðgin. – Vit koma neyvan at kappast í topp inum, tað eru vit greiðir yvir. Men eg haldi absolutt, at vit hava okkurt at bjóða uppá, so eg eri rættiliga vísur í, at vit verða hangandi í deildini, heldur Høgni Midjord. Ungi skálvíkingurin sigur tað vera ógvuliga trupult at meta um, júst hvar B71 kemur at enda á stigatalvuni. Hann heldur, at deildin telur so nógv góð lið, men eitt sjeynda pláss er kortini ikki órealistiskt, metir Høgni Midjord. Nógv broytt Við tað, at hann hevur spælt í bestu før oysku fótbóltsdeildini áður, so hev ur Høgni Midjord eisini okkurt at saman­ bera við, nú hann og B71 vitja aftur. Men hann ásannar, at nógv er broytt hesi árini. – Vit hava ongar brasiliumenn á lið num longur, sigur Høgni og nevnir síðani menn sum Eirik Poulsen, Ras­ mus Nielsen, Símun Rógva Hansen og Gudmund Nielsen, sum eisini vóru við í 2008. Í fjør hevði B71 eisini tveir ís­ lend ingar í hópinum, men hesir eru held ur ikki við longur. Nógvu broytingarnar á leikara øk­ inum hava eisini ført til aðrar broytingar við liðnum. – Vit hava fingið tríggjar serbar aftrat í hópin, ein verjuleikara, ein mið­ vallarleikara og ein áleypara. Við teim­ um er heilt øðrvísi og vit hava broytt spælistíl í mun til fyrr, sigur Høgni Midjord, sum tó heldur, at hesin nýggi spæli háttur kann tryggja teimum eitt ár í deild ini aftrat. Vit eru meira eitt lið nú og satsa ikki uppá, at einstakir leikarar avgera alt fyri okkum