Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 31. mars 2010 – Nr. 63 Hevndin í München Bert fá sekund vóru eftir av yvirtíðini, tá Ivica Olic í gjárkvøldið skoraði fyri Bayern München til 2-1 ímóti Manchester United, tá liðini hittust á Allianz Arena í Champions League-kappingini. Wayne Rooney, sum annars mátti skaddur út beint fyri dystarlok, hevði lagt United á odda 1-0 í øðrum minutti, og tá eitt korter var eftir, javnaði Franck Ribery fyri Bayern München, sum við sigursmálinum í evstu løtu fekk hevnt finaluósigurin fyri 11 árum síðani, tá United fekk tvey mál í yvirtíðini. Lyon er væl á veg Hin fjórðingsfinalan í gjárkvøldið var ein rein fronsk uppgerð millum Lyon og Bordeaux, og har gjørdist Lyon drúgvara liðið og vann 3-1. Bordeaux-verjan var ikki góð, og bara 10 minuttir vóru farnir, tá Lisandro legði Lyon á odda. Chamakh javnaði bara fýra minuttir seinni, men fyri steðgin legði Michel Bastos vertirnar á odda 2-1. Hóast Bordeaux vildi meira í seinna hálvleiki, var tað Lyon, ið skoraði til endaliga úrslitið, 3-1, tá Lisandro aftur var á blettinum. Fýra lið til tvey pláss Av teimum 10 liðunum í 1. deild hjá monnum, eru tað bara fýra, ið kunnu flyta upp, meðan rest- in eru eykamanningarnar hjá Voda fonefeløgunum. Tí skulu TB, KÍ, 07 Vestur og FC Hoyvík kappast um tvey upp flyt ing ar- pláss í landskappingini hjá teim um næstbestu, sum byrjar páska aftan, 3. apríl. HB, sum í fjør var oddalið leingi, tekur ímóti øðrum upp- flytara liðnum, EB/Streymi, með- an TB spælir ímóti hinum upp- flytaranum, AB. KÍ og FC Hoyvík hitt ast í fyrstu uppgerðini mill- um tvey av teimum, ið kunnu flyta upp, og síðani eru hinir báð ir dystirnir 07 Vestur-NSÍ og Víkingur-B68. hil KÍ-kvinnur- nar aftur favorittar Landskappingin í 1. deild hjá kvinn um fer av bakkastokki í morg in, og lítið man vera at ivast í, at KÍ, sum hevur vunnið FM síðstu 10 árini, enn eina ferð er favorittur. Og skal nakar bjóða teimum av, bendir alt á, at tað aftur í ár verða steypa- og silvur vinnararnir frá í fjør, AB. Í fyrsta umfarinum tekur KÍ ímóti uppflytarunum úr MB, AB spæl ir heima ímóti EB/Streymi, og bronsuvinnarin í fjør, Víking- ur, tekur ímóti Skála. hil Fyrsti dysturin í fyrsta landskappingarumfarinum í Vodafonedeildini verður spældur í Runavík kvøld millum NSÍ og ÍF. Hinir fýra dystirnir verða spældir í morgin Leygardagin fór fótbólturin av álvara í gongd, tá fyrsta umfar var í kappingini um Løgmanssteypið, men nú byrjar so eisini tann langa lands kapp- ingin, ið ikki endar fyrr enn leygardagin 23. oktober, tá vit vita, hvør er føroya- meistari og hvør sleppur út í Europa næs ta ár, umframt hvør ikki sleppur at halda fram, men má niður í næstbestu deildina. NSÍ-ÍF Fyrsti dysturin í fyrsta lands kapp- ing ar umfarinum verður í Runavík í kvøld klokkan 18.30, tá NSÍ tekur ímóti ÍF. Í fjør endaði NSÍ á fjórða plássi og ÍF á sjeynda, og júst millum hesi feløgini eru fleiri skifti av spælar um farin fram undan hesum kapp ingarárinum. Víkingur-AB Árið í fjør gjørdist enn eitt framstig hjá samanlagda felagnum í Gøtu og Leirvík, tí burturúr kom sigur í steypa kappingini og bronsa í lands kappingini. AB fekk hinvegin spælt seg úr vandanum fyri niðurflyting, tá liðið mitt í kappingini í fjør hevði fleiri góðar dystir og vann kærkomin stig. HB-FC Suðuroy HB kann ikki vinna greip- una í ár, men fram vegis er liðið favorittur at e n d u r v i n n a meist a ra - heit ið, eins og HB má metast sum favorittur ímóti uppflytarunum úr FC Suðuroy, sum enn ikki hava fing- ið alla oynna í sín part, men fram- vegis minna øgiliga nógv um gamla VB/Sumba. EB/Streymur-B36 Hóast talan er um fyrsta umfar, kundi dysturin við Margáir líkst einum toppdysti, tí bæði EB/Streym- ur og B36 verða roknað millum liðini heilt har frammi. EB/Streymur vann silvur í bæði lands- og steypa- kappingini í fjør, meðan B36 nú sær betur út, eftir at fjørárið var tað ringasta leingi. B68-B71 Á Toftum tekur B68 ímóti upp- flytarunum úr B71, og heimaliðið er uttan iva favorittur ímóti sand oy- ing um, ið ikki møta við sterkastu upp stilling. B68 skal royna at betra sítt fimtapláss frá í fjør, meðan B71 eftir tvey ár í næstbestu deildini fyrst og fremst siktar eftir at stabili- sera seg í tí bestu. Komandi dystir Hondbóltur Fyrsta FM-finala, menn 01/04 17.00 Kyndil-Neistin Rúni Mohr & Ragnar Simonsen Onnur FM-finala, menn 03/04 16.00 Neistin-Kyndil Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen Møgulig triðja FM-finala, menn 05/04 Neistin-Kyndil Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen Fótbóltur Vodafonedeildin 31/03 18.30 NSÍ-ÍF Ransin Djurhuus 01/04 15.00 Víkingur-AB Lars Müller 01/04 15.00 HB-FC Suðuroy Dagfinn Olsen 01/04 15.00 EB/Streymur-B36 Rúni Gaardbo 01/04 15.00 B68-B71 Páll Augustinussen 05/04 14.45 FC Suðuroy-NSÍ Rúni Gaardbo 05/04 15.00 Víkingur-HB Eiler Rasmussen 05/04 15.00 B36-B68 Ransin Djurhuus 05/04 17.00 AB-B71 Dagfinn Olsen 06/04 18.00 ÍF-EB/Streymur Petur Reinert 1. deild, kvinnur 01/04 KÍ-MB Janus Petersen 01/04 AB-EB/Streymur Pætur Albinus 01/04 Víkingur-Skála Elsa Andreasen 05/04 KÍ-AB Elsa Andreasen 05/04 EB/Streymur-Víkingur Dia Lamhauge 05/04 MB-Skála Birgir Joensen 1. deild, menn 03/04 15.00 HB-EB/Streymur Rói Jacobsen 03/04 17.00 KÍ-FC Hoyvík Petur Reinert 03/04 15.00 TB-AB Lars Müller 03/04 17.00 07 Vestur-NSÍ Bent Tommy Linklett 03/04 15.00 Víkingur-B68 Johan Petur Michelsen Landskapp ingin í gongd Í fjør var HB drúgvasta liðið í Vodafonedeildini og gjørdist føroyameistari. Í kvøld byrjar ein nýggj landskapping, sum heldur á líka til gott og væl hálvan oktober Mynd: Álvur Haraldsen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen