fríggjadagur 26. mars 2010síða 50
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Danskarar hava ment ein nýggjan fótbólt,
Sensational 1, sum er skraddaraseymaður
til kvinnur. Hann er 65 sentimetrar í ummáli,
vigar 360 gram, hevur 92 prosent av støddini
á einum vanligum bólki, umframt at hann er
»fastur í tí«, so talan er um ein lættan bólt,
ið tó ikki kennist ov lættur.
– Vanliga hava kvinnur ikki havt annað val
enn at spælt við tunga fótbóltinum í stødd
5, sum er gjørdur til mannfólk. Vansin er
bara, at tann bólturin ger, at kvinnur eru í
seks ferðir størri vanda fyri at fáa skaða –
serliga rundan um knø og fótliðir – tí bólt
urin er stórur og vigar nógv, samstundis
sum hann tekur ferðina av spælinum, sigur
Majken Gilmartin, gentuvenjari hjá B93, ið
er ein teirra, sum eigur hugskotið til nýggja
bóltin.
Bólturin er millum annað minni til um
máls, so hann svarar til støddina á kvinnu
fótinum. Kvinnur hava sum oftast styttri
føtur enn menn, so tí má bólturin vera eitt
sindur minni, skulu tær raka hann á sama
staði á fótinum, sum menn gera.
Majken Gilmartin og hini, sum hava ment
henda nýggja bóltin, vísa eisini til kanningar,
sum siga, at kvinnur hava betri hug at íðka
liðítrótt, enn at renna. Somuleiðis verður víst
á, at FIFAforsetin, Sepp Blatter, sigur seg
rokna við, at í 2014 eru líka nógvar kvinnur
sum menn, ið spæla fótbólt.
– Tað, at bólturin er lættari, fer at gera
kvinnufótbólt meira áhugaverdan, og tí fer
hann eisini at verða tikin meira í álvara. Við
nýggja bóltinum verður tað søga, at gentur
og kvinnur ikki kunnu fáa bóltin ordiliga
innfyri, tá tær skjóta eitt nú hornaspark,
sigur Majken Gilmartin um bóltin, sum
longu er seldur til Týsklands, umframt at
FIFA hevur víst honum stóran áhuga.
Ljóðar áhugavert
Sum skilst, er hesin nýggi bólturin ikki komin
til Føroya enn, men fleiri vita um hann, so
tað kundi verið so skjótt, at Sensational 1
eisini sást á føroysku vøllunum, tá kvinnur
vandu og spældu dyst.
– Kropsliga styrkin hjá kvinnum er um
leið ein triðing minni enn hjá monnum, so
í veruleikanum er tað eitt sindur órímiligt,
at tær skulu spæla við sama bólti sum
menninir. Eitt nú í kvinnuhondbólti spæla
tær við einum minni bólti, so aðrar ítróttar
greinar duga at síggja munin og gera nak
að við hann, sigur venjarin hjá føroyska
kvinnulandsliðnum, Álvur Hansen, sum eisini
er fysioterapeutur.
– Munur er á kvinnufótbóltinum í Før
oyum og aðrastaðni, tí okkara klára gjøg
numgangandi ikki at skjóta líka hart og
langt. Vit síggja ikki serliga nógvar 50 metra
langar sendingar í føroyskum kvinnufótbólti,
men tað høvdu vit helst gjørt við einum
minni og lættari bólti, sum óivað vildi gjørt
spælið meira áhugavert. Fyri nøkrum árum
síðani brúktu vit eisini smærri bóltar hjá
kvinnunum.
Álvur Hansen heldur, at skal hesin nýggi
bólturin til Føroya, so má Fótbóltssambandið
onkursvegna standa fyri tí, so bólturin verður
brúktur til venjing og dyst allastaðni.
– Ein lættari bóltur hevði bara verið ein
fyrimunur á okkara stigi, tí tá hevði bor
ið til at gjørt ting við bóltinum, sum eru
áskoð aravinarligari, og eisini hevði tað
verið stuttligari hjá gentunum at sparkað
longur og gjørt fleiri finessir. Vit vita jú, at
fráfallið er so stórt, tí genturnar ikki halda
seg vera nóg góðar, men tað kundi ein
nýggjur bóltur kanska gjørt nakað við, sigur
landsliðsvenjarin.
– Enn kenni eg ikki annað til henda bóltin,
enn eg havi lisið meg til, men sum tað ljóðar,
er hetta ein seriøs og lovandi roynd at flyta
kvinnufótbóltin upp á eitt hægri stig. Um
hesin nýggi bólturin fekk eina góðkenning
frá FIFA, kundu vit í Føroyum kanska verið
millum tey fyrstu at tikið við honum, so vit
beinanvegin kundu fingið gagn av teimum
fyrimunum, ið fylgja við.
Kollveltandi kvinnubóltur
– Kropsliga styrkin hjá kvinnum er umleið ein triðing minni enn hjá monnum,
so í veruleikanum er tað eitt sindur órímiligt, at tær skulu spæla við sama bólti
sum menninir, sigur landsliðsvenjarin hjá kvinnunum, Álvur Hansen, sum
eisini er fysioterapetur. Hann heldur nýggja kvinnubóltin ljóða spennandi