Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. apríl 2010 20 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Einki prangandi skelti boðar frá, at eitt posthús liggur her miðskeiðis í vøkru bygdini. Ein lítil seðil á hurðini sigur tó frá tí veruleika, at posthúsið bert er opið millum klokkan 11:30 og 12:30 gerandisdagar. Annars er tað aftur latið. Hesa løtuna mugu sanda vágs­ fólk fara oman higar at ordna síni postørindi, áðrenn fryntliga post­ kvinnan fer víðari til næsta post­ hús í oynni. Ein teirra, sum henda ein dagin fyri páskir hevði ørindi á posthúsinum, var Lisa Jóhannus­ dóttir. ­ Nei, eg eri ikki á posthúsinum hvørja viku. Men tað er ein slíkur lætti at fara á eitt posthús her í bygdini, heldur enn at koyra aðra­ stað ni, sigur hon. Nakað væl av fólki hevði framm­ anundan avgreitt síni ørindi á post­ húsinum. Nú ræður um hjá henni at skunda sær. Posthúsið steingir fyri dagin um nakrar fáar minuttir. Alt fór av bygdini Tað hevur órógvað nógv fólk í Sanda vági, at so nógvar ymiskar tænast ur eru fluttar úr, ella eru lagd ar niður í bygdini. Tey hava upplivað, at báðir teir stóru peningastovnarnir lótu deildir sínar aftur. Tey hava upp liv­ að, at læknaviðtalan varð niðurløgd ella flutt í lækna miðstøðina í Mið­ vági. Og tey hava upplivað og ásann að, at tað í løtuni bert er tann eini matvøruhandilin í bygdini. Onkur pástóð enntá ­ í skemti sjálvandi ­ at kirkjuráðið hevði sett ljós kastara á kirkjuna, soleiðis at hon ikki eisini varð flutt av bygdini á náttartíð. Enn stendur so posthúsið mitt í bygdini, og hevur opið ein tíma hvønn yrkadag. Fyri mong er hetta at kalla seinasti tænastuskansin í Sanda vági. ­ Eg haldi, at vit sjálvandi skulu hava eitt posthús her í bygdini, slær Lisa rimmarfast. Bæði hon og mong onnur við henni vóna, at tey eisini í framtíðini kun nu sleppa á posthúsið í teirra heim bygd. Avgreiðast á staðnum Fyri Lisu Jóhannusdóttur er tað ikki so trupult at fara av bygdini, um hon hevur onkur ørindi í ann­ an av peningastovnunum í granna­ bygdini. Við bili er skjótt at koyra teir fáu kilometrarnar til Miðvágs. Men hon er fult greið um, at fyri mangar av tilkomnu og eldru íbúgvunum í Sandavági, hevði tað verið ein stórur missur, um post­ húsið nú eisini fór sama veg. ­ Nógv teirra hava ongan bil, og koma tí her á posthúsið at ordna síni ting. Men hetta ger seg eisini gald andi fyri okkum, sum eru í góð­ um árum, slær Lisa fast. Henda dagin á posthúsinum skuldi hon eftir onkrum heilivági, sum var komin av Apotekinum í Havn. Hetta varð bæði skjótt og gott avgreitt í heimbygdini. ­ Nei, tað er munandi lættari at fáa hetta avgreitt her, heldur enn at koy ra inn til Miðvágs, sigur Lisa. Og hon leggur í sama viðfangi aftrat: ­ Lat meg so sláa 100 prosent fast, at eingin okkara hevur nakað ímó ti miðvingum. Tað hevur einki við tað at gera. Tað er bara tað, at tað eru ikki øll sum eins lætt kun­ nu sleppa av bygdini til lækna, pen­ inga stovnar og annað. snorri@sosialurin.fo Sandavágur - Bygdin er so mikið stór, at tað má bara vera eitt posthús her í Sandavági. Alt annað virkar púra burturvið, slær sandavágskvinnan Lisa Jóhannusdóttir fast Posthúsið mugu vit hava Fólk í Sandavági fegnast um at hava eitt posthús í bygdini. - Tað hevði verið ein stórur missur, um posthúsið her í bygdini varð niðurlagt, sigur Lisa Jóhannusdóttir Mynd: Jens Kristian Vang HvuSSu LEIngI aFTraT? Í Sandavági eru tvey umdømi hjá Posta. Annað teirra hevur 125 húski og hitt 137. Postsmogurnar eru sjey í tali. Íalt eru sostatt 269 húski. 269 húski Tað eru ikki øll sum eins lætt kunnu sleppa av bygdini til lækna, peninga­ stovnar og annað Inntøkan í kommununi er vaksin støðugt tey seinastu árini. Í teirri fyrrverandi Miðvágs kommunu var hon í 1994 74,4 mió men var í 2008 komin uppá 179,8 mió krónur. Í Sandavágs kommunu var inntøkan í 1994 52,6 mió og í 2008 135,8 mió krónur. Vága Bókasavn er heitið á tí “nýggja” bókasavninum í kommununi. Á bygdaráðsfundi fyrr í ár varð samtykt at broyta navnið á Sandavágs/Miðvágs Bókasavni til Vága Bókasavn. Hetta varð gjørt eftir uppskoti frá bókavørðinum, og tóku bæði mentanarnevndin og bygdaráðið undir við hesum.