fríggjadagur 26. mars 2010síða 52
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Á Kløvermarkini á Amager, har føroyska
útisetafelagið ÍF Føroyar venur og spælir
sínar dystir, eru tað fleiri fótbóltsvallir enn
tað eru í Føroyum yvirhøvur.
Tvær ferðir um vikuna eigur ÍF Føroyar
rættindini til at venja á einum av hesum
vallum í hálvanannan tíma. Hesa løtuna
kanst tú hoyra alt frá øgiligum illbønum,
sum ikki hóska seg á prenti, frá onkrum
suðuroyingi til okkurt »píka, faka« frá
einum eysturoyingi. Allir leikararnir koma
við hvør sínari bakgrund. Teir flestu lesa
eisini hvør sítt fak, so ymisleikin er øgiligur
í ÍF Føroyum.
Hetta varð eisini staðfest so ruddiliga
til seinasta venjingardystin hjá besta mans
liðnum. Teir 11 leikararnir, sum byrjaðu
inni, hava slitið sínar fyrstu gaggur í níggju
ymiskum feløgum.
Telja vit síðani restina av 1. liðshópinum,
næst og triðbesta mansliðið og allar kvinn
ur nar við, so munnu tað vera ógvuliga fá fót
bóltsfeløg í Føroyum, sum ikki eru umboðað
í ÍF Føroyum.
Áhugavert er tað eisini, at tað eru lut
falsliga nógvir góðir leikarar, sum eru við
at mynda ÍF Føroyar. Leikaralistin fyri besta
mansliðið telur fleiri leikarar, sum hava
umboðað Alandslið okkara, umframt at
rættiliga nógvir av leikarunum hava spælt
á ungdómslandsliðum og annars hava ver
ið profilar í teimum feløgum, teir eru upp
vaksnir í.
Sterkari enn nakrantíð
Triðja árið á rað eitur venjarin hjá besta
mansliðnum Sigmund Mikkelsen. Áður
hevur hann havt Eyðun Hentze Højgaard
aftrat sær, men síðani fjørsummar hevur
hann verið einsamallur við róðrið.
Sambært Sigmundi Mikkelsen er málið
fyri kappingarárið hjá hansara liðið einfalt:
– Liðið skal flyta upp.
Av tí sama eru nakrar broytingar gjørdar
í mun til undanfarnu árini. Millum annað
hevur Sigmund Mikkelsen sett navn á 20
leikarar, sum eru partur av 1. liðshópinum.
– Vit venja nógv harðari nú og talan er
absolutt ikki um nakran sosialan bindiklub.
Tí skulu leikararnir eisini hava eina øgiliga
góða grund fyri ikki at møta til venjing, sigur
Sigmund Mikkelsen.
Í fjør mettu teir báðir venjararnir
undan kappingarársbyrjan, at liðið tá var
minst líka sterkt sum tað, ið kappaðist í
Keypmannahavnardeildini fyri nøkrum árum
síðani.
Í mun til tað er ársins lið avgjørt ikki
viknað, kanska tvørturímóti er tað styrkt.
Bjóða føroyskum liðum av
Leikaralistin vísir eisini, at hópurin er sterkur.
Og hóast tað er trupult at samanbera,
so metir Sigmund Mikkelsen, at hansara
lið hevði staðið seg í bestu føroysku
fótbóltsdeildini.
– Um vit vandu fimm ferðir um vikuna,
so meti eg heilt víst, at vit ikki høvdu flutt
niður úr Vodafonedeildini, sigur Sigmund
Mikkelsen, sum heldur enn fegin hevði
sæð sínar mans tikið dystin upp við eitt
Vodafonelið.
– Vit hava tosað um tað og halda allir,
at tað hevði verið øgiliga stuttligt at spælt
ein dyst í móti einum Vodafoneliði, tá vit eru
heima í summarfrí, sigur Sigmund Mikkelsen,
venjari hjá besta liðnum hjá ÍF Føroyum, sum
harvið hevur bjóðað føroysku liðunum av til
venjingardyst í summar.
ÍF Føroyar er saman-
hald og samleiki
Tað er tað líka mikið, um tú bara hevur spælt við LÍF ella ert skrásettur fyri
A-landsdystir. Í ÍF Føroyum er felagsnevnarin før oyska blóðið og kappingar-
neyt arnir eru danir burturav
1. lið hjá ÍF Føroyum
Málverjar
Heini Kristiansen
Skála
Sjúrður Petersen
NSÍ
Verjuspælarar
Jóhan Hendrik Ellefsen
MB
Kaj á Stongum
SÍ
Jóhan Viderø Gunnarsson B36
Rani Debes Christiansen HB
Magni Høgnesen
LÍF
Arnold Berg
Skála
Rasmus Nolsøe
TB
Ovi Brim
B68
Miðvallarspælarar
Emil Nolsøe Leifsson
HB
Jákup Olsen
VB
Jóhan Petur Holm
HB
Niels Joensen
B36
Rókur av Fløtum
Jespersen
HB
Frank Joensen
KÍ
Pætur Dahl
HB
Álopspælarar
Hanus Eliasen
ÍF
Erling Fles
KÍ
Rói Jacobsen
Skála
Út fyri hvørjum spælara stendur
upprunafelag hansara í Føroyum
Sigmund Mikkelsen stendur og eygleiðir ein venjingardyst saman við Erlingi Fles, Rana D. Christiansen og Kaj á Stongum