mikudagur 31. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
6
VIKUSKIFTI
páska
Gudrun og Oddmar náddu at halda 10 ára
brúdleypsdag summarið áðrenn Gudrun
doyði í flogvanlukkuni. Nú býr Oddmar
sjálvur við synunum í húsinum í
Sandavági.
mynd: jens kristian vang
koyrdu til Stord. Tey sóu illa farna
flog farið og stongdu hurðina, ið var
mun urin millum lív og deyða umborð
á Flight 670.
At flúgva til Noregs bara dagar eftir
vanlukkuna var eingin trupulleiki hjá
Oddmari. Hann hevur ongantíð verið
bangin at flúgva, og hendingin í Stord
ávirkaði ikki tað.
Heim við úr Noregi høvdu tey
kistuna við Guðrun. Hon var jarðað
dagin eftir og fylgið var ómetaliga
stórt.
Synirnir sakna mammuna
Oddmar heldur ikki, at tað er nakar
serligur munur á, hvussu fólk vóru
móti honum fyri og eftir vanlukkuna í
Stord. Einasta hending, hann minnist,
er ein maður, ið kom yvir til hansara
í einum handli í Sandavági og byrjaði
at prædika um, at tað er ein meining
við øllum.
– Tað helt eg verða langt úti. Hvar
er meiningin við, at tveir smádreingir
missa mammu sína?
Fyrstu tvey árini aftaná arbeiddi
Oddmar ikki. Tíðin fór til at taka sær
av synunum. Nú arbeiðir hann fyrra
part ar sum húsavørður, meðan synirnir
eru í skúla.
Hann hevur nógv fólk rundanum
seg, bæði í Bø og í Sandavági, men
helst vil hann klára seg sjálvan.
Nakra nýggja konu hevur hann ikki
funnið sær, og hvar tíðin skuldi verið
til tað, veit hann ikki. Hann hevur
nokk at gera við at taka sær av húsi
og børnum.
Synirnir hava tað rímuliga gott.
Teir sakna mammu sína sera nógv,
og Oddmar fær tár í eyguni, tá hann
greiður frá. Hann tosar við teir um
Guðruna, men eftirsum teir gerast so
keddir, roynir hann at avmarka tað eitt
sindur.
Gjørdi sjálvur gravsteinin
Oddmar hevur lætt bæði til látur og
grát. Hann flennir at onkrum minni um
Guðruna og vísir mær myndina, ið var
tikin, tá tey høvdu 10 ára brúðleypsdag
summarið 2006, bert mánaðir áðrenn
Guðrun var rykt frá teimum.
Eitt av støðunum, sum Oddmar og
Guðrun vid synunum ofta vitjaðu, var
úti á endanum av Sørvágsvatni, við
Bøðsdalafoss. Tey høvdu kaffi við og
hugnaðu sær óført. Tá Oddmar sjálvur
fór út har, aftaná at Guðrun var deyð,
fann hann ein stóran stein, sum hann
avgjørdi skuldi verða gravsteinurin hjá
Guðrun.
Hann greiður flennandi frá stríðnum
at fáa steinin til húsar, men við eini
militerbøru og góðari hjálp eydnaðist
tað honum. Steinin vildi hann hava til
eitt ára dagin eftir vanlukkuna. Hann
skrúvaði sjálvur bókstavirnar á, og
steinurin stendur nú vakur í kirkju
garðinum í Sandavági.
Vit enda samrøðuna í kirkju garð
inum. Grøvin er væl hildin og fleiri
postalínseinglar, fuglar og rósur liggja
á grøvini. Oddmar veit ikki, hvaðani
nógv av tingunum eru komin. Tað eru
helst fólk, ið vitja grøvina, sum hava
lagt tingini.
Hann rættar eitt sindur uppá eina
blómu og lesir síðani, tað sum stendur
á gravsteininum:
– Her hvílur góða kona og mamma
okkara Guðrun H. Joensen – Takk fyri
alt.
Hvar er meiningin við, at tveir smádreingir
skulu missa mammu sína?