týsdagur 30. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 62 - 30. mars 2010
»The Danny Crowe
show« skákar sær undan
moralskum peikifingrum
í eini viðkomandi søgu,
sum er um at kódna í
forminum
Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hon sigur tað so vakurt, Lynette,
í byrjanini av leikinum: »Danny
hevur bara tíð til tey seriøst fuck
aðu í høvdinum«
Sjálv stendur hon við einum
seriøst fuckaðum kroppi, tí ein
sjeikur lovaði at lána henni pengar
til eina plastikskurðviðgerð og
tvey giga stór bróst. Men shit
happens rættiliga ofta í lívinum
hjá Lynette, og vælvildin hjá
vinmanninum rakk bara til annað
bróstið. Spell, men onki er so av
skeplað, ússaligt ella syrgiligt, at
tað ikki kann skaffa tær nakrar
minuttir á »The Danny Crowe
Show«. Tvørturímóti, og Lynette
er sinnað at útnytta støðuna so
langt, sum yvirhøvur neyðugt.
Eisini um hon verður noydd at
taka kappingina upp við Peter og
systur hansara Tiffany, sum hava
morðið á pápan at bjóða á
altarinum hjá Danny – høgt metta
talkshow
vertinum,
sum
í
merkinum eftir einum krossi á
vegginum myndaliga er til staðar
sum ein ósjónligur Gud, ið førir
marionettdukkurnar á pallinum, í
einum meldri, har tað er vónleyst
at gera av, hvør tað í veruleikanum
er, sum útnýttar hvønn.
I
kki tí, produsararnir Magda og
Miles hava tað sum sítt yrki at
útnytta neyðina hjá øðrum til
egnan karrierufyrimun í teirra
endaleysu jagstran eftir menni
skjaligum botnfalli til showið hjá
Danny. Kortini eru tað nokk tey,
sum eru veruligi offrini. Í øllum
førum hava neyðardýrini Lynette,
Peter og Tiffany langt síðani
gjøgnumskoðað spælið og lúrt av,
hvussu tey kunnu brúka sínar
minuttir í »The Danny Crowe
Show« sum lopfjøl burtur úr
sosiala vónloysinum, tey eru
fangað í.
Tí er tað eisini heldur mis
vísandi, tá leikurin »The Danny
Crowe Show« verður presenter
aður sum ein søga um, hvussu
langt fólk eru sinnað at fara, fyri
at sleppa á skíggjan í nakrar
minuttir og gerast kend. Gamaní
hevði tað ikki verið so galið at
sloppið at menga seg við tey
kendu. Men fyri Peter og Tiffany
skulu minuttirnir á skíggjanum
fyrst og fremst útnyttast til at gera
aðrar dreymar til veruleika og
krøkja seg í kjansin, tey ongantíð
fingu. Aftaná tað, kunnu bæði
Danny, Miles og Magda renna
tey…
H
óast evni hvørki er nýtt ella
óvanligt, taki eg hattin av
fyri mátanum, Tjóðpallurin hevur
tikið tað upp. Fellurnar standa
bara og bíða eftir, at ein slík søga
blívur ein frelstur umgangur av
korrektum meiningum, sum ongin
kann vera ósamdur í. Hesum
skákar leikurin sær undan, tí vit
vita ongantíð rættiliga, hvørjum
vit skulu sympatisera við. Enn
ótryggari kenna vit okkum av at
vita, at uttan okkara gramleika
eftir og fragd við at válka okkum
í neyðini hjá øðrum, ja so vóru
ódámligar sendingar sum »The
Danny Crow Show« ikki til.
Hendan styrkin í leikinum
verður tó eisini ein frásøguligur
veikleiki, tá tað er torført at lata
seg fanga av eini søgu, sum
støðugt verður kvett av og skiftir
fokus. Sum frá líður flytir leikurin
seg hartil yvir í eina vitleysa
farsu, har tú kemur í iva um,
hvussu viljaður komikkurin í
grundini er. Serliga tí høga farsu
ferðin javnan verður seinkað fyri
at geva pláss fyri ov langum inni
ligum monologum, sum skulu
tryggja, at okkurt slag av mein
ingsfullum poengið verður sligið
fast hóast alt.
L
eiklistarliga er tað tó ein fragd
at síggja, hvussu væl leikar
arnir megna at tima bæði replikkir,
rørslur og eygnakøst í perfekt
stýrda ruðuleikanum.
Eisini er leikurin eitt satt studie
í estetikkinum í tí ljóta og
tærnakrympandi smakleysa – líka
frá kvalandi tjúkka teppinum á
gólvinum til væl trimmaða porno
skeggið hjá Miles og málsligu
klisjéirnar,
sum
persónarnar
krampakent royna at líma okkurt
slag av meining í lívinum saman
við.
Málsliga rakar leikurin beint
har hann skal í eitt undirskots
umhvørvi, sum dregur andan
gjøgnum eitt bland av eiðum,
ókvæmisorðum
og
smartum
enskum vendingum, sum kunnu
kasta eitt sindur av coolness yvir
manglandi evnini at samskifta.
Besta leiklistarliga avrikið í
leiknum eigur Bárður Persson
eftir mínum tykki, hóast hansara
leiklutur
sum
ein
ómetaliga
normalur og keðiligur kirkju
garðshjálpari ikki átti at fingið
eitt bein til pallin í hesum ruðu
leikanum av innbiltum stjørnum.
Tess størri inntrykk ger tað, tá
eisini hann hevur ein dreym, sum
tykist torførari at náa enn nakar
stjørnudreymur. Bara eitt lítið
sindur av kærleika og normaliteti
saman við familjuni, so hevði
hann verið glaður. Hví kona
hansara hvarv, vita vit ikki, men
fyri Magdu er tað rættiliga
innlýsandi: »Lívið fangaði hana
vist ikki ordiliga«
Gruggut »botnfall« á Tjóðpallinum
Fuglur órógvar flogfør
Teir seinastu dagarnar hava fleiri flogfør fingið boð um at
seta ferðina niður, tá tey hava gjørt seg til at lenda á flog
vøllinum í Svolvær í Vesturnoregi. Orsøkin er, at nógvur
fuglur er tætt við flogvøllin, og tað kann vera vandamikið
fyri flogførini. Bjørn Oppsal, flogvallarovasti, sigur við
blaðið Lofotposten, at útróðrarmenninir har á leiðini hava
fingið so nógvan fisk teir seinastu dagarnar, at teir hava
lagt stilt at krevja. Innvølurin er søtur biti hjá likku og
øðrum sjófugli, men á flogvøllinum eru tey ikki serliga
fegin um tann nógva fuglin, tí hann órógvar flogferðsluna.
Koppseta ímóti krabba
Í Íslandi hava tingmenn úr ymsum flokkum lagt fram eitt
uppskot til samtyktar, har heitt verður á heilsumálaráð
harran um at fyrireika skipan, soleiðis at allar gentur frá
12 ára aldri verða koppsettar fyri lívmóðurhálskrabba. Í
viðmerkingunum verður víst á, at á hvørjum ári fáa
umleið tjúgu íslendskar kvinnur staðfest lívmóðurháls
krabba, og at tríggjar kvinnur doyggja av sjúkuni árliga.
Uppskotsstillararnir siga, at koppseting kundi forðað
tveimum av teimum trimum deyðsføllunum. Uppskotið er
nú í heilsunevndini hjá Altinginum.a
Lagnurnar í »The Danny Crowe Show« á Tjóðpallinum klórast um kjansirnar, tey ongantíð fingu