mikudagur 7. apríl 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
18
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Oyggjablaðið
Orð:
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens
Kristian Vang
jensk@sosialurin.fo
Trý í handlinum
Bygdaráðið í Vága kommunu viðger í løtuni
málið um skúlabygging á Giljanesi, eftir at
blámusóppur er staðfestur í verand skúla
Vit spurdu trý vágafólk,
sum vóru til handils í
Bónus, um hetta málið.
Spurningurin var:
Hvat skal
gerast við
skúlan á
Giljanesi?
Snorri Brend
- Ja, tað vísir seg at okkara spesiali
at byggja eittplanhús, er sera væl
egnað til landslagið og eftir spurn-
ingin her í Vágum, slær Jákup Suni
fast.
Í góðveðrinum ein dag fyri
páskir var stjórin sjálv ur og ein av
monnum hansara staddir í nýggju
út stykk ingini í Sandavági. Klárt
skal gerast til enn eini sethús á hes-
um staði.
Tey seinnu árini eru nógv sethús
bygd í teimum stóru bygdunum í
Vág um. Felags fyri fleiri teirra er, at
grund økini hava ligið í slætt lendi
og hava haraftrat ver ið stór - upp í
móti 700 fer metrum og meiri.
Teir eru nú farnir undir hús nr.
12 í Vágum. Hesi verða bygd í Sanda-
vági, í eini útstykking har byggjast
skulu eini 30 sethús. Og gongst sum
tað plagar og eigu r hjá Buli kann
eigarin flyta inn í tey í summar.
- Vit plaga at siga, at tað tekur
okk um tríggjar mánaðir frá tí vit
byrja, til húsini eru klár. Í hesum
førinum ætlar maðurin sjálvur at
gera køkin og leggja gólvini á, greið-
ir Jákup Suni frá.
Teir eru í løtuni sjey mans í fyri-
tøkuni, umframt tað at teir hava
knýtt ar fleiri undirleverandørar at
sær.
Fáa ikki lán
Tað er hugaligt at nærkast Sanda-
vági við bili. Bæði tann fremmandi
og tann kendi síggja beinanvegin,
at her er lív og vøkstur í bygdini.
Tey seinastu árini eru bygd
í hópatali av sethúsum norðuri
í Sørpum, sum tann staðkendi
sandavágsmaðurin hevði sagt tað.
Vit taldu ikki, men leysliga mett eru
tey væl omanfyri 30.
Hóast tíðirnar er broyttar og
fíggjarkreppa herjar kring allan
heim in, hevur hetta kortini ikki
tikið burtur áhugan hjá fólki at seta
føtur undir egið borð.
Nakað undan páskum vóru
teir hjá byggifyritøkuni Bulur á
Signabø farnir undir enn eini set-
hús á hesum staði.
At teir byggja hús í Vágum er
ikki nakað eindømi. Hesi húsini eru
í roynd og veru teirra tólvta bara í
Vág um.
- Vit hava lagt okkum eftir eitt-
plans- húsum fram eftir jørð. Og tað
hev ur teimum dámað sera væl her
vesturi, sigur Jákup Suni.
snorri@sosialurin.fo
- Rív skúlan niður
sum skjótast, tí hann
er jú sjúkur
ThorBorg haraldSen, Miðvágur
- Um peng ar eru
til tað, so skulu vit
hava ein nýggj an
skúla. Børn ini kunnu
ikki liva í soppi
Birgir lauriTSen, Miðvágur
- Best hevði verið,
um skúlin kundi verið
gjørdur í stand
Jórun ThoMaSSen, Sandavágur
Vágafólk
sandavágur - Ynskini hjá fólki í Vágum
og okkara útboð vísa seg at hóska sera
væl saman. Vit hava valt okkum eitt
ávíst snið, soleiðis at vit ikki gera somu
húsini sum aðrir, sigur Jákup Suni Joensen,
stjóri í byggifyritøkuni Bulur á Signabø
Byggifyritøkan Bilur, ið varð
stovnað í 1998, hevur gjørt
hús kring alt landið, millum
annað í Norðoyggjum, Havn og
Sandoynni. Enn hava teir ikki
gjørt nøkur hús í Suðuroy.
-
Vit
hava
nógvar
fyrispurningar frá fólki, sum
ynskja sær hús frá okkum. Men
ein vansi hevur verið, at trupult
hevur verið at fingið lán frá
peningastovnunum.
- Men eg veit ikki, tað virkar
sum um at tað er heldur frægari
møguleiki
nú.
Og
kanska
árstíðin nú eisini er tann rætta
til bygging av sethúsum, slær
Jákup Suni fast.
Kring landið