týsdagur 6. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 6. apríl 2010
6
Sosialurin
RussiskiR kav
sneyta við Fø
Eirikur í Jákupsstovu
Í august mánaði í fjør vórðu
russ iskir
kavbátar
fyri
fyrstu ferð í 15 ár sæddir úti
fyri
Norðuramerikansku
eyst urstrondini, men longu
tveir mánaðir framm an
und an
vórðu
russiskir
kjarn orkuriknir kavbátar
sædd ir í íslendskum, norsk
um og í altjóða sjógvi beint
uttanfyri norðara markið
til føroyskt sjóøki.
Økið, har minst tveir
kjarn orkuriknir kavbátar
hjá russiska herflotanum
vórðu sæddir, er± sama øki,
sum Føroyar vegna danska
ríkið hava gjørt krav upp
á.
Eftir øllum at døma leit
aðu russar við fleiri kav
bátum eftir kolvetni í júst
hesum økinum, har Føroyar
hava gjørt krav upp á alt
ríkidømi í undirgrundini,
og alt sum er á sjálvum
botn inum í 3000 metra
djúpa havøkinum.
– Ein óvanlig ferð hjá
russ iskum kavbátum hev
ur í summar verið í Norð
ur at lantshavi,
skrivar
heima síðan hjá Íslendska
verju stovn inum.
– Tveir russiskir rann
sókn arkavbátar hjá russ
iska herflotanum, stuðlaðir
av kjarnorkuriknum álops
og hjálparkavbátum, hava
verið í økinum á Norð ur at
lantsrygginum úr Føroyum
til Svalbards.
Í norska blaðnum Dag
bladet váttar Ellisif Tinna
Víðisdottir, stjóri á ís
lendska verjustovninum,
tíð indini um, at kavbátarnir
eft ir øll um at døma kann
aðu møgu leik arnar fyri
gassi og olju í økinum.
NATO sá bátarnar
Kavbátarnir, ið seinasta
summ ar vóru norðan fyri
Før oy ar, vórðu har mesta
partin av juni mánaði og
nakrar dagar í juli í fjør.
Tað vóru flogfør hjá
NATO, sum løgdu til merk is,
at kavbátarnir vóru í øki n
um, og við Dagbladet, segði
stjórin á íslendska verju
stovn inum, at kavbátarnir
eisini høvdu verið inni í
norsk um og íslendskum
øki.
Sosialurin hevur roynt
at fáa fleiri viðmerkingar
frá verjustovninum í Ís
landi, men haðani vilja tey
í dag bert vátta, at tað er
møguleiki fyri, at russar
hava virksemi í økinum
norð anfyri
Føroyar,
og
at tey ikki hava meira at
leggja afturat í hesum
málinum.
Vita onki í Føroyum
Hóast íslendingar eftir øll
um at døma hava rættiliga
stóra vitan um, hvat gongur
KAVBÁTAR Kjarnorkuriknir kavbátar úr Russlandi eru sæddir beint uttanfyri føroyskt sjóøki
fyri norðan. Á júst hesum øki hava Føroyar gjørt krav upp á alt kolvetni. Ellisif Tinna Víðisdottir,
stjóri á íslendska verjustovninum, váttar at helst kannaðu russar økið fyri gass og olju
Mugu styrkja verjuna
Niels Sindal, formaður
danska
bólkinum
í
Norðurlandaráðnum, metir
tað vera týdningarmikið, at
Norðurlondini styrkja um
samstarvið
sínámillum.
Hann
hugsar
serliga
í
samband við arktisku økini,
men metir tað sama vera
galdandi fyri onnur øki fyri
norðan.
– Vit síggja, at tað eru
fleiri og fleiri lond har
norðuri sum røra uppá seg.
Tað er ein spurningur um
suvirenitet, og tí er neyðugt,
at
mann
kann
avvísa
fremmandum valdum, um
teir taka sær rættindi, teir
ikki hava. Í tí sambandi
er
sera
týdningarmikið,
at Norðurlondini standa
saman, sigur Niels Sindal
við Sosialin.
Hann leggur afturat,
at tað sigur seg sjálvt, at
Russland hevur áhuga í
øllum økinum fyri norðan.
–
Teir
hava
eina
øgiliga stóra strond, og
hava sjálvandi áhuga í
havøkjunum, men tað kann
gott vera, at russar hava
loyvi til at sigla har í altjóða
sjógvi, men hví skulu teir
vera har millum Ísland og
Føroyar?, spyr formaðurin
fyri
danska
bólkin
í
Norðurlandaráðnum.
Um hvørji konkret tiltøk
skulu setast í verk hevur
Niels Sindal ikki nakað heilt
víst boð uppá, men vísir á,
at tað kundi verið rættiliga
gevandi at tikið støði í
Stoltenberg frágreiðingini,
og
onkursvegna
hava
eftirlit úr luftini, og síðan
avvísa skipum, sum koma
ov nær.
eij@sosialurin.fo
ÁLOPSKAVBÁTAR
Kjarnorkuriknir álops- og hjálparkavbátar
stuðlaðu tveimum russiskum rannsóknarkavbátum,
sum vóru í sjóøkið norðanfyri Føroyar
EFTIRLIT
Tað er ein spurningur um
suvirenitet, og tí er neyðugt,
at mann kann avvísa
fremmandum valdum, um
teir taka sær rættindi, teir
ikki hava, sigur Niels Sindal