fríggjadagur 9. apríl 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. apríl 2010
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Royndin
Fríða
nevnist
stóra miðbýarætlanin, sum
Archibald Black og Gunnar
Nolsøe
hava
gjørt
fyri
Klaksvík.
Í hesi ætlan nevna teir, at
pláss er sett av til tjóðpall.
– Tað hava vit gjørt, tí vit
vita, at tjóðpallurin hevur
ikki nóg góðar umstøður.
Ymisk uppskot hava verið
frammi
í
Havn
um
at
byggja tjóðpall, men einki
er hent. Vit vilja hava eitt
mentanarhús við í ætlanina
og halda okkum kunna bjóða
tjóðpallinum bestu umstøður
í húsinum út móti sjónum,
sigur Archibald Black.
Hann heldur tað ongan
týdning hava, um ein tjóð
pallur hevur sæti í Havn
ella í Klaksvík, tí tá ið Skála
fjarðartunnilin kemur, fer
tað at taka onga tíð at koyra
millum Klaksvík og Havn.
Fólk hava tikið ymist
ímóti uppskotinum um at
byggja tjóðpall í Klaksvík.
Summi hava sagt, at tað
ber ikki til at hava tjóðpall
aðrastaðni enn, onnur hava
sagt, at tey mugu venja seg
við tankan.
– Men eg havi eisini tosað
við sjónleikarar í Havn, sum
ikki hava hildið nakað galið
vera við at hava tjóðpallin
í Klaksvík, sigur Archibald
Black.
Klaksvík má hava pall
– Eg haldi tað vera frálíkt,
at onkur hugsar um okkum,
sigur Jenny C. Petersen, stjóri
á Leikpalli Føroya.
Men hon ivast í, hvussu
hugsandi tað er, at Tjóðpallur
Føroya fær spildurnýtt hús.
Tað er ein landsuppgáva, og
hon hevur ikki varnast, at
nakar peningur er settur av
til tað.
Annars heldur Jenny C.
Petersen,
at
tjóðpallurin
eigur at vera í Havn. Ein
høvuðsstaður sær tað sum
eina æru at hava tjóðpallin.
– Og Tórshavnar komm
una hevur alla tíðina víst
tjóðpallinum stóra vælvild.
Hevði tað ikki verið, høvdu
vit ongastaðni havt at húsast,
sigur Jenny C. Petersen.
Uttan
mun
til,
um
tjóðpallurin fer til Klaksvíkar
ella ikki, vónar Jenny C.
Petersen, at klaksvíkingar
gera álvara av at byggja
mentanarhús, tí tað er neyð
ugt bæði fyri Klaksvíkar
Sjónleikarfelag fyri norðingar
sum heild, sigur hon.
randi@sosialurin.fo
Klaksvík vil hýsa
Tjóðpallinum
Tjóðpallur Føroya Í stóru miðbýarætlanini fyri Klaksvík er pláss sett
av til tjóðpall. Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya veit ikki, hvussu
hugsandi tað er at hava tjóðpall aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, men
hon fegnast um, at klaksvíkingar eisini hugsa um tjóðpallin
Vit kunnu bjóða tjóð
pallinum bestu umstøður
ARchibAld blAck
Í hesum húsinum á Sandinum í Klaksvík
er pláss fyri Tjóðpalli Føroya
BÝarHÚS
25.
apríl
Bæði langa fríggjadag
og páskanátt ringdu
grannar hjá Oasuni í
Hoyvík og klagaðu um
gang.
Langa
fríggjadag
fór politiið inn á gólvið
í Oasuni og bað tey um
at skrúva niður, men
páskanátt var aftur
galið. Politiið vitjaði
aftur, men sambært
einum granna gekk
bara ein løta, so varð
spælt líka hart aftur.
– Man skuldi trúð, at
tað var eitt diskotek,
men Oasan er ein
samkoma, sum gjørdi,
at vit alla høgtíðina
ikki fingu sovið. Alt
skalv, sigur grannin, ið
bað politiið um hjálp at
fáa svøvnnáðir.
Tá ið ein samkoma
spælir harðan tónleik
kemur tað ikki undir
hugtakið “offentlig for
lystelse”, ið eftir halgi
dagslógini er forboðið
um høgtíðina.
Men tað er kortini
brot á halgidagslógina
at halda gang halgidag
ar. Grein 1 í lógini sigur
nevniliga:
Paa
Folkekirkens
Helligdage
er
alle
Arbejdssysler i eller
udenfor
Huset,
der
ved den Larm, de med
fører, eller iøvrigt ved
den Maade, hvorpaa
de foretages, forstyrrer
Helligdagens
Fred,
forbudt.
Somuleiðis er tað
brot á politiviðtøkurnar
fyri Tórshavn, sigur
Finn Ougaard, vara
fúti.
randi@sosialurin.fo
Grannar
mistu
svøvnin
av Oasuni
klaksvíkar
kommuna bjóðar
øllum at gera
viðmerkingar til
nýggju miðbýar
ætlanina. Freistin
er 25. apríl
Við kongligari fyriskipan varð galdandi halgidagslóg í 1923 sett í gildi í Føroyum, og lógin
er ikki broytt síðan. Á ólavsøku 2008 varð málsøkið yvirtikið, men einki røkist fyri, at
lógin verður broytt. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í kirkjumálum er greið
yvir, at halgidagslógin er avoldað og ógjørlig at halda bæði hjá dansistøðum, handilslívi,
samkomum og øðrum, men tann lógin er ikki tann, sum stendur oovast at fáa broytt, sigur
hon. Aðrar kirkjulógir hava meira skund at gera, sigur hon. – Tað er ikki so einfalt at gera
nýggja halgidagslóg, men vit kundu kanska sett fólk til at gjørt tilmæli til nýggja lóg, sigur
Helena Dam á Neystabø.
randi@sosialurin.fo
Halgidagslógin stendur ikki ovast