Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. apríl 2010 6 Sosialurin Eirikur Lindenskov Beinleiðis orsøkin til eigara­ skiftið á Dimmalætting er, at raksturin hjá fyritøkuni seinastu árini hevur verið sera tungur ­ og tað bar av í 2008. Hetta árið einsa malt kostaði gomlu parta eigar­ unum góðar 27 milliónir krón ur. Seinastu fimm rokn­ skapar árini hava kostað gomlu partaeigarunum í P/F Dimmalætting góðar 30 milliónir krónur, sum er tann eginpeningur, sum tá var í felagnum. Eginpeningurin var við árs byrjan í ár negativur við einari góðari millión. Á aðalfundinum í gjár legði øll nevndin frá sær. Parta peningurin varð niður­ skrivaður til 0 krónur. Tað merkir tað sama sum, at øll partabrøvini í P/F Dimma­ lætting vórðu seld fyri 0 krónur. Keypari er Íløgu­ felagið Løkir, sum við handli­ num skjýtur tvær milliónir í felagið, so tað aftur fær posi­ tivan eginpening, so fyri­ tøkan kann koyra víðari. Í gomlu nevndini í P/F Dimmalætting sótu Árni Joen sen, formaður, Lisbeth L. Petersen, Bjarne Steen Peder sen, Schuman Hjaltalin og Heini Gaard. Í nýggju nevndini sita Líggjas í Bø, nevndar for ­ maður, Petur Háberg Jacob­ sen, Bergur Poulsen, Árni Ellef sen og Christian Nagata. Við hesum er tíðarskeiðið hjá Samuelsen­familjuni á Dimmalætting søga. Familj­ an hevur stýrt Dimma lætt­ ing, sum í nógv meira enn 100 ár var nógv størsta blað í Føroyum. Tað var Andras Samuelsen, fyrsti løg mað ur Føroya eftir heima stýris­ lógina og formaður Sam­ bandsfloksins, sum keypti upp partabrøv í Dimma­ lætting soleiðis at hann fekk meirilutan. Í 1936 varð sonur hansara, Georg L. Samuelsen settur sum blaðstjóri, og røkti hann starvið til 1985. Síðani tá hava aðrir eftirkomarar hjá Andrasi Samuelsen í blað stjóra starvinum verið: Benny L. Samuelsen, Beate L. Samuel sen, Georg L. Petersen og Ingi L. Samuelsen. Úrslitið hjá P/F Dimma­ lætt ing í fjør var eitt hall upp á 1.880.000 krónur. Egin­ pen ingurin er sambært rokn­ skapi num minus 1.058.000 krónur. Høvuðspartaeigarar í P/F Dimma lætting ­ tað eru tey, sum eiga meira enn fimm pro sent av partapeninginum, vóru: Lisbeth L. Petersen, Beate L. Samuelsen, NOTIO og P/F Dimmalætting. Fyrraárið keypti P/F Dimmalætting parta pen­ ingin hjá Peter F. Chris tian­ sen, fyrrverandi fyri taks­ stjóra á Dimmalætting. Hann átti um fjórðingin av partapeninginum, og vórðu hesi partabrøv seld til starvsfólk, hinar parta­ eigar ar nar og til NOTIO, sum er íløgufelag hjá Eik. Við niðurskrivingini av parta­ pen inginum, eru hesi parta­ brøv nú einki verd. eirikur@sosialurin.fo BLAÐHEIMURIN Í gjár hendi tað, sum fá høvdu ímyndað sær: 132 ára gamla Dimmalætting fekk nýggjar eigarar - gomlu eigararnir mistu yvir 30 milliónir krónur Blaðstjórar á Dimmalætting Árni Gregersen 2007- Ingi Samuelsen 2002-2007 Beate L. Samuelsen 1995-2001 Georg L. Petersen 1995-2002 Benny L. Samuelsen 1981-1995 Georg L. Samuelsen 1936-1985 Poul Niclasen 1918-1936 Oluf Skaalum 1905-1918 Chr. Heilskov 1901-1902 S. E. Müller 1900-1901 Enok D. Bærentsen 1894-1900 Emil Bruun 1893-1894 Jacob Johansen 1889-1892 Rasmus C. Effersøe 1886-1889 Rasmus C. Effersøe 1902-1905 H. C. Petersen 1885-1886 Louis Bergh 1882-1885 Oliver P. Effersøe 1880-1882 Oliver P. Effersøe 1892-1893 Lütje Lützen 1878-1880 Fakta Íløgufelagið Løkir eigur nú allan partapeningin í Dimmalætting. Tey, sum eiga Løkir, eru: • P/F Føroya Banki • P/F Tjaldur • P/F Krúnborg • Lækir Capital ehf í Íslandi Fakta Gomlu parta- eigararnir í P/F Dimma lætting hava mist góðar 30 milliónir krónur seinastu fimm árini. Parta brøvini eru seld fyri 0 krónur 30 milliónir 2009 2008 2007 2006 2005 Ársúrslit -1.888.000 -25.503.000 -218.000 -1.261.000 -1.161.000 Eginogn -1.058.000 1.072.000 28.202.000 28.420.000 29.681.000 Dimma lætting á »fremmandar« hendur Fakta Petur Háberg Jacobsen, nevndar for­ maður í P/F Løkjum, skrivar undir skjalið til Skráseting Føroya, sum vísir, at P/F Løkir nú eigur allan parta peningin í P/F Dimmalætting Mynd: Eirikur Lindenskov Benny Samuelsen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting og Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi partaeigari, saman við nýggju nevndarlimunum, Árna Ellefsen (v.m) og Petur Háberg Jacobsen Mynd: Eirikur Lindenskov NýggIR EIgARAR