fríggjadagur 26. mars 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Í bestu og næstbestu donsku fótbóltsdeildini
spæla fimm føroyskir landsliðsleikarar. Hjá
teimum er ikki einans støði, men eisini
støðan ógvuliga ymisk.
Hyggja vit at toppinum í donskum fótbólti,
so skulu vit ikki nógv pláss niður, áðrenn
vit renna okkum í Silkeborg og Christian
Lamhauge Holst. Í fjør spældu liðið og hann
í næstbestu donsku deildini, men nú kappast
Silkeborg og Holst um bronsuheiðursmerki í
donsku fótbóltslandskappingini. Ein støða,
sum kemur óvart á tey flestu.
– Vit eru sera yvirraskaðir. Ikki minst,
tí vit upp á ongan máta imponeraðu
sein asta kappingarár, men spæla
frálíkan fótbólt nú, sigur Christian
Lamhauge Holst, sum ikki vil
hoyra talan um, at teir eru
hepnir og tað er orsøkin til
góðu gongdina.
Atli spælir við Roskilde
Gongst tað væl hjá Silkeborg
og Holst, so ber ikki til at siga tað
sama um støðuna hjá feløgunum
hjá hinum útiset um okkara. Atli
Danielsen, sum sein asta kappingarár
varð kosin ársins leikari í Frem, gjørdi
eitt stutt rend heim til KÍ og er nú aftur í
Danmark og næstbestu deildini.
Mest upplagt vildi helst verið at farið
aftur til Frem, har hann spældi í hálvttriðja
ár, áðrenn hann í fjør fór heim at hjálpa
barn dómsfelagnum. Men eftir at Atli fór
heim, vórðu bæði nevnd og venjari skift út
í Frem, og tá Atli Danielsen ongantíð hoyrdi
aftur frá felagnum, valdi hann at taka av
tilboðnum í Roskilde.
Ein nýggj avbjóðing til landsliðs
leikaran, sum tó kennir fleiri andlit
aftur í Ros kilde. Tríggir av hansara
fyrrverandi liðfeløg um í Frem
spæla nú við FC Roskilde, eins og liðið eisini
hevur fyrrverandi Fremvenjaran, Anders
Theil, sum hjálparvenjara.
– Støðið og umstøðurnar eru tær somu
sum í Frem, og vit koma at stríðast fyri at
yvir liva í deildini, sigur klaksvíkingurin í
Roskilde.
Tríggir føroyingar í Frem
Beinleiðis kappingarneytar í botnstríðnum
eru landsliðsliðfelagarnir Bogi Løkin, Andre
as Lava Olsen og Jónas Þór Næs í fyrrverandi
felagi hansara Frem.
Felags fyri teir tríggjar føroyingarnar í
Frem er, at teir allir eru partur av hópinum
hjá Christian Andreasen og landsliðshópinum
hjá Brian Kerr. Í størri og minni mun hava teir
allir verið við í venjingardystunum hjá besta
liðnum, men tíverri fyri Andreas Lava Olsen
rendi hann seg í ein skaða rættiliga skjótt.
Hetta eftir, at hann hevði gjørt ógvuliga
positivt vart við seg og skorað okkurt mál.
Men í Frem rokna tey við leirvíkinginum,
eins og Bogi Løkin hevur havt ein sentralan
leiklut í nógvum venjingardystum, meðan
Jónas Þór Næs eisini er sloppin upp í part
fyri tað mesta.
Føroyingar aðrastaðni
Umframt teir fimm landsliðsleikararnar, so
finnast eisini føroyingar í øðrum feløgum
í Danmark. Eitt nú spæla teir báðir Erling
Jacobsen og Páll Klettskarð við Vanløse
í triðbestu donsku deildini. Meðan Erling
Jacob sen hevur verið nógv skaddur, so hevur
tað gingið sera væl hjá Páll Klett skarð,
sum hevur skorað fleiri mál í venjingar
dystunum.
Og í Køge roynir málverjin á U21lands
liðnum Hans Jørgensen at sleppa upp í
part, har hann er skrásettur á talentliði
felagsins.
Munur á
Christian
og rest
Føroyingarnir í Frem stríðast fyri
bjargingini í næstbestu donsku deildini,
og nýggja liðið hjá Atla Danielsen
hevur tað heldur ikki hevur tað
lætt. Hinvegin stórtrívast Holst og
Silkeborg millum tey bestu í Danmark