týsdagur 6. apríl 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 6. apríl 2010
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Hagidagslógin frá 1923 stýr ir,
hvat er loyvt at gera halgi
dagar. Men lógin verður
tulk að, og tað er ikki altíð, at
tulkingin samsvarar við rús
drekka lógina.
Hetta kom týðiliga fram
leygar kvøldið.
Rex lýsti við, at Show
menn
gjørdu
comeback
frígg ja kvøldið við rimmar
dansi, og at teir eisini spældu
leygar kvøldið.
Tað var alt í lagi at hava
dans aftaná midnátt fríggja
kvøldið, men ein tíma fyri
mid nátt leygarkvøldið møtti
politi ið í Rex og boðaði frá, at
tey vóru við at bróta halgi
dags lógina. Rex mátti gjar
na hava opið og skeinkja og
spæla
stillisligan
tónleik,
men orkestur mátti ikki
spæla
Soleiðis tulka løgfrøð
ing ar nir
hjá
politinum
halgi dags lógina, sigur vakt
havandi á politistøðini.
Rúni Djurhuus hevur ilt
við at góðtaka tulkingina.
Vit settu borð á dansi
gólvið sum vanligt, men
valdu at hava livandi tón
leik við stórum nøvnum
sum Jens Marna Hansen,
Kim Hansen, James Olsen
og
Johannus
á
Rógvu,
Showmenn. Tað er ikki til at
fata, at tað skal vera loyvt at
hava tónleik, men ikki live
tónleik.
Um Showmenn spæla
sang ir hjá Kim Hansen live,
ella vit hoyra sangin av ein
ari fløgu kann í mínari verð
gera akkurá tað sama. Politi
ið segði, at tað bert var loyvi
at hava tónleik, um tað ikki
var live. Men hvar stendur
tað skrivað? spyr Rúni Djur
huus.
Løgfrøðingarnir
tulka
lógina sum, at dansur, sjón
leikur og konsert eru brot
á lógina, men loyvt er at
skeinkja og selja mat.
Rúni Djurhuus er ikki
blíður.
Dupultmoralur
Tað er púra vilt, at tað skal
vera loyvt at skeinkja men
ikki at spæla tónleik live. So
leiðis sum lógin verður tulk
að, mugu fólk gjarna drekka
og skrála, men ikki dansa,
sigur hann.
Rúni Djurhuus vil vera
við, at munur verður gjørdur
á dansistøðunum, tí hann
veit um onnur dansistøð,
sum høvdu livandi tónleik
hetta kvøld.
Og hann minnist ilt aftur
á politiið seinastu jól.
Hann hevði ráðført seg
við advokat sín, sum metti at
loyvt var at skipa fyri dansi
aftaná midnátt jólakvøld,
men so ringdi politiið og
boð aði frá, at tað var brot
á halgidagslógina at hava
dans.
Vit tordu tí ikki, men
onn ur skipaðu fyri dansi
hetta kvøldið og fingu ongar
trupul leikar av tí, sigur Rúni
Djur huus.
Hann sigur, at tey í Rex
al t íð hava ansað eftir ikki at
seta dansi og skeinkiloyvini
í vanda, og tí hava eingir tru
pul leik ar verið, men hann
hev ur ilt við at góðtaka, at
mun ur verður gjørdur av
støðu num.
Sambært Rúna Djurhuus
kostaði tað Rex nógv at
verða steðgað í at hava dans.
Orkestrið skuldi hava sína
løn. Nógv fólk komu í dans,
og tey komu eisini langvegir,
men fleiri vendu í hurðini, tá
ið eingin dansur var.
Hetta kvøldið ringdi politi
ið runt til øll dansistøðini og
minti tey á halgidagslógina.
Eing in annar hevði nakað
til tak, sigur politiið.
randi@sosialurin.fo
Rás2 sendir úr Íslandi
Fólk frá Rás2 eru í hesum døgum í Íslandi, haðani rásin
fer at senda radio í dag og í morgin. Heri Simonsen,
Alvin Ellebye Andersen og Mirjam Pætursdóttir
(myndin) eru farin við Norrønu til Seyðisfjørðin, og
Rás2 sendir haðani í tveir dagar. Í dag verður sent frá
klokkan 13 til 17, og í morgin verður sent fyrrapart
frá 9 til 12 og seinnapart frá 15 til 17. Tosað verður
við føroyingar í Íslandi, fólk umborð á Norrønu
og íslendingar við tilknýti til Føroyar.
Mótmæla á Facebook
Fyrr fóru fólk út á gøturnar ella í bløðini fyri
at mótmæla, men nýggjar tíðir skapa nýggjar
møguleikar, og nú er tað mest sum einki stríðsmál,
sum ikki hevur sín Facebookbólk. Soleiðis er
eisini við umstríddu Halgidagslógini, sum hevur
fingið sín mótmælisbólk. Stovnarin av bólkinum
er Jacob Mouritz Olsen, og í gjár vóru slakir 400
limir í bólkinum. Bólkurin mælir til, at gamla
Halgidagslógin verður dagførd.
Drekk – men dansa ikki
Dupultmoralur Dansistaðið Rex í Havn fekk boð frá politinum um, at tað var brot á
halgidagslógina at hava dans seinasta leygarkvøldið, men einki var í vegin fyri at skeinkja
Tað er púra vilt, at
tað skal vera loyvt at
skeinkja, men ikki at
spæla tónleik live
Rúni DJuRhuus, leiðaRi í Rex
Hagidagslógin
frá 1923 stýrir,
hvat er loyvt at
gera halgidagar
1923
Leygarkvøldið ringdi politiið runt til dansistøð
og minti tey á at halda halgidagslógina
tElEFoN