Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 61 - 29. mars 2010 Ólavsøkukonsertin verður partur av heildartiltaki Seinastu tvey árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt miðvíst við at broyta sjálvt heildar­ konseptið viðvíkjandi ólavsøkuni. Í ár verður ólavsøkukonsertin partur av hesum konsepti og ikki fyriskipað av øðrum. Orsøkin er í høvuðsheitinum, at kommunan gjøgnum fleiri ár hevur roynt at broyta ólavsøkuna, at samskipa hana betri, at nútímansgera og gera samlaða tiltakið meira fólksligt. Ólavsøku konsertin verður sostatt samskipað við alt annað, sum kommunan skipar fyri. Sjálvt konseptið verður víðkað, høvuðskonsertin verður hildin niðri í Tórsgøtu tann 27. juli, men bólkarnir koma eisini at spæla á Tórspalli og á pallinum á Skálatrøð. Tónleikatiltak verður eisini í Perluni. Atgongumerki verða bara seld til tiltakið í Tórsgøtu, hini tiltøkini eru ókeypis. Eins og í fjør verður ólavsøkan í ár mið­ savnað um økið frá Vaglinum og út á Skálatrøð Ólavsøka Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tey flestu munnu vera samd um, at tað hepnaðist bara heilt væl at flyta tivoli úr Kommunuskúlagarðinum út á Skálatrøð á ólavsøku í fjør. Tí hevur Tórshavnar Komm una eisini valt at end urtaka succéina í ár. Sambært Heðin Mort en­ sen, borgarstjóra, verður tjóðarhátíðin miðsavnað av Vaglinum oman í Vagsbotn, Tórsgøtu og út í Skálatrøð. Harvið ikki sagt, at hini ólavsøkuøkini verða mann­ tóm, tí sum kunnugt eru til­ tøk eisini uppi við KFUM, í Sjónleikarhúsinum, í Sankta Frans Skúla og heilt oman á Kongabrúnna. Ætlanin er, at skipa fyri ókeypis undirhaldi við tón­ leiki á pallinum á Vaglinum. Eisini verða pallar settir upp aðrastaðni, eitt nú í Vágsbotni, í Tórsgøtu og í Perluni. Úti á Skálatrøð verða til­ boð til børn, sum Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri. Eisini og í fjør verða eisini ókeypis tilboð til børnini. Uppi við tinghúsið verða eisini tiltøk, bæði í garð in­ um og framvið Ting hús­ vegnum í Degns Húsi og hjá Heinesen. Enn ber til hjá fólki, sum hava hugskot ella viðmerk­ ingar, at venda sær til komm ununa fyri at gera sína ávirkan galdandi. Obama á takkarferð Amerikanski forsetin, Barack Obama, kom í gjár til Afghanistan, og sjálvur segði hann, at ørindini vóru at takka teimum amerikonsku hermonnunum fyri tað, sum teir gera har. Obama hevur eisini onnur ørindi. Beint eftir at hann var komin til Kabul, hitti hann amerikanska herovastan Stanley McChrystal, amerikanska sendiharran, Karl Eikenberr, og síðani fór hann á fund við afghanska forsetan, Hamid Karzai. Politiskir eygleiðarar siga, at Obama vil hava Karzai at steðga teirri umfatandi korrupsjónini, og at hann skuldi tosa við afghanskar ráðharrar um tað í dag. Fyri fyrstu ferð nakrantíð skipar kommunan sjálv fyri ólavsøkukonsertini tann 27. juli. Væl­ umtókta danski tónleikabólkurin Dúné verður út ­ lendska høvuðs navnið Ólavsøka Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Eitt stórt útlendskt navn skal lokka føroyingar om an í Tórsgøtu til ólav­ søkukonsertina í ár. Rock­ bólkurin, sum spældi til X­Factorfinaluna í Parkini leygarkvøldið, Dúné, hevur játtað at koma til Føroyar á ólavsøku. Sambært Tórshavnar Kommunu, verður ólav­ søku konsertin í ár partur av einum heildartilboði, sum kommunan sjálv skip ar fyri. Sagt verður, at orsøkin er, at kommunan gjøgnum fleiri ár hevur roynt at broyta og sam­ skipa ólavsøkuna betri, so hon verður ein meira samlað eind. Sambært kommununi verður sjálvt konseptið víðkað, so høvuðskonsertin verður niðri í Tórsgøtu tann 27. juli, men bólkarnir koma eisini at spæla á Tórspalli og á pallinum á Skálatrøð. Harumframt verður tónleikatiltak í Perluni. Meðan fólk skulu rinda fyri at sleppa á kon sertina í Tórsgøtu, verða øll hini tónleikatilboðini ókeypis. Dúné til Føroyar Danski tónleikabólkurin Dúné verður út lendska høv uðs ­ navnið á ólav søku­ kon sert ini. Fyrra árið vann bólk urin allar størstu tón­ leika heiðurs­ lønirnar í Danmark, P3 gull og ársins navn, ársins bólkur og ársins album á Danish Music Awards. Higartil er kunngjørt, at føroysku høvuðsnøvnini verða Páll Finnur Páll, Jens Marni Hansen, Craw­ l ing Blue og Bet You Are William. Og hesaferð verð­ ur Underbeat í Perluni. Kommunan skipar sjálv ólavsøku konsertina Fyrireika ólavsøkuna í góðari tíð Dúné, verður útlendska høvuðsnavnið á ólavsøkukonsertini. Bólkurin hevur fingið allar tær størstu tónleikaheiðurslønirnar í Danmark, P3 gull og ársins navn, ársins bólkur og ársins album á Danish Music Awards fyrra árið.