Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. apríl 2010 vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørar: Eirikur Lindenskov og Inna Törnroos Tann nýggja lítla teldan, iPad, hevur birt vón hjá fleiri trongdum blaðhúsum. Handan hav hevur áhugin fyri nýggju telduni verið sera stórur - og heldur gongdin fram, so verður roknað við, at tey verða nógv, ið vilja framleiða tilfar til iPad'in - eitt nú bløðini. – Tað tilfarið, sum bløðini frammanun geva burtur fyri einki á inter- netinum, verður sagt. – Eg haldi, at iPad verður gjøgnumbrotið, sum ger, at talgilt tilfar fer at kosta peng- ar, segði Lisbeth Knudsen, samtaksstjóri hjá Berlinske Medier, við TV-avísina í gjár- kvøldið. Berlinske Medier hevur longu fleiri forrit klár til iPad'in. eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fólka­ flokkurin má melda greitt út Helena Dam á neystabø KjaK síða 13 Vanlig fatan er, at eitt val loysir onki Kári á rógvi KjaK síða 18 v it hava á hesum stað fleiri ferðir nevnt føroyskan poli tikk glantrileik, og hetta liva tingfólk og lands stýrisfólk væl upp til hvønn ein asta dag – og tað gjørdu tey eis ini í dag. Tað er púra einki skil í land sins leiðslu, vit hava onga sam gongu – og óvist er um vit hava nakra and støðu heldur. Nú bíða vit bara eftir løg manni, og hvussu leingi hann held ur, vit hava eina samgongu. Løg mað ur hev ur sera stórt vald, tá viður skift- ini gerast so kaotisk. Hann kann koyra løgtingið til hús, hann kann koyra landsstýrisfólk til hús, hann kann útskriva nýval – og hann er fram vegis løgmaður, tá nýggja løg- tingið tekur við – og hevur tá sera stóra ávirkan á, hvør skal gerast næsti løgmaður. Spurningurin er, hvør tað er, sum stýrir politikkinum. Vit kunnu staðfesta, at tað ikki eru floks- formenn og politiskir flokkar. Vit kunnu av góðum grundum seta spurn artekin við, um vit í heila tikið hava nakrar flokkar, tí soleiðis sum tingfólk arbeiða, so er tað hin einstaki, ið ger sum honum lystir. Tosað hevur verið um semjuna millum Javnaðarflokkin og Sam- bandsflokkin. Dagurin í gjár vísti, at tingfólkini hjá Sambandsflokkinum als ikki taka undir við formann- inum, sum kortini einki veit um tað. Ikki ein gong Javn aðar flokk urin, sum eigur fíggjar mála ráð harran við karmunum, stendur saman. At Gerhard ikki tekur und ir við karmunum, tí eingin Sand oyar tunnil er í honum, sigur nógv um, hvussu vit leyst polit iska arbeiðið er, og hvussu lítið sam anhang er millum orð og gerðir, og hvussu illa tað ber til at savna ein so lítlan tingbólk, sum tann hjá Javnaðarflokkinum. Spurningurin er, um flokkarnir í veruleikanum fyrireika seg til løgtingsval. Í síðstu viku sóu vit ein annan glantrileik hjá Tjóð veld inum um eitt mis álitisuppskot, sum í roynd og veru bara var dreingjalótir. Tjóðveldihevði ikki ein gong hevði tryggjað sær, at øll tingfólkini - enn- tá løg tings for mað urin – møttu til arbeiðis. Kanska ein roynd at fáa Fólka flokkin at viðganga okkurt. Men seriøsur politikkur er tað ikki. Og gott politiskt handverk er tað heldur ikki. So er spurningurin, um orsøkin til glantrileikin er óttin fyri at taka neyðugu avgerðirnar – ella um frustratiónirnar standast av vilj anum at halda seg til maktina. Løg maður og fíggjarmálaráðharrin hava málað seg inn í ein krók, hagani eingin gongd leið er eyðsýnd. Einki tamarhaLd Fær Gerhard ikki tunnilin, atkvøður hann ímóti... Onnur løgdu meira fyri Blaðhús stórar vónir til iPad Hóast Hergeir Nielsen, løg- tings formaður, ikki kundi møta á tingfundinum skíri- saftan at fella løgmann – og hóast flokkurin hjá honum ikki gjørdi meira fyri at tryggja sær sínar egnu at kvøður til tess at tað skuldi eydnast at fella løgmann, so løgdu sam- gonguflokkarnir meira fyri til tess at loysa teirra trupulleika við ting fólkum, sum ikki møttu til arbeiðis. Jaspur Vang, sam bands- tingmaður úr Suðuroy, kom við tyrlu til Havnar. Fýra fólk hjá Javnað ar - flokkinum, sum vóru uttan- lands, kláraðu umvegis teldu- post og sms at biðja tingið um farloyvi, so næsta fólk á listanum kundi møta. Javnaðarflokkurin, sum bara hevur seks tingfólk, kall aði nr. 12 og nr. 13 á list- anum inn at bjarga sam- gonguni undan mis álitis upp- skotinum. Um Høgni Hoydal hevði klár að at lokkað nakrar fólka- floksmenn at atkvøða fyri, so hevði uppskotið kortini fallið, tí hann ikki fekk allar uppskotsstillararnar til ar- beiðis. eirikur@sosialurin.fo Hergeir Nielsen, løg tings- formaður, hevur hesa við- merking til oddagreinina í Sosialinum 8. apríl 2010: »Tingfundurin 31. mars hevði bert framløgu av játt- anarskipanini á skránni. Ein tílíkur fram løgu- fund ur tekur vanliga tveir minuttir og kann eftir ting- skipanini avgreiðast av for- manninum einsa møll um. Tá ein havnarferð hevði tikið 14 tímar, varð avtalað við næstformannin at av- greiða fundin. Eitt misálit, sum eg einki kendi til, varð framlagt, og gjørdi hetta fundin mun- andi drúgvari. Sjógvegis sambandið forðaði mær í at koma vegin fram til hesa viðgerð.« Hergeir Nielsen Hergeir visti einki Um tað er Egesippusi, sum tryggingarfelagið Trygd flagg aði fyri í mikudagin, er ikki greitt. Men í øllum førum eitur tann dagurin, 7. apríl, Egesippus – eftir einum jøda í Róm, sum gjørdist kristin einferð seint í triðju øld. Tá fólk kom til ar beið - is hjá Trygd í Havn miku - morgunin sóu tey, at ein súkkla varð vund in í húnar- hátt á flagg stong ini sum stendur við høvuðsdyrnar hjá trygg ingarfelagnum und ir Kjall ara. eirikur@sosialurin.fo Súkkla í húnar hátt