Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. apríl 2010 24 Sosialurin Oyggjablaðið Ikki stundir at keða meg miðvágur – Onkur dagur bleiv kanska nakað langur í vetur. Men annars havi eg ikki havt stundir at keða meg, sigur Jónhard Selfoss. Hann er upprunaliga úr Sørvági, men hevur búð í Miðvági síðani 1979. Og so er hann ein av teimum 926 heiltíðar arbeiðsleysu mannfólkunum í landinum Snorri Brend – Eg havi ongatíð verið negativur av lyndi. Og nú ljóða eisini tey góðu tíð indini at teir hjá J&K fara at út­ byggja flogvøllin, sigur Jónhard og sum í hes um viðfangi leggur aftr at, at hann hevur stóra koyri kortið. Hann hevur gingið uttan arbeiði í eina tíð, og veit tí nógv um, hvat tað vil siga at verða arbeiðsleysur og framvegis vera arbeiðsleysur slakar 10 mánaðir seinni. – Summi fara heilt niður í kolkjallaran, og fella heilt í fátt ella fella til fløskuna. Eg síggi ljóst uppá tað, og havi faktiskt ongatíð verið í Rúsuni, sigur Jónhard. Tað eru uttan iva teir menn, sum kunnu fáa skotið í skógvarnar at teir eru ikki rættir menn: Teir eru arbeiðsleysir og kunnu tí ikki forsyrgja síni familju. Hetta hevur Jónhard einki merkt til. – Nei, tað havi eg so einki merkt til. Eg vil tó viðganga, at eg sakni starvsfelagar at tosa við. Men eg kann altíð fara oman á brandstøðina ella á kajuna. Har hitti eg altíð onkran at tosa við. – Annars havi eg hetta seinasta árið havt meiri tíð saman við familjuni, sigur Jónhard. Umframt hetta, dámar honum væl at fáast við seyð. Hann er fastur fjallmaður »Úti á Dal« teir kalla. Og tá teir fara við ella eftir veð r um í Miðvágsurðini, er hann sjálvandi við. Góðar stundir Hóast Jónhard dámdi væl lívið á sjónum, hevði hann onga ætlan um at hetta skuldi gerast lívsstarv hansara. – Eg setti mær fyri at gev­ ast við siglingini, tá eg var 40 ár. Og faktist byrjaði eg hjá Føroya Glugga í Miðvági (tað sum nú eitur H­dygd, blðm.) stutt áðrenn eg fylti 40, sigur Jónhard við einum brosi. Her arbeiddi hann fram til á sumri í fjør, tá hann varð uppsagdur. Men hetta fekk ikki tann nú 50 ára gamla miðvingin at falla í fátt. – Nei, skal eg vera heilt er ligur, so havi havt nóg mikið at tykist við síðani tá. Frammanundan var hann valdur inn í nýggja bygda ráð ið í teirri sam­ an løgdu Vága komm unu, eins og hann er annar av varamonnunum hjá sløkkiliðsleiðaranum, – bara fyri at nevna nakað. – Hvat eg hugsaði, tá eg fekk uppsøgnina frá stjór anum? Ja, mín fyrsti tanki var at tað man fara at laga seg onkursvegna. Og tað hevur tað so gjørt higartil hjá Jónhardi. Nú fekk hann stundir til nakað av tí, hann annars ikki hevði so góða tíð til áðrenn, m.a. at hampa rundan um hjá sær sjálvum, og at seta seg uppaftur betri inn í málini, sum skulu viðgerast í bygda­ ráðnum. – Og so fái eg eisini betri stundir til bæði abbabørnini, sigur hann við einum brosi. Ikki klaga Ein avleiðing av at gerast ar­ beiðsleysur er, at fólk kunnu seta seg fyri einki, set ast inni ella setast at kúra. Soleiðis hevur ikki verið hjá Jónhardi. Hansara dagar hava gingið skjótt. – OK, onkrar løtur í vetur tóktust heldur langar. Men eg havi sett mær fyri, at eg skal so ikki liggja og sova dagin burtur. Nei, hjá mær er einki sum eitur at venda upp og niður uppá dagin. – Eg setti mær beinanvegin fyri at halda fast við eina van liga dagsrútmu. Tí eri eg uppi hvønn morgun millum klokkan 6 og 8, sigur Jónhard, og avdúkar, at hann, dagin fyri samrøðuna, yvirraskaði konuna við rundstykkjum til morgunmatin tann dagin. Í mangar mátar hevur Jón­ hard verið í eini hepnari støðu, tá ein tosar um ta fíggjarligu síðuna. Hann fær samsýning fyri arbeiðið sítt í sløkkiliðinum, álitisstarvið sum bygdaráðslimur og fær annars stuðul frá ALS. – Nei, eg skal ikki klaga, sigur hann. Dagsskráin týsdag 23. mars 2010 7:30 Fór í Mylnuna at keypa rundstykki til sín og konuna, áðrenn hon fór til arbeiðis 8:30 Til telduna at kanna um nakar postur var komin, í sambandi við onkur mál, sum skulu viðgerast á bygdaráðsfundinum hósdagin 25. mars. Nei, har einki komið. 11:00 Tendraði sjónvarpið, tá tingfundurin byrjar. Dámar væl at fylgja við orðaskiftinum har. 11:05 Eftir døgurða í boksini. Dagsins rættur: Bollar í karry og rís. 12:00 Døgurðin klárur. Ruddar av aftaná 13:45 Til Havnar við sløkkiliðsbilinum, sum skuldi til sýn í Akstovuni Afturkomin vaskaði sløkkiliðsbilin og spulaði hann, áðrenn hann varð koyrdur inn í høllina hjá sløkkiliðinum á bryggjuni í Miðvági 16:30 Við hús, kanna teldupost. Skráin var nú komin til fundin hóskvøldið 18:00 Nátturði. Fekk konuna at snøgga sær hárið, áðrenn fundin í kvøld 19:00 Fundur í bygdarskúlin í Miðvági. Hans Trúgvi Teirin heldur skeið um tagnarskyldu fyri starvsfólki í kommununi og bygdaráðslimum úr Vága kommunu. 140 fólk á fundi 22:30 Kvøldtúr út á Bakka at tøma bátin, eins og hann ger hvønn einasta dag. Minst Størsta arbeiðsloysið í februar mánaði, 8,8 prosent, var í Suðuroyar sýslu. Minsta arbeiðsloysið, 5,3 prosent, var í Vága sýslu. Arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum uttan í Norðoya og Sandoyar sýslum har arbeiðsloysið minkaði við ávikavist 6 og 7 fulltíðararbeiðsleysum. Hvat eg hugsaði, tá eg fekk uppsøgnina frá stjóranum? Ja, mín fyrsti tanki var at tað man fara at laga seg onkursvegna ArBEiðSLEYSur – Eg havi nóg mikið at takast við, sigur Jónhard Selfoss, sum m.a. er sløkkiliðsmaður í Vága kommunu Mynd: Jens Kristian Vang