Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. apríl 2010 22 Sosialurin Oyggjablaðið Skilji væl at búSeta Seg h Snorri Brend – So seint sum í gjár fór eitt byggi­ loyvi út úr húsinum, greiðir borgarstjórin frá. Tey seinastu árini hava nógv fólk valt at búseta seg í Vágum. Báðar kommunurnar – Sørvágs kommuna og Vága kommuna – hava tí gjørt eitt stórt arbeiði við at útvega fólki øki at byggja á. Bæði í Sandavági og í Mið vági eru nógv sethús bygd tey seinastu árini ­ og sum víst verður á aðrastaðni í blaðnum, er einki sum bend ir á, at hugurin hjá fólki at byggja er vorðin minni í hesum fíggjarligu ringu tíð um. Í Sandavági kemur í øllum førum eitt nýtt sethús upp at standa teir komandi mánaðirnar. Her í bygdini er tað mest í býl ing inum »Norðuri í Sørpum« at tey nýggju set­ húsini finnast. Her vórðu tey fyrstu tvey sethúsini bygd fyri umleið átta árum síðani, og síðani hevur tað bara gingið slag í slag. Í Miðvági er somuleiðis eitt stórt tal av sethúsum vorð in bygd norðarlaga í bygd ini. Eisini í hesi bygdini vilja fólk framvegis seta búgv. – Vit hava lagt okkum eftir at hava góð, bílig og haraftrat stórt grundøki, sigur Albert Ellefsen. Nógv av grundøkjunum eru mill um 7 og 800 fer metr ar til stødd­ ar. Og líkt er til, at fólkið hevur dámað væl at kunna byggja sær stór sethús á einum stórum øki. Stutt til 2000 At fólk hava havt áhuga at byggja í Sandavági og Mið vági sæst sum vera man aftur í fólkatalinum. Tað hevur fleiri ferðir víst seg, at meðan fólkatalið er minkað í flestu økjum kring landið, hevur tað øvugta gjørt seg galdandi í Vág um. Tølini fyri Vága kommunu stað­ festa tað sama: Her hava fólk havt møguleika at búseta seg. Og tað hava tey so sanniliga eisini gjørt. Sambært einum yvirliti búðu 1799 fólk í teimum trim um bygdun­ um, Sandavágur, Miðvágur og Vatnsoyrar í 1990. 10 ár seinni búðu 1750 fólk her, men síðani er talið av íbúgvum vaksið javnt og samt, og rakk hæddina í 2008, tá tað einans restaðu 46 íbúgvar í teir 2000. Um ársskiftið var talið kortini minkað nakað, so leið is at tað nú búgva 1939 fólk í kommununi. Við ávísum stoltleika vísa fólk eisini á, at tað er góður trivnaður, nógv virksemi hjá fólki at fara til. Somuleiðis kann sigast, at ein góður barnagarður er í Sandavági og seinni í ár verður eftir ætlan tann nýggi barnagarðurin í Mið­ vági tikin í brúk. snorri@sosialurin.fo Trivnaður - Tað eru nógvar orsøkir til at fólk vilja búseta seg her í Vága kommunu. Ein teirra er í øllum førum, at her er so góður trivnaður. Her behøvist eingin at keða seg, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu. So leingi ljósið lýsir, er ein vón goTT sTað Fólkatalið í Vága kommunu er vaksið ár undan ári. - Her er gott at búgva, staðfestir borgarstjórin, Albert Ellefsen Mynd: Jens Kristian Vang