mikudagur 7. apríl 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Eingin sum nærkast Sandavági
sleppur undan at sanna, at bygdin
hevur verið Føroya best røkta bygd.
Og framvegis vil vera tað.
Eitt vakurt skelti boðar frá, at
ein nú koyrir inn í eina bygd, sum
tríggjar ferðir hevur fingið henda
heiðurin - í 1997, 2003 og aftur í
2008.
Eitt av teimum støðunum í
bygdini, har ein hevur gjørt sítt
til at liva upp til henda heiðurin,
er á økinum kring um Sandavágs
kirkju.
Í farna mánaði byrjaði Eyðun
á Lofti eitt arbeiði her við at laga
ein lágan garð. Hesin garðurin er
við tann vakurt lagaða garðin sum
longu er kring kirkjuna.
– Ætlanin er so at hava gras
millum báðar garðarnar.
– Jú, tá hetta er liðugt, fer tað at
verða sera snøgt her rundan um
kirkjuna, greiðir Eyðun frá.
Kynstur
At Eyðun á Lofti ikki er óvanur
at laga grótgarðar, finnast mong
prógvini um í bygdini.
Tað sama kann eisini sigast um
tveir av brøðrum hansara, ið eisini
duga hetta kynstrið at laga ein
vakran garð.
– Eg eri sjálvlærdur, kemur tað
stillisliga frá honum.
Eyðun hevur fyrst og fremst
lagað rundanum, heima hjá sær
sjálvum.
Men tann lagingin, ið hann nú er
farin undir, er ikki tann einasta her
á økinum við kirkjuna.
– Tú sært. Har yviri, har lagaði eg
eitt sindur síðsta summar. Og nú er
tað so hesin lági garðurin fram við
kirkjugarðinum, sum skal gerast
liðugur, sigur greiður hann frá.
At handalag er til slíkt arbeiði,
ber tann parturin, hann er liðugur
við, prógv um: Sera hegnisligt hand-
verk.
Krevur tol
Grótið til hesa lagingina hevur
hann fingið til vega úr grótbrotum
í oynni. Hetta grótið, sum hann nú
lagar við, er lætt at fáa hendur á og
hampiliga gott at arbeiða við.
– Tað er kortini eitt sindur bleytt
og er kanska heldur morlut. Tað
støkkur í øllum førum ikki so væl
sum tað góða grótið, sum ein fær
sunnan úr Porkeri. Ja, tá er munur
á, slær hann fast.
Eyðun hevur sum vera man eis-
ini lagað garðar við hagagróti. Hevði
tað bara verið eitt sindur lættari at
fingið fatur á!
– Hagagrótið er ikki so slætt sum
hetta grótið, men garðarnir verða
so nógvar ferðir penari. Eingin ivi
um tað, slær hann fast.
Eyðun byrjaði fyri í farna mánaði
uppá henda garðin niðanvert kirkj-
una. Tá vit hittu hann stutt fyri
páskir, var hann komin nakað
áleiðis.
– Men, sum Eyðun tekur til: - Tað
tekur tíð og krevur tol at laga ein
garð.
snorri@sosialurin.fo
fríðkan
– Summi dáma væl at stoypa ein garð. Men einki
kann tó samanberast við ein vakurt lagaðan garð,
sigur Eyðun á Lofti, grótlagari í Sandavági
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein skal
hava gott tol
sandavágur – Tað tekur sína tíð at laga eina garð, men tað
ger einki. Eg veit í øllum førum, at ein lagaður grótgarður,
hann bara veksur í virði, sigur Eyðun á Lofti úr Sandavági
Tá Sandavágur varð kosin sum
Best Røkta bygdin í 2008 varð sagt
soleiðis í grundgevingunum:
»Heiðurslønin
verður
lat-
in
einari
gamlari
bygd,
ið
kortini ikki stewndur í stað.
Nógv virksemi er í bygdini og
karmarnir fyri felagslívi eru
góðir. Nógv verður gjørt fyri
at fríðka um, bøgarðarnir eru
vakrir og væl hildnir og gamli
handilin er gjørdur um til
fornminnissavn.
Áirnar
eru
reinar og eitt frítíðarøkið er
gjørt við ánna, har tað verður
plantað og nýggjar snotuligar
brýr eru gjørdar.
Bygdin er sum heild ruddi lig
og vælskipað. Einki spillivatn frá
húsarhaldum verður leitt út í áir,
men er íbundið kloakkskipan,
sum førir tað út á sjógv. Ynskiligt
er tó, at kloakkirnar verða førd ar
longur út á sjógv, og helst 1 metur
undir hægstu fjøru. Sandurin,
sum er góð kend hvalvág, er
reinur og ruddiligur.
At onnur eisini hava fing ið
eyguni upp fyri hesi vøkru bygd,
hevur bygd arfólkið fingið prógv
um tvær ferðir tey seinastu 11
árini, tí bygdin varð kosin Best
røkta bygd bæði í 1997 og í 2003.
Tað er týðuligt at bygda fólkið
og kommunan fram haldandi
ynskir, at bygd in skal liva upp
til tann vunna heiðurin og tey
hava í hesum sambandi ar beitt
miðvíst víðari við at bøta um
viðurskifti, ið metingarnevndin
vísti á í 2006«.
snorri@sosialurin.fo
Tað tekur tíð og krevur tol
at laga ein garð
Vakrasta bygdin
Miðstaðarøki
er eitt sum arbeitt verður við í Sandavági. Hetta
arbeiðið skal verða liðugt í ár. Arbeitt verður
somuleiðis við at hampa um í viðalundini og at laga
garð á Sjóberinum