fríggjadagur 9. apríl 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 66 · 9. apríl 2010
8
VIKUSKIFTI
Nær lærdi tú teg at binda?
Tað lærdi eg meg, tá eg var heilt lítil.
Haldi eg var um 4-5 ár, tá eg hjálpti
mammu at binda okkurt. Minnist eisini,
at eg bant eina dukkiskipstroyggju.
Hvat er ljótasta plagg tú hevur bundið?
Tað er nokk okkurt, sum eg gjørdi á
universitetinum. Tá helt eg, at eg gjørdi
okkurt ordiliga kul, men aftaná sá eg, at tað
var totalt gys. Eg havi gjørt nógv ljót ting.
Hvat ger teg bangna?
At ikki eydnast við tí, eg geri.
Hvørjum sniðgeva hevur tú
størst virðing fyri?
Vivienne Westwood. Hon klárar altíð
at endurskapa seg sjálva, hóast at
hon nú er ein gomul dama.
Hvat er dýrasta plagg, tú
hevur keypt tær?
Tað er nokk ein leðurjakki, sum
kostaði um 3.000 krónur.
Hvar keypir tú tíni klæði?
Alla møguliga staðni. Í endurnýtsluhandlum,
Hennes&Mauritz og designarahandlum.
Mær dámar sera væl vintageklæði.
Hvar hevði tú
viljað verið
ein fluga á
vegginum?
á vegginum í
teknistovuni
hjá Vivienne
Westwood
Hvat er flóvisligt?
Eg eri mangan flóv av mínum vánaliga
staðsansi. Tá eg ikki finni okkurt og
má spyrja um veg, hóast tað er beint
framman fyri nøsini á mær.
Hvørjum hevur ein tú veikleika fyri?
Eg keypi sera nógv brúkt ting. Eg elski
loppumarknaðir, og trupulleikin er bara,
at eg veit ikki, hvat eg skal gera við alt.
Hvat ert tú gleðast yvir við
tíni egnu útsjónd?
Eyguni. Eg síggi illa við teimum, men tey hava
ein serstakan lit, gul innast, ið mær dámar.
Hvør núlivandi føroyingur
er ordiliga kulur?
Barbara í Gongini er kul. Hon er
dugnalig og góð at hava við at gera.
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
At gloyma at hava álit á meg sjálva. Og
so dugi eg illa at selja meg sjálva.
Hvat ger teg illa?
Tá fólk eru óseriøs.
Hvat ger
teg glaða?
Sólin og litir.
Og so sjálvandi
maður mín
Dánjal, hann
ger meg allar
glaðast.
Hvat hevur lívið lært teg?
At tora at taka kjansir og ikki verða
bangin fyri at royna nakað nýtt.
Jóhanna av Steinum
Eg havi gjørt nógv ljót ting
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Fakta Jóhanna av Steinum
Aldur: 29 ár
Bústaður: Amager í Keypmannahavn
Starv: Sniðgevi
Familja: Gift við Dánjal Hoydal
myNd: priVAT