mikudagur 31. mars 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
5
VIKUSKIFTI
páska
mynd: jens kristian vang
Oddmar Gudmundsson misti
konuna Gudrun H. Joensen í
flogvanlukkuni í Stord.
Tá ATlAnTic AirwAys Flight 670 fór úTAv breyTini í Stord,
skAkAði TAð føroysku TjóðinA. flogTernAn gudrun h. JoenSen
úr sAndAvági, vAr ein Av Teimum fýrA, sum lóTu lív í vAnlukkuni.
nú nøkur ár seinni hAvA viT TosAð við mAnnin hjá henni, oddmar
gudmundSen, um ræðuligA dAgin í 2006 og lívið AfTAná sTord
samrøða
inna törnroos
inna@sosialurin.fo
Tað byrjar sum ein púra vanligur
morgun – týsdagurin 10. oktober í
2006.
Oddmar Gudmundsson fer tíðliga
upp, men hann letur teir báðar syn
irnar, 4 og 7 ár gamlar, sova eitt
sindur longri. Hann hevur frí frá ar
beiði hendan dagin, men skal koyra
dreingirnar í barnagarð.
Konan, Guðrun, var farin til Dan
markar kvøldið fyri, tí hon skuldi
næstu dagarnar flúgva sum flogterna
hjá Atlantsflogi í Noregi.
Oddmar stákast heima og koyrir
ikki útvarpið frá. Telefonin ringir, tað
er eitt umboð fyri Atlantic Airways,
ið greiður Oddmari frá, at tað er hent
eitt óhapp við einum flogfari, og at
nøkur fólk eru saknað.
Oddmar hugsar ikki, at Guðrun
er í nøkrum vanda. Hann ringir til
fartelefonina hjá henni, men fær einki
svar.
Telefonin ringir aftur. Nú eru
boðini, at Guðrun er ein av teimum
sakn aðu.
Hóast boðini er Oddmar enn róligur
og bíðar í tolni. Ein vinmaður kemur
framvið, og synirnir sova enn.
Seinni koma eitt umboð fyri
Atlantic Airways og ein politistur á
gátt. Teir eru komnir við ræðuligum
boð um.
Guðrun er deyð.
Hittust sum tilkomin
Tað eru liðin trý og eitt hálvt ár, og
Oddmar situr í hugnaliga køkinum
í Sandavági. Páskagardinurnar eru
uppi, og høsnarungapyntið er komið
fram. Í einum horni í stóru stovuni er
ein mynd av Guðrun í brúðarkjóla, og
undir liðuni hongur heiðursdiplomið
»Ársins Føroyingur«, ið varð handað
henni posthumt.
Oddmar er júst komin frá ar
beiði. Hann starvast hálva tíð sum
húsa vørður á Ellis og røktar heim
inum í Miðvági. Hann er útbúgvin
elektrikari og snotuligu húsini, ið
hann og synirnir búgva í, hevur hann
sjálvur bygt.
Hann fór einsamallur í húsini í
1989. Guðruna hitti hann ikki fyrr
enn í 1993. Tá vóru tey bæði tilkomin,
hann 37 og hon 28 ár.
Hóast Guðrun var úr Bø og Odd
mar úr Sandavági, hevði hann ongan
tíð sæð vøkru bíggjargentuna, fyrrenn
eitt kvøldi í dansinum í Miðvági.
Tey komu saman, men stutt eftir
gjørdist Oddmar sjúkur. Diagnosan
var blóðkrabbamein. Hann fekk við
gerð bæði í Føroyum og í Danmark,
og tað eydnaðist at basa sjúkuni.
1996 giftust hann og Guðrun. 1999
kom fyrsta barnið, Borgar, og trý ár
seinni í 2002 kom Eigil.
Guðrun starvaðist sum flogterna
og hevði gjørt tað í nógv ár, bæði
hjá Mærsk og Atlantic. Henni dámdi
væl arbeiðið, men longu túrarnir til
Noregs royndi hon oftani at sleppa
undan, tí tað var so leingi at verða
burturi frá familjuni.
Áðrenn vanlukkuferðina í oktober
2006 hevði hon ikki verið í Noregi í
langa tíð. Eisini hesuferð vóru tað
flogternur, ið bjóðaðu seg fram at fara
fyri hana. Men hon helt at nú mátti
tað verða hennara túrur at fara.
Fóru til Noregs
Oddmar hyggur út gjøgnum vind
eygað. Hann greiðir stillisliga frá,
hvussu hann minnist tímarnir eftir,
at deyðsboðini vóru borðin. Hann
vakti synirnar og koyrdi teir oman
til dóttur beiggjan, har teir plaga at
verða. Húsini fyltust við fólki, ið vildu
vísa samkenslu. Eftir nakrar tímar
komu synirnir heim og Oddmar møtti
teim um í túninum og greiddi teimum
frá hvat ið var hent. Teir gjørdust illir.
Rasandi. Inná hvat, veit Oddmar ikki
rættuliga, men illir vóru teir.
Tveir dagar seinni fóru Oddmar,
synirnir, familjan hjá Guðrun og
nøkur starvsfólk hjá Atlantic til
Noregs. Tey lendu í Haugesund og
Eitt umboð fyri Atlantic Airways og ein
politistur komu á gátt við ræðuligu boðunum