mikudagur 31. mars 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 31. mars 2010 – Nr. 60 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31
Alt kostar
á ólavsøku
Eftir útivallarmáli
Venjarin hjá FC Barcelona, Josep Guardiola, ætlar at
fáa okkurt útivallarmál við sær heimaftur, tá
Champions League-meistararnir í kvøld vitja
Arsenal í fjórðingsfinaluni. – Vit vita jú, at
útivallarmálini hava nógv at siga fyri seinna dystin,
sigur hann. Mong hava helst FC Barcelona sum
favoritt, men tað pilkar ikki við sjálvsálitið hjá
danska Arsenal-framherjanum, Nicklas Bendtner: –
Hóast teir eru favorittar, hava vit minst líka góðan
møguleika at fara víðari, sigur hann.
Hatar italskan fótbólt
Hóast José Mourinho er venjari hjá italska Inter, sum í
kvøld spælir fjórðingsfinalu í Champions League
ímóti russiska CSKA MOskva, dámar honum ikki
italskan fótbólt. – Tað er sera einfalt. Eg eri glaður fyri
Inter, men ikki glaður fyri italskan fótbólt. Og tær
kenslurnar ganga báðar vegir, tí italskur fótbóltur er
heldur ikki glaður fyri meg, segði Mourinho á fyrsta
tíðindafundinum í seks vikur, har hann svaraði
spurningum frá italskum fjølmiðlafólkum.
Føroyameistarakappingin í billard
fyri einstaklingar verður í Havn á
pásk um. Tilsamans 12 spælarar
eru við, og spælt verður í Havnar
Klubba, har innleiðandi umfarið
verð ur skírisdag og langa frígg ja-
dag, báðar dagar frá klokkan 14.
Spælt verður í trimum bólkum og
tveir teir bestu í hvørjum bólki
koma í finaluumfarið, sum verður
spælt páskaaftan.
Kristian Sune Høgnesen úr
Klaks víkar Billardfelag er føroya-
meist ari, so hann skal royna at
verja heitið í kapping við hinar 11,
sum nú bjóða av. Hinir spælararnir
eru Hallur Joensen, Sonhard
Jo hanne sen, Torkil Jacobsen og
Allan Larsen úr Klaksvíkar Billard-
felag,
Niels
Nielsen,
Jógvan
Jørgen sen og Gunnleif Danielsen
úr Havnar Klubba, Steinbjørn í
Dali og Jan Müller úr Mimi, og
Max Rasmussen og Gullok Sval-
bard úr Tvøroyrar Billardfelag.
hil
Fimleikafelagið Støkk
hev ur fingið byggiloyvi til
nýgg ju fimleikahøllina í
Runa vík, sum bæði hevur
høll til amboðsfimleik og
estet isk an fimleik
Tað er TN Bygging, sum skal byggja
nýggja fimleikahøllina, og nú er
kom ið so langt, at Runavíkar
kommu na í farnu viku einmælt
sam tykti at geva byggiloyvi. Eisini
er tilsøgn fingin um fígging frá
Norð oya Sparikassa.
Ludvík Justinussen, formaður í
bygg i nevndini, sigur við Rás 2, at
tey fegnast um, at teir síðstu brikk-
ar nir nú eru komnir á pláss. –
Gongst sum ætlað, verður farið
un d ir útgrevsturin beint eftir pásk-
ir, og um tvey ár stendur høllin
liðug, sigur hann.
Talan er um ein tilsamans 1.700
fer metra stóran bygning, sum fer
at kosta 21,5 milliónir krónur. Tá fer
Støkk undir einum taki at ráða yvir
tveim um hallum, einari til am boðs-
fim leik og einari til estetiskan fim-
leik, ið báðar lúka øll altjóða krøv.
Ludvík Justinussen sigur, at høll-
in er gjørd til at hýsa øllum fim-
leiki num hjá Støkk, og tað verður
eitt stórt framstig, tí sum er, húsast
felagið í fleiri hølum.
hil
Semja fekst ikki millum
Fót bólts sambandið og
Tórs havnar kommunu um,
hvus su nógv tað skal kosta
Fót bólts sam bandi num at
brú ka ovara vøll í Gun da
dali á ólavsøku, og tí verður
final an um Løg mans steypið
í staðin spæld 1. august
Í gjár kunngjørdi Fótbólts sam band-
ið, at av tí at semja fekst ikki um at
spæla finaluna í kappingini um Løg-
manssteypið á ólavsøku, er hon flutt
til 1. august. Ósemjan snýr seg um
kostnað, tí Tórshavnar komm una vil
hava 100.000 krónur fyri at lata
ovara vøll í Gundadali til steypa-
finalu na á ólavsøku, men tað er Fót-
bólts sam bandið ikki sinnað at rinda.
Forsetin í Fót bólts sam bandinum,
Christian Andrea sen, segði við út -
varp ið hjá Kring varpi num í gjár-
kvøldið, at tá Tórs havnar komm-
u n a og havnarfeløgini, HB og
B36, høvdu fingið sítt í fjør,
hevði
Fót bólts sam bandið
undir skot av steypa finaluni.
Hetta vil Fótbóltssambandið ikki
hava at endurtaka seg og hevur tí
skot ið upp, at tey bæði feløgini, sum
spæla steypafinaluna, fáa ein triðing
av inntøkunum, meðan Tórshavnar
kommu na fær ein triðing og Fót-
bólts sambandið ein triðing. Men
hesa loysnina vil kommunan ikki
hava.
Tænastur kosta
– Vit hava einki ímóti, at steypa final-
an verður spæld á ólavsøku, men vit
kunnu ikki lata fyri einki tær tæn ast-
ur, sum verða latnar í sambandi við
finaluna. Tey flestu hava frí tá, men
vit hava nógv fólk til arbeiðis, og
sum alt annað á ólavsøku, kostar
tað, sigur Heðin Mortensen, borg ar-
stjóri í Havn, sum ikki heldur prísin
vera ov høgan:
– Vit gera vøllin kláran og taka
okk um av allari uppruddingini
aftan á, umframt at bæði HB- og
B36- hús ið standa opið, so fólk kun-
nu fara inn onkrastaðni. Eisini syrgja
HB og B36 fyri innkrevjingini, sam-
stundis sum tey missa møguligar
inn tøkur av øðrum dystum, tey kun-
du spælt á ólavsøku, var tað ikki fyri
steypafinaluni.
Borgarstjórin leggur aftrat, at um
steypa finalan á ólavsøku varð mark-
nað a rførd ordiliga, skuldi einki verið
til hindurs fyri at fylt Gundadal til
ár sins fótbóltsdyst, sum hann tekur
til.
Ein lítil sensatión tykist
vera ávegis á Giljanesi,
har Terji Petersen hevur
lagt seg greitt á odda í
FMkappingini í talvi
Nú fimm umfør eru telvað í FM-
kapp ingini í talvi fyri eintaklingar á
Gilja nesi, hevur Terji Petersen, úr
Klaks vík, lagt seg á odda í lands liðs-
bólki num – hálvtannað stig framm-
an fyri restina.
Hóast styrkimettur sum nummar
seks í kappingini, hevur hann vunn-
ið fýra talv og telvað eitt javnt, og
heldur tí fast um góðu gongdina frá
liðkappingini, har hann vann átta av
níggju møguligum sigrum.
Lagt er upp til sera spennandi
sein nu hálvu í kappingini, tí fleiri
telva r ar liggja framvið, skuldi møgu-
leik in verið har, nú Terji síðstu fýra
umførini telvar ímóti Torkili Nielsen,
Olaf Berg, Rógva Egilstoft Nielsen og
Hans Kristiani Simonsen.
Merkisvert er eisini, at millum teir-
ra, ið jagstra Terja, er bert 12 ára
gamli Høgni Egilstoft Nielsen, ið eitt
nú hevur vunnið á favorittinum,
Olafi Berg.
-mørk
Støkk fingið byggiloyvi
BillardFM á páskum
Terji
greitt
á odda
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Hóast fjøldin á ovara vølli
í Gundadali var stór, tá
Víkingur á ólavsøku í fjør
vann Løgmanssteypið,
hevði Fótbóltssambandið
hall av dystinum
Mynd: Jens Kr. Vang