Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Neistin má metast sum stórfavorittur í FM- finalu- num ímóti Kyndli, tí Neistin hev ur í ár vunnið fýra av fimm dyst um millum lið ini. Men í final um er dags for- mur in av ger andi, og Kyndil er kanska til reiðar at spæla sum ong an tíð fyrr Líka so lítil spenningurin hevur ver­ ið um fremsta plássið í Atlantic Ai r­ ways­kappingini, líka so stórur var hann um, hvat lið skuldi í finaluna ímóti Neistanum, sum í allan vetur hevur verið í einum klassa fyri seg. Tá avtornaði, var tað hitt havnar­ felag ið, Kyndil, ið streyk avstað við finalu plássinum, men avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta umfarinum. At FM­finalurnar verða millum grann ar, skuldi ikki gjørt tær minni áhuga verdar, tí slíkir dystir hava altíð ein innbygdan spenning í sær, sam stundis sum alt kann henda í einari grannauppgerð – eins og alt kann henda í einari finalu. Tær báðar fyrstu finalurnar verða spæld ar í ítróttarhøllini á Hálsi, fyrst skíris dag klokkan 17 og síðani páska aftan klokkan 16, og hevur hvør ki liðið tá fingið minst ein sigur og ein javnleik, verður ein triðja finala spæld annan páskadag í ítróttar høllini í Kollafirði. Allir gleða seg Ingi Olsen, sum er spælandi venjari hjá Neistanum, var sunnudagin feg­ in um, at mótstøðuliðið gjørdist Kyndil, tí tað er eitt lið, ið hóskar Neista num sera væl. – Vit hava vunnið steypafinaluna móti Kyndil seinastu tvey árini, og vit hava vunnið greitt á teimum í landskappingini í ár, so Kyndil er helst ynskimótstøðan, staðfesti hann sunnudagin. Eisini David Edvardsen, topp­ skjútti hjá Neistanum og í lands­ kapp ing ini samanlagt, helt Kyndil vera eitt gott mótstøðulið at fáa. – Vit hava spælt tríggjar sera tætt­ ar dystir móti VÍF, men vit hava havt gott tak á Kyndil, segði hann. Í Kyndli kundu teir sunnudagin frø ast um, at stórsigurin á StÍF gav gott sjálvsálit, samstundis sum liðið hjá teimum grønu fekk nógv at rig­ ga, sum annars ikki hevur riggað so væl í vetur. Tað kundi bent á, at Kyndil er til reiðar at møta Neista­ num í finalunum, og strikuspælarin, Janus Einar Sørensen, segði sunnu­ dagin, at hann gleddi seg til dystir­ nar. – Vit fara í øllum førum út á vøllin fyri at vinna hasar finalurnar, stað­ festi hann, tá tað var greitt, at Kyndil hevði vunnið hørðu kappingina um finaluplássið. ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 31. mars 2010 100.000 krónur fyri FM Annað árið á rað letur Rain bow Seafood 100.000 krónur til FM- vinn ar an í mans hond- ból ti. Treytin er, at pen- ing ur in verður nýttur til Europa-Cup Orsøkin til, at P/F Rainbow Sea­ food letur stuðulin, er at eigar ar­ nir hava stóran áhuga fyri hond­ bólti og hava eitt ynski um at men na hann. Vónin er, at stuðul­ in gevur FM­vinnarunum ein møgu leika og kanska eitt skump til taka lut í altjóða hondbólti, sum er ein fortreyt, skal føroyskur hond bóltur koma upp á hægri stig. Undirstrikað verður, at liðið, sum fær stuðulin, skal í mestan mun nýta føroyskar spælarar í al tjóða luttøkuni, og tí er treytin, at føroysku serreglurnar um, at í mesta lagi tríggir útlendingar eru á liðnum, eru galdandi. Tað er bara føroyameistaraliðið í mans hond bólti, sum fær stuð ul­ in. -mørk Finalu- dómarar settir Hondbóltssambandið hevur ásett, hvørjir dómarar skulu døma FM­finalurnar í mans­ hond bólti, sum verða spældar næstu dagarnar millum Neistan og Kyndil. Fyrstu finaluna skírsdag klokkan 17 døma Rúni Mohr og Ragn ar Simonsen, og aðru finalu na páskaftan klokkan 16 døma Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen. Hesir báðir dystir nir verða spældir í ítróttar­ høllini á Hálsi í Havn. Er eingin avgerð fallin um før­ oya meistaraheitið, verður neyðugt við einari triðju finalu, sum skal spælast í ítróttarhøllini í Kollafirði annan páskadag, og tá verða Eyðun og Andreas aftur dómar ar. hil Blá og grøn upphiting Bæði Neista­ og Kyndils­fólk legg ja nógv fyri, nú manslið teirra skulu spæla FM­finalurnar, sum gera av, hvør verður føroyameistari í manshondbólti. Og undan fyrstu finaluni, sum verð ur í morgin, verður bæði blá og grøn upphiting. Neistafólkini hittast í Neista­ rúmi num í morgin klokkan 15, har hitað verður upp við and lits­ máling, sangi og góðum stem n­ ingi, og ætlanin hjá fyri reikaru­ num er, at øll skulu verða í bláum. Hálvan tíma seinni, klokkan 15.30, møta Kyndilsfólkini í Bow­ linghøllini, har andlitsmáling ei si ni er á skránni, umframt at hitað verður upp við Kyndils­ tón leiki. Hóast tað fyrst og fremst er á hond bóltsvøllinum, dysturin verð ur spældur og vunnin, er huga ligt at síggja, at áskoðararnir eisini fara at gera sítt til, at talan verð ur um ein minst líka góðan dyst uttan fyri strikurnar. hil Finalur millum grannar einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Neistin hevur vunnið fýra av fimm dystum ímóti Kyndli í vetur, teirra millum steypafinaluna, og má tí roknast sum favorittur at vinna føroyameistaraheitið Mynd: Álvur Haraldsen