mikudagur 7. apríl 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard
jaspur@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Roysningurin Ári, sum fyrst
helt til í Norðoyggjum og
síðan við Ljósá, stevnir nú
beina leið norðureftir.
Nýggi sendarin, sum sett
ur varð á roysningin Ára,
meðan hann helt til við Ljósá,
riggar framvegis.
Tá ið Ári fór úr Føroyum,
legði hann leiðina móti Ís
landi. Hildiðvarð, at Ári fór
til Íslands at vitja, men tað
gjørdi hann ikki.
Hann svam fór norður
um Ísland, so suðureftir, og
í gjárkvøldið segði sendarin,
at hann nú stevnir beina leið
norðureftir.
Á Náttúrugripasavninum
eru tey spent at frætta,
um hann heldur hesa kós
komandi dagarnar, og um
málið er Jan Main ella kanska
Svalbard.
randi@sosialurin.fo
Ári norðanfyri
Kringvarpið beyð í gjár
kvøldið einum miðla ser
frøð ingi á gátt at ummæla
nýggja Sosialin. Tað er altíð
gott at fáa ummæli av tí,
sum tú hevur gjørt men
vit gjørdust eitt sindur
vón svikin, tá professiónelli
miðlaser frøðingurin als ikki
hevði sæð Sosialin. Sjón
varpsverturin gav hon um
so eitt eintak, hann hevði
liggjandi á borðinum. Miðla
serfrøðingurin tók blaðið,
hugdi eftir fyrstu síðu, blað
aði upp á síðu 3, so á síðu 5,
og so fall dómurin:
– Nei, hetta í sær sjálvum
lokkar hvørki lesarar ella
lýs arar til blaðið. Tað skal
so nógv annað til hjá einum
fjølmiðli, enn bara design,
segði Allan Dalsgarð, sum
framvegis bara hevði blaðað
upp á síðu 5 í blaðnum.
Síðani spurdi Johnsigurd,
um hetta var rætta løtan
hjá Sosialinum at fækka út
gávudagarnar. Nei, tað helt
hann vera eitt afturstig at
gera í einum høggi.
Allan Dalgarð helt, at
Dimmalætting enn hevur
tann fyrimunin, at blaðið
kemur út hvønn dag.
– Teir hava frekvensin,
teir koma út ofta.
Men Allan segði tó at
enda, at Sosialurin hev ur
fyrimunin við Miðla hús
inum, Rás2 og Portal inum
saman við blaðnum at gera
tað rætta...
Tað, sum ikki framgekk
av innslagnum í Degi og
Viku var, at Allan Dalsgarð
er stjóri í lýsingarvirkinum
Sendistovuni hjá Nema
samtakinum. Íløgufelagið
Løkir eigur Nemasamtakið,
sum er systirfelag hjá P/F
Dimmalætting.
eirikur@sosialurin.fo
Minni
luta bólkar
stýra ikki
longur
Arne Winthereig
KjAK síðA 13
Læra
okkum at
lurta eftir
serfrøðini
BergtórA høgnAdóttir
joensen
KjAK síðA 13
Ummælti uttan
at síggja blaðið
a
t politikkur er glantri leik
ur er so mangan staðfest.
Tað varð eisini staðfest
skírisaftan, tá Tjóðveldi
og andstøðan lótust sum um, at tey
vildu fella løgmann og samgonguna.
Men hetta var bert spæl fyri galla
rínum. Tá Høgni Hoydal ikki ein
gong kláraði at fáa síni egnu fólk
til arbeiðis hendan dagin, so kann
royndin at fella løgmann ikki hava
verið heilhjartað.
Vit skilja væl motivini, sum and
støðan segði seg hava: Um tey nú
fingu lokkað nakrar fólka floks menn
yvirum, so kundi tað borið til at
fingið samtykt eitt misálit. Vit skilja
eisini, at andstøðan – eins og tjóðin
annars – er frustrerað yvir fløktu
støðuna, og tað, at løgmaður gongur
runt og letst at væl stendur til.
Men tað nyttar so lítið, tá and
støðutingmenn sjálvir ikki møta
upp! Sjávlur tingformaðurin Her
geir
Nielsen
úr
Tjóðveldinum
skulk aði hendan dagin – og tað
sama gjørdi Karsten Hansen úr
Mið flokkinum.
Tiltakið hjá Tjóðveldinum skíris
aftan kann tí ikki metast sum annað
enn vánaligt politiskt hand verk.
Eitt misálitisuppskot eigur ikki at
verða brúkt upp á kvamsvís. Slíkar
royndir undirgrava hetta týdn
ingarmikla amboðið, sum okkara
kosnu fólk eiga at kunna brúka
í eini álvarstøðu. Høgni Hoydal
veit, at hann skal hava seytjan
fólk at atkvøða fyri einum slíkum
uppskoti. Um hann so fekk lokkað
nakrar fólkafloksmenn yvirum,
hvat nyttar so tað, tá hann ikki fær
síni egnu fólk til arbeiðis???
Sjálvstýrisflokkurin var so ein
asti andstøðuflokkur, sum var
full mannaður. Javnaðarflokkurin
hevði heldur ikki øll síni fólk
til arbeiðis hendan dagin. Hans
Pauli Strøm og Andrias Petersen
vóru burturstaddir uttan at hava
eyka fólk til arbeiðis fyri seg. Men
tey vórðu innkallað í skundi –
og flokkurin – sum bara hevur
seks tingfólk – mátti heilt niður
til nummar 13 á listanum fyri at
manna tingbólkin hendan dagin.
Úrslitið av hesum glantrileiki
varð, at Hans Pauli Strøm og
Andrias Petersen missa einar 10.000
krónur í part av mánaðarlønini
meðan Karsten Hansen og Hergeir
Nielsen einki missa av sínari løn.
Misálitið frá Tjóðveldinum varð
vent til eitt álit frá løgtinginum á
løgmann og samgonguna hóast
nógv tekin eru í sól og mána um,
at samgonguni ikki er lív lagað.
Hálvhjartaða misáltisuppskotið var
tann reini glantrileikur...
Eitt háLvhjartað misáLit
Hvat nyttar eitt misálit,
tá andstøðan ikki møtir til
arbeiðis?
Meginpartin
av
teimum
sein astu 132 árum hevur
Samuelsenfamiljan átt P/F
Dimmalætting. Men í morgin
er hetta søga.
Aðalfundur verður í P/F
Dimmalætting í morgin, og tá
verður allur partapeningurin
niður skrivaður til 0. Harvið
missa verandi partaeigararnir
góð ar 30 milliónir krónur,
sum felagið varð vert góðum
tveimum árum síðani.
Høvuðspartaeigarar vóru
systrarnar Lisbeth L. Pet er
sen og Beate L. Sam uel sen,
sum hava mist bróð ur partin
av teimum 30 miil ón unum.
Nýggjur eigari er íløgu
fe lagið P/F Løkir, sum P/F
Føroya Banki, P/F Tjaldur, P/F
Krúnborg og Lækir Capital
ehf í Íslandi eiga í felag.
eirikur@sosialurin.fo
Dimma nýggjar eigarar