týsdagur 6. apríl 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 6. apríl 2010
32
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Kappingin varð spæld á báðum
borðunum í Havnar Klubba á
páskum, og tilsamans vóru 12
mans við. Men nokk so skjótt vísti
tað seg, at teir tríggir, ið endaðu
við at fáa heiðursmerki, fóru eitt
sindur frá hinum níggju. Tí líktist
tað av álvara einari kapprenning
millum Kristian Sune Høgnesen
og Hall Joensen úr Klaksvík og
Niels Nielsen úr Havn – og teir
tríggir endaðu eisini við at vinna
gull, silvur og bronsu í júst somu
raðfylgju.
Hóast Niels átti besta spælið í
kappingini við 600 eygum og eisini
átti besta meðalumfarið, mátti
hann síggja klaksvíkingarnar fara
fram um seg og í finaluna. Har legði
Kristian Sune bragdliga fyri og kom
skjótt á odda ímóti Halli, so finalan
ikki gjørdist so øgiliga spennandi.
Kristian Sune fekk umleið 480 eygu
og Hallur um 100 eygu færri.
Gjøgnum
kappingina
vóru
fleiri rættiliga javnir dystir, men
samanumtikið vóru úrslitini heldur
lakari hesa ferð, enn tey hava verið
í øðrum líknandi kappingum. Men
tað tók einki frá Kristian Sune,
ið veruliga hevur víst stórform
seinnu árini og hesa ferð vann
føroyameistaraheitið triðja árið á
rað!
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Um vikuskiftið skipaði Hvirlan
aftur fyri einari av sínum opnu
kapp ingum, og hesa ferð var
kappast í hæddarlopi, kúluvarpi
og renning á 200 og 800 metra tein
unum.
Serliga merkisverd var kapp ing
in í hæddarlopi, tí hetta er fyrs ta
kappingin í hesi grein, síðani Fræls
ur Ítróttur Føroya var sett á stovn
í 2002, umframt at hetta var fyrstu
ferð nakrantíð, at kappast var í
hædd arlopi á Tórsbreyt.
Og júst í hæddarlopi vísti tað
seg, at ein av ungu monnunum í
bólki num 1617 ár, Trygvi Laksáfoss,
veru liga gjørdi vart við seg. Hann
stóð seg best av teimum sjey, ið
royndu at koma upp um bummin,
og honum eydnaðist at koma upp
á ein metur og 63 sentimetrar, sum
er bara 12 sentimetrar frá føroyska
meti num hjá monnum.
Hetta er í allar mátar merkisvert,
tí hæddarlop er ein tekniskt krevj
andi grein, og tá Trygvi megnar at
koma so nær føroyska metinum
hjá teimum vaksnu, er væl lítið at
ivast í, at tað metið skjótt stendur
fyri falli. Rógvi Højgaard kom upp
á somu hædd sum Trygvi, men so
skal eisini sigast, at Rógvi er ellivu
ár eldri.
Í kúluvarpi gekk eisini væl, tí
ikki færri enn tíggju av teimum
tólv, ið royndu seg, kundu fara
heim aftur við persónligum meti.
Tann, ið fekk mest burturúr, var tó
Helgi Geyti, sum í bólkinum dreing
ir 1617 ár megnaði at varpa fimm
kilo tungu kúluna út á 10,97 metrar.
Eisini hjá teimum yngru stóð
Marita K. Petersen seg væl. Hon
kappast í bólkinum gentur 1213
ár, har kúlan vigar tvey kilo, men
henni eydnaðist at varpa hana út á
7,46 metrar.
Úrslitini frá kappingini kunnu
annars síggjast á www.hvirlan.fo,
har tað eisini ber til at fylgja við í,
hvussu verður við komandi kapp
ingin. Tann næsta opna kappingin
hjá Hvirluni verður tann 24. apríl,
men enn er ikki greitt, hvørjum
grein um, kappast verður í.
einslistir@kallnet.fo
Hæddarlop á Tórsbreyt
Kristian Sune
triðja árið á rað
Frælsur ítróttur Fyri fyrstu ferð síðani 2002
og fyri fyrstu ferð nakrantíð á Tórsbreyt, var
leygardagin skipað fyri kapping í hæddarlopi
Billard Klaksvíkingar vístu seg eisini
í einstaklingakappingini í billard at
vera stinnir, tí á páskum áttu teir báðar
finalistarnar í FM-kappingini, sum Kristian
Sune Høgnesen vann triðja árið á rað
Billard
hæddarlop
Tríggir teir fremstu billardspælararnir í landinum: Hallur
Joensen, Kristian Sune Høgnesen og Niels Nielsen