fríggjadagur 9. apríl 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 66 · 9. apríl 2010
6
VIKUSKIFTI
–Hvat er leiðsla? Er tað at knalla nevan
í borðið og siga, at nú finni eg meg ikki í
hesum longur, spyr Kaj Leo Johannesen
mynd: jens kristian vang
okkum burtur frá og heldur tosa um
tann yvirskipaða politikkin, og um
hvussu vit býta pengarnar út á tey
ymsu økini.
– Eg havi hildið tað verða umráðandi
hjá mær at útstrála, at vit hava beinini
á jørðini. Vit hava havt eitt ódnarveður,
og tá er tíðin ikki at leypa fyri borð. Vit
standa á brúnni og taka tær avbjóðingar
og sløg, vit fáa, men vit standa har.
Loysnin er ikki at leypa fyri borð og
liggja í kjalarvørrinum frá skipinum.
Skalt tú hava ávirkan, mást tú verða
umborð.
Hvussu hevur tú tað við teimum,
sum sita fornermað í messuni
og brúka seg um skiparan?
– Tað skulu tey loyvi til. Eg havi eisini
hug at hava mínar sterku meiningar.
Men tað, sum hevur størstan týdning
er, at tú ikki knallar bóltin í títt egna
mál. Vit hava eitt felags mál, sum er fyri
framman – ikki aftan fyri okkum.
Heldur tú, at onkur ger sjálvmál
fyri at raka onkran liðfelaga?
– Eg vil ikki fara at siga nakað um,
hvørji motivini eru fyri sumt av tí,
sum er gjørt.
Tú roynir at verða positivur
og glaður, men kunnu fólk
misskilja tað við, at tú ert
for glaður og naivur?
– Ja, tað kann væl verða, og tað er tað,
sum andstøðan spælir upp á. Onkur
tingmaður í andstøðu heldur, at eg ikki
taki støðuna nóg alvorliga. Eg kann í
øllum førum siga, at eg havi ikki tikið
ein feriudag, síðani eg bleiv løgmaður
– ikki ein feriudag. Samstundis arbeiðir
onkur av teimum, sum ákæra meg fyri
hetta, hálva tíð í løgtinginum og hálva
tíð í øðrum arbeiði. So kundi eg spurt
afturímóti, um viðkomandi tekur sína
uppgávu í álvara, tá hann hevur arbeiði
við síðuna av løgtingsarbeiðnum.
– Fólk leggja meg kanska undir at
verða ov positivan, men tað eri eg ikki.
Eg eri ein optimistiskur realistur. Og
kanska er tað trúgvin upp á at finna
semjur við einum positivum lyndi,
sum hevur givið mær nógvar spenn
andi uppgávur og sum ger, at eg siti her
í dag. Tað nyttar einki, um øll sita sum
grátikonur við høvdinum í fanginum
og siga, at landið er farið á heysin.
Umborð á einum skipi mást tú trúgva
upp á, at tú fært nakað burtur úr fiski
skapinum. Sjálvt um tað er illveður,
mást tú fiska.
Hvat ger teg illan?
– Tá fólk fara illa við hvørjum øðrum
og kanska peika eftir hvørjum øðrum
og frásiga sær alla ábyrgd. Vit mugu
behandla hvønn annan við virðing, og
til dømis kjakið í løgtinginum er ofta alt
ov persónligt. Vit eiga at kunna kjakast
uttan at verða so persónlig.
– Eg havi fingið nøkur ordans høgg,
men eg toli nógv sløg. Eg royni at verða
konstruktivur og positivur, men eg
kann eisini verða harðligur, um tað er
neyðugt, men tað vita fólk bara ikki av.
Tá eg havi nakað at siga, so sigi eg tað
í rætta samanhanginum – antin und
ir fýra eygum ella í tí bólki, sum tað
skal sigast. Eg fari ikki út alment og
sigi tað, tí eg má allatíðina hugsa um,
at eg eri leiðari fyri eina samgongu.
Eitt løgtingsfólk, sum fer út við einum
harð ligum boðskapi, skal minnast til, at
tað ger viðkomandi altíð upp á bekost
ning av samgongufeløgum. Eg kundi
sjálvandi onkuntíð ynskt mær, at eg
bara hevði meg sjálvan at hugsa um,
og so kundi eg onkuntíð knalla nevan
í borðið, men eg vil ikki gera tað.
Hevur tú, síðani tú gjørdist
løgmaður, nakrantíð umhugsað at
lagt frá tær ella skriva út nýval?
– Nei, tað havi eg als ikki. Eg eri ikki
tann, sum fer av skipinum. So fari eg
heldur niður við skipinum.
Løgmaður hjá
trimum løgmonnum
Kaj Leo Johannesen er leiðari fyri ein ari
samgongu, sum umfatar tríggjar fyrr
verandi løgmenn – Jóannes Eidesgaard,
Anfinn Kallsberg og Edmund Joensen.
Tað er ongantíð fyrr komið fyri, at
so nógvir fyrrverandi løgmenn hava
verið í somu samgongu – og hetta er
ein avbjóðing, viðurkennir Kaj Leo
Johannesen.
– Tað er ein kolossalt spennandi og
stór avbjóðing av verða skipari og hava
tríggjar fyrrverandi skiparar í mess
uni. Ein og hvør, sum hevur havt við
leiðslu at gera, veit, at tað krevur sítt.
Tú skalt duga at lurta eftir teimum, tí
teir hava nógvar royndir, og tú kanst
læra nógv av teimum. Teir hava verið
ígjøgnum góðar tíðir og ringar tíðir, og
tí skal mann ikki verða ov stoltur á tí
persónliga planinum og tora at spyrja
seg fyri.
men er tað ein trupulleiki
fyri teg sum løgmann, at tú
hevur tríggjar fyrrverandi
leiðarar í tíni samgongu?
– Tað hevði verið býtt at sagt, at
mann ikki hevur brúk fyri trimum so
royndum politikarum í eini samgongu.
Eitt sterkt lið hevur eisini veteranar við,
men tað krevur eisini, at teir eru við, tá
ið tað stendur á. Eg skal sum núverandi
leiðari bæði duga at taka ímóti ráðum
frá teimum, men sanniliga eisini taka
mínar egnu avgerðir.
Teir tríggir fyrrverandi
løgmenninir eru væl eldri
enn tú – eru frá einum eldri
ættarliði – og hava fleiri royndir
enn tú. Er tað ein ójavnur
dystur millum teg og teir?
– Nei, soleiðis hugsi eg ikki. Men eg
vil heldur siga, at tá ið teir eru farnir
burtur úr politikki, so fái eg kanska eina
líknandi støðu sum teir, og eg ætli mær
í øllum førum at verða konstruktivur.
Eg fari ikki at sita sum eldri politikari
og grenja.
Tað er ótrúliga hart og mentalt krevjandi at
verða løgmaður í truplum tíðum sum hesum