fríggjadagur 9. apríl 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 66 · 9. apríl 2010
4
VIKUSKIFTI
Hann kann verða harðligur og illur í rætta samanHanginum,
men vil ikki vísa tað alment. Hann er skiparin, sum Hevur tríggjar
fyrrverandi skiparar í messuni, og Hann ætlar sær ikki í land Hóast
atfinningar – so vil Hann Heldur fara niður við skipinum. vit tosa
við kaj leo johannesen um Hansara stíl og avrik sum løgmaður
Eg havi
fingið nøkur
ordans høgg
IntervIew
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hann smílist.
Vit snakka um Kaj Leo Johannesen,
og so er tað kanska ikki so løgið.
Løgmaðurin, sum hevur valt sær
tann positiva stílin, er í góðum lag
hend an fyrrapartin, vit stíga inn á
skriv stovu hansara uttast í Tinganesi.
Men í dag er hann ikki bara glaður.
Hann er glaður av einari orsøk.
Hann hevur júst lisið á teldu skíggj
anum, at skattainntøkurnar hjá land
inum fyrsta ársfjórðing eru vaksnar við
næstan fimm prosentum.
Og so er tað, at løgmaður smílist.
– Tað er ótrúliga hart og mentalt
krevjandi at verða løgmaður í truplum
tíðum sum hesum, og tú skalt hava eina
turkatrúgv upp á, at tað ber til, og at
tað er ljós fyri framman. Men eg trúgvi
upp á tað, og tey seinastu tølini styrkja
meg í trúnni, at vit fara at koma burtur
úr kreppuni. Hetta vísur, at fólk trúgva
upp á eina framtíð í Føroyum, sigur Kaj
Leo Johannesen.
– Vit skulu tora at viðurkenna, at
vit hava gjørt okkurt skeivt, men vit
hava sanniliga eisini gjørt okkurt rætt,
sigur hann.
Staðið fyri skotum
Kaj Leo Johannesen hevur verið løg
maður í Føroyum síðani 26. september
í 2008. Hann hevur sitið við róðrið í
hálvtannað ár, og hetta hevur verið ein
buldralig tíð í føroyskum poltikki.
Løgmaður hevur eisini staðið fyri
skotum. Hann hevur verið lagdur
undir at taka ov lætt upp á tingini, at
verða ov positivur og ikki stýra ABC
samgonguni.
Støðan í samgonguni tykist verða
eitt sindur trupul at greiða í løtuni, og
umstrídda uppskotið um fíggjarkarmin
fyri komandi árini hevur fingið fyrstu
viðgerð í løgtinginum hesa vikuna.
Hósdagin fyrrapartin vóru vit á gátt
hjá Kaj Leo Johannesen í Tinganesi og
spurdu hann, hvussu hann sjávur upp
livað hesar 18 mánaðirnar sum Før oya
løgmaður, og um hann sjálvur heldur,
at hann er ov positivur – á markinum
til tað naiva.
hvussu hevur tú upplivað
tíðina sum løgmaður?
– Nú hoyir mann ofta, at fólk siga, at
tað er eingin leiðsla í landinum. Og tað
er takknemligt at siga tað. Vit brúktu
tað sjálvi, tá ið vit vóru í andstøðu.
Men hvat er leiðsla? Er tað at knalla
nevan í borðið og siga, at nú finni eg
meg ikki í hesum longur? Tað kundi eg
sjálvur hugsað mær at gjørt við hvørt,
men eg havi ikki bara ábyrgdina av
mær sjálvum. Eg havi ábyrgdina av
Føroyalandi, og tá eg havi so stóra
ábyrgd, kann eg ikki at leypa fram
av. Eg kann ikki bara koyra mín veg
sjálvur, smekka nevan í borðið og ikki
lurta eftir øðrum. Tað einasta, mann
fær burtur úr tí, er, at mann endar í
einum horni við ongari ávirkan.
– Politikkur er eitt sindur sum fót
bóltur. Tú kanst gott spæla illa í eina
tíð, men tú kanst ikki áhaldandi spæla
illa. Tí so troyttast tú. Eg má gera alt,
sum er í mínari makt, fyri at finna
semjur, og eg kann ikki geva upp,
áðrenn dysturin liðugur. Tað, sum er
av gerandi, er úrslitið.
hvussu metir tú um avrikini
hjá aBC samgonguni?
– Eg haldi, at vit hava gjørt nógv skeivt.
Men vit hava eisini gjørt nógv rætt. Fyri
tveimum árum síðani tosaðu summi
um at høggja bremsurnar í og spara
einar 600 milliónir krónur eftir einum
ári. Tíbetur gjørdu vit ikki tað, vit valdu
heldur at gera tað meira líðandi, og eg
ivist ikki í, at tað var ein røtt avgerð.
– Hinvegin eru vit farin ov nógv
niður í smálutir, nú vit til dømis hava
arbeitt við fíggjarkarmunum. Vit skulu
ikki sita og diskutera útreiðslur á 50.000
ella 100.000 krónur. Tað skulu vit halda
mynd: jens kristian vang
– Vit hava havt eitt ódnarveður,
og tá er tíðin ikki at leypa
fyri borð, sigur løgmaður
Tað nyttar einki, um øll sita sum grátikonur
við høvdinum í fanginum og siga,
at landið er farið á heysin