mánadagur 29. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 61 - 29. mars 2010
Kanna fólkadráp
Donsku myndugleikarnir kanna nú, um nakar av
teimum, sum vóru uppi í fólkamorðinum í
Rwanda í 1994, fjalir seg í Danmark. Danska
ákæruvaldið hevur havt fólk í Rwanda, har tey
hava leitað eftir upplýsingum um fólk úr Rwanda,
sum búgva í Danmark. Nógv fólk hava verið
undir illgruna, men Lars Plum, vararíkisadvokatur,
sigur við DR, at tey flestu eru ikki undir illgruna
longur. Meiri vil hann ikki siga. Meiri enn
800.000 fólk doyðu í fólkamorðinum í Rwanda í
1994, og fleiri av drápsmonnunum fjala seg enn.
Rík skulu rinda heimahjálp
Radikali flokkurin í Danmark er komin á pallin við einum uppskoti,
sum uttan iva kann elva til eitt lívligt orðaskifti. Flokkurin sigur, at
stakir fólkapensjonistar, sum hava eina inntøku oman fyri 281.000
krónur um árið, skulu rinda fyri at fáa heimahjálp. Fyri hjún ella
sambúgvandi fólkapensjonistar skal markið vera 328.000 krónur. Ein
meiningakanning hjá Megafon vísir, at 58 prosent av danska
fólkinum taka undir við, at fólkapensjonistar, sum hava ráð til tess,
rinda fyri heimahjálpina. 36 prosent eru ímóti.
Annika Olsen fer nú á
fund við Leirvíkingar
um tiltikna vegin til
Norðoyartunnilin,
men hon tekur tað
rættiliga alvorligt, at
býráðið hóttir við at
seta tiltøk í verk, sum
bera í sær, at vegurin
verður kappaður av
NorðoyatuNNiliN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Beint eftir páskir fer Annika
Olsen, landsstýriskvinna í
innlendismálum, á fund við
býráðið í Eysturkommunu
fyri at vita um tað ber til at
finna eina loysn á føroya
mest umstrídda vegastrekki,
sum er vegurin ígjøgnum
Leirvík í sambandi við
Norð oyatunnilin.
Fundurin er komin í lag
eftir at býráðið í eystur
komm unu gjørdu bart her
fyri og kravdi, at vegurin,
sum er bundin í komm unu
vegin verður grivin upp
bein anvegin, sáddur við
grasi og handaður komm
ununi aftur í sama standi,
hann á sinni varð latin til
vegin til Norðoyatunnilin.
Hetta merkir í veru leik
anum, at vegurin til Norð
oyatunnilin verður grivin
av so at øll ferðsla ígjøgnum
tunnilin má halda uppat.
Orsøkin til, at býráðið fer
so harðliga til verka, er
sjálvandi, at tað hevur drig
ið so leingi út at gera vegin
og at heldur onki røkist fyri,
at nakað hendir við tað
fyrsta.
Men tað er rættiliga fallið
landsstýriskvinnuni
fyri
bróstið, at býráðið hevur
hótt við tiltøkum, sum í
veru leikanum føra við sær,
at tunnilin verður stongdur
fyri ferðslu.
– Eg havi skrivað býráð
num
í
Eysturkommunu
skriv, har eg havi boðað frá,
at tað ber ikki til at sam
ráðast við eini slíkari hóttan
hangandi yvir høvdinum.
Hon skilir, at býráðið
fatar álvaran í málinum og
at hóttanin tískil er tikin
aftur.
– Hóast eg skilji væl, at
tolið er uppi, kann eg ikki
samráðast við einum revolv
ara fyri pannuni, sig ur hon.
Royna at finna semju
Sostatt hevur Annika Olsen
avtalað at hitta býráðið á
fundi.
– Á fundinum fari eg at
royna at fáa greiði á, akku
rát, hvussu málið liggur og
endamálið er so sjálvandi
eisini at fáa at vita, hvat vit
kunnu semjast um á øki
num.
Sostatt vónar hon at finna
eina skilagóða loysn, sum
báðir partar kunnu vera
nøgdir við.
Hartil kemur so eisini, at
enn er ógreitt, hvat verk ætl
anin kostar. Settar eru 40
milliónir av til endamálið,
men metingarnar vísa, at
tað kostar 50. Seinastu
tíðina hava tey tískil roynt
at samráðast seg fram til
ein lægri prís.
Tá ið tað er greitt, hvat
semja fæst um og, hvat tað
kostar, fer Annika Olsen at
royna at fáa undirtøku í
samgonguni fyri at seta tað
í verk.
Eftir páskir verð
ur fundur ímill
um lands stýrið og
býráðið í Eystur
komm unu um vegin
í sambandi við Norð
oyatunnilin. Spyrst
onki burtur úr, eru
vit til reiðar at gera
álvara av ætlanini um
at stongja vegin, sigur
Jóhan Christiansen,
borgarstjóri
NorðoyatuNNiliN
Áki Bertholdsen
– Finna vit ikki eina nøkt
andi semju eru vit til reiðar
at ganga plankan út.
Jóhan Christiansen, borg
arstjóri í Eysturkommunu,
sigur, at teir næstu dagarnir
verða avgerðandi fyri um
býráðið fer at krevja, at
veg urin í samandi við Norð
oyatunnilin verður stongdur
ella ikki.
Eftir páskir skal fundur
verða
ímillum
Anniku
Olsen, landsstýriskvinnu í
innlendismálum, og býráðið
í Eysturkommunu um vegin
í sambandi við Norð oya
tunnilin.
Fundurin er komin í lag
eftir at býráðið herfyri ein
mælt noktaði at longja
loyvið at knýta tunnilsvegin
í tann kommunala vegin.
Samstundis hevur býráðið
kravt, at er tað so, at veg
urin, sum nú er til tunnilin
ikki er ein partur av ætlaða
framtíðarvegnum,
men
kem ur at liggja sum ein
blindtarmur,
skal
hann
bein anvegin gravast upp,
sáast við grasi, so at lendið
kann handast aftur í sama
standi, sum tað á sinni varð
latið til vegin.
Orsøkin til at býráðið
hevur tikið so ógvuslig
stig, er, at tey nú hava mist
tolið, eftir at ongin loysn
fram vegis er í eygsjón á
vegnum ígjøgnum Leirvík
í sam bandi við tunnilin,
hóast mál ið er fleiri ára
gam alt.
Ganga plankan út
Síðani er fundur avtalaður
við landsstýriskvinnuna og
hann verður eftir páskir.
– Úrslitið av tí fundinum
verður avgerandi fyri, hvat
vit gera, sigur borgar stjór
in.
Hann leggur dent á, at
spyrst ikki eitt nøktandi
úrslit burtur úr, eru tey til
reiðar at ganga plankan út,
sum hann málber seg.
Tað merkir, at býráðið fer
at taka stig, sum bera í sær,
at tunnilsvegurin verður
stongdur ein stóran part av
sólarringinum.
– Og tað verður rættiliga
skjótt eftir fundin, at tey
tiltøkini verða sett í verk.
– Vit hava eina einmælta
býráðssamtykt
at
halda
okk um til og hana mugu vit
virða, leggur hann afturat.
– Tað er kommunan, sum
skal geva loyvi til at binda í
kommunalan veg, men tað
loyvið hava vit givið undir
skeivum fortreytum, tí onki
er hent og sostatt er tað nú
tikið aftur.
Annars leggur hann aft
ur at, at tað er semja um,
hvussu vegurin skal leggj
ast. Men Løgtingið til ikki
játta neyðugu upphæddini,
so at arbeiðið kann gerast
og tað er har hundurin er
grivin.
Avmarkaður stongsil
Hann sigur, at Býráðið hev
ur fingið tvey løgfrøðilig
upprit um málið og eftir
teimum er tað greitt, at tað
er kommununan, sum hevur
valdið á tí kommunala veg
num.
Hinvegin ber ikki til at
stongja tunnilsvegin heilt.
– Men býráðið hevur
fulla heimild at seta ein av
markaðan stongsul í verk.
Tað merkir at vegurin
skal stongjast, so at ferðslan
bara verður leidd ígjøgnum
ávísar tíðir eftir leiðbeining
frá kommununi.
Merkir tað so, at vegurin
verður
stongdur
ávísar
par t ar av døgninum?
– Eg vil heldur siga, at
tað merkir, at hann bara
verður opin ávísar partar av
døgninum,
sigur
Jóhan
Christiansen.
Hvussu nógvar tímar,
vegurin verður opin, dugir
hann ikki at siga.
Men hann sigur, at helst
verður tað gjørt soleiðis, at
krav verður sent Norðoya
tunlinum um at seta bumm
fyri vegin, sum bara skal
vera opin ávísar klokkutíðir,
sum kommunan ásetir.
Ramasti álvari
– Hetta er ramasta alvor.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu
kenn ir onki til tað, sum Annika Olsen førir fram í hinari
greinini um, at samtyktin um at stongja vegin í Sambandi
við Norðoyatunnilin er tikin aftur.
– Samtyktin stendur við, men tað er rætt, at vit hava
parkerað hana til fundurin við Anniku Olsen hevur ver
ið.
Úrslitið av fundinum verður avgerandi fyri, hvat víð
ari hendir, tí finna vit ikki eina semju, vit í býráðnum
eru nøgd við, eru vit til reiðar at seta samtyktina í verk,
sum í veruleikanum førir við sær, at ferðalan ígjøgnum
Norðoyatunnilin verður stongd ein stóran part av sólar
ringinum.
Talan verður ikki um at stongja vegin heilt, tí so er
mest sannlíkt, at krav verður sett fram um, at hann skal
latast upp aftur út frá einum samfelagsligum neyð
rættar ligum sjónarmiði.
Men kommunan hevur myndugleika á kommunalum
vegi og ongin kann forða okkum í at seta avmarkaðan
stongsul í verk, sigur borgarstjórin.
Vil ikki samráðast undir trýsti
Norðoyatunnilin steingjast
fleiri tímar um samdøgurið
Nú skal tað vera egg ella ungi og eftir páskir fáa vit at vita um
býráðið í Eysturkommunu fer krevja, at bummur verður settur
fyri vegin í sambandi við Norðoyatunnilin, so at hann verður
stongdur ein stóran part av samdøgurinum