Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 6. apríl 2010 týsdagsblaðið Dagsins redaktørar: Eirikur Lindenskov og Eyðun Klakstein Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Undir slagorðinum »Helvitis fokking fokk« skipaði Unga Tjóðveldi fyri mótmælisfundi í Tinghúsgarðinum skíri s aft­ an. Í innkallingini til fundin boðaði Unga Tjóðveldi frá, at endamálið við fundinum er eitt mótmælistiltak móti ABC samgonguni. – Vit finna okkum ikki longur í, at ongar bygn að ar­ broytingar verða framdar, at meir verður tikið frá teim um veikaru, og at meira gjøld verða løgd á vinnuna. Dropp­ ið plenuklipparan og gevið okk um veruligan poli tikk, sum gagnast øllum, segði Unga Tjóðveldi. Vit ringdu í gjár til Gunn­ hild Dahl Niclasen, forkvinnu í Unga Tjóðveldinum at fregn ast, hvør tann djúpara meiningin var í heldur ófanta liga slagorðinum »Hel­ vitis fokking fokk«. – Hatta var brúkt undir mót mælunum í Íslandi. Vit hava samkenslu við ís lend­ ingum, og hjá okkum er skilið eisini sera ringt, tí eingin tek­ ur avgerðir um nakað, sigur Gunnhild Dahl Niclasen – og tað er sambært ungu tjóð veldisfólkunum nak að »helvitis fokking fokk«. Unga Tjóðveldi sigur FOKK Tað var nógvur trafikkur í Vágum annan páskadag, og hóast veðrið var ikki av tí besta, gekk tað væl at fáa flogfør at seta seg og fara á flog. Tað endaði tó við av­ lýsingum í gjárkvøldið. Átta komur skuldu verða í Vágum í gjár, men trý flog­ før, sum skuldu koma úr Reykja vík, Keypmannahavn og Billund, vórðu avlýst. Tað vóru eisini átta frá­ ferðir, og flogførini settu kós ímóti Keypmannahavn, Bil­ lund, London og Reykjavík. Avlýsingarnar í gjár hava havt við sær, at seinkingar hava verið í flogferðsluni í dag. Eingin dvd­filmur, fløga ella spæl seldi so nógv í 2009, sum telduspælið Call of Duty: Modern Warfare 2 seldi. Kring heimin hev­ ur spælið higartil seld meira enn 17 milliónir eintøk. Mill um aðrar útgávur, sum seldu væl í fjør, vóru sein asti Harry Potter film ur in, spælið FIFA 10, dvd­film urin Twilight og seinasti James Bond film­ urin, Quan tum of Solace. Burtur­ við at gera nýggjar vegir Gunvá við Keldu í KjaKi á síðu 13 Kvinnur tíma ikki eingang at telja BerGun Kass í KjaKi á síðu 13 13 flogfør í illveðrinum Krígsspæl er best umtókt í heiminum Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo B laðið tygum sita við í dag er fyrsta eintakið av Sosialinum í nýggja snið num. Hetta verður eis ini fyrsta vikan við trimum út gáv um, sum eru dagsins blað, sum vanligar vikur kemur á gøt­ una mánadag, mikudagsblaðið og vikuskiftisblaðið, ið kemur fríggja­ dagin. Tað var í mars mánaði í 1990, at Sosialurin gjørdi av at økja út­ gávudagarnar úr trimum upp í fimm. Tað var fyri at bøta um fíggj arliga tilverugrundarlagið, at hendan avgerðin varð tikin ­ sam­ stundis sum tøkniliga menn ingin, sum verið hevði við at blað fólk nú sjálvi skrivaðu tekstin bein leiðs inn á teldu, sum tá gjørdi hetta møguligt. Stórar broytingar eru farnar fram innan miðlaheimin. Støðan er tann, at vit í Miðlahúsinum nú hava tríggjar ymiskar miðlapallar: Blaðið Sosialin, útvarpsrásina Rás 2 og heimasíðuna www.portal.fo hjá Føroya Tele, umframt Inter­ netSosialin og Sosialin í pdf­útgávu. Hesir nýggju og skjótu miðlarnir hava fingið alt størri týdning fyri tíðindaflutningin, og tí má blaðið, sum vit hava kent tað higartil, fáa eina aðra uppgávu við at hava øðr­ vísi tíðindaflutning, sum meira er sín egin við tíðindum, kjaki, bak­ grund, reportasjum, ummælum sam røðum og øðrum. Tíðindavirksemið hjá Miðla hús ­ inum fer framvegis at fevna um tíðindi alt samdøgrið. Skjótu miðl­ arnir hjá okkum leggja enn sum áður dent á skjótu tíðindini, har Rás2 við fimm tíðindasendingum um dagin hevur fingurin á puls in­ um, meðan Portalurin alt samdøgrið verður dagførdur við tíðindum. Færri vikuligar útgávur merk ­ ir sum vera man eisini, at hald­ aragjaldið lækkar. Tað kostar nú 400 krónur um ársfjórðingin at halda Sosialin, og haldarar, sum hava goldið hægra gjaldið fyri apríl­ ársfjóðringin, fáa gjaldið góðskrivað fyri juli­ársfjórðingin. Tey, sum hava árshald, verða eisini góðskrivað fyri lækkingina í haldaragjaldinum. Vit hava glett okkum sera nógv til at bjóða tykkum nýggja Sosial in, sum vit vóna, at vit verða glað fyri, og sum føroyska sam felagið í breið­ ari merking eisini fær gleði av. BLaðið í nýggjum hami Skjótu miðlarnir hava størri týdning, tí fær blaðið aðra uppgávu Redaktiónsfundur í Miðlahúsinum annan páskadag Mynd: Jens Kristian Vang