fríggjadagur 9. apríl 2010síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. apríl 2010
46
Sosialurin
Karl Jansky við stóru antennuni, sum upprunaliga varð gjørd at kanna radioóljóð,
sum órógvaði radiosamskifti á stuttbylgju. Tað var við hesi antennuni at Jansky
fyrstur máldi radiosignal úr rúmdini. Málda aldulongdin var um leið 14,5 m.
Myndin vísir ymsar partar í elektromagnetiska spektrinum. Allir verða teir brúktir í nútíðar rúmdargransking.
Myndin vísir býtið av nevtralum hydrogeni í Vetrarbreytini. Málingarnar eru
grundaðar á 21 cm geslingina frá hydrogeni. Vit hóma spiralarmarnar í Vetrarbreytini.
VLA (Very Large Array) í New Mexico er ein av heimsins størstu radiolurtistøðum.
27 antennuskálir, allar 25 m í tvørmál, kunnu verða fluttar á jarnbreytarskinnarum.
Signalini kunnu verða samkoyrd, so antennurnar virka sum ein ógvuliga stór
antenna, sum neyvt kann áseta knattstøðuna hjá radiokelduni.
Radiostjørnufrøðin verður ment eftir kríggið
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 39
Amerikanski radioverkfrøðingurin
Karl Jansky varnast av tilvild radio-
geisling úr rúmdini í 1931. Tað
verður byrjanin til eina nýggja grein
í stjørnufrøðini, radiostjørnufrøði,
sum verður ment eftir seinna heims-
bardaga. Radioaldur hava tann
fyrimun, at tær kunnu fara ígjøgnum
skýggj av dusti, sum ljós ikki fer
ígjøgnum. Nútíðar stjørnufrøðingar
brúka ikki bara ljós og radioaldur,
men eisini aðrar partar í elektro-
magnetiska spektrinum í sínum
arbeiði
Í øldir stardu fólk út í rúmdina at skilja
tað, sum har var at síggja. Leingi vóru
eyguni einasta amboðið, men fyri
400 árum síðan komu kikararnir í brúk.
Við teimum sást nógv meiri, enn eygað
einsamalt var ført fyri at síggja. Hesir
báðir eygleiðingarhættir eru grundaðir
á tann lítla gluggan í elektromagnetiska
spektrinum, sum vit nevna sjónligt
ljós. Í royndunum at savna inn mest
møguliga vitan um rúmdina brúka
nútíðar stjørnufrøðingar fleiri aðrar
partar í elektromagnetiska spektrinum,
infrareytt ljós, ultraviolett ljós, radioaldur,
röntgengeisling og gammageisling.
Sumt av hesum sleppur tó ikki í-
gjøgnum lofthavið um jørðina, men
tað sakar einki, tí við rúmdarførunum
ber til at flyta málitólini út um lofthavið.
Radioljóð úr rúmdini
Fyrstur at mála radioljóð úr rúmdini
var Karl Guthe Jansky, 1905-1950.
Jansky var radioverkfrøðingur úr USA.
Hann las alisfrøði í Wisconsin, og
í 1928 fór hann í starv hjá telefonfel-
agnum Bell. Har fekk hann uppgávuna
at kanna óljóð, sum órógvaði samskifti
á stuttbylgju. Jansky gjørdi eina stóra
antennu, sum gekk á hjólum, sí myndina.
Við antennuni máldi hann eitt veikt
signal, sum sýntist at vera sterkast um
somu tíð á degnum. Neyvari kanningar
vístu skjótt, at radiotoppurin var hægstur
fyri hvørjar 23 tímar og 56 minuttir.
Hetta skilti hin ungi Jansky ikki reiðiliga,
men tað vóru tað aðrir granskarar,
sum gjørdu, tí hesin tíðarmunur er
júst eitt stjørnusamdøgur, t.e. tíðin frá
tí at ein stjørna er hægst á luftini til
hon aftur er hægst á luftini. Orsøkin,
at stjørnusamdøgrið er 4 minuttir styttri
enn okkara samdøgur, er hon, at jørðin
ger eitt umfar um sólina um árið.
Tað var í 1931, at Jansky rakti við
hetta signalið úr rúmdini. Skjótt varð
staðfest, at tað stavaði frá miðdeplinum
í Vetrarbreytini. Í 1932 metir Jansky,
at radioljóðið stavar frá joniseraðum
gassskýggjum í Vetrarbreytini.
Av tilvild hevði Karl Jansky gjørt
eina uppdaging, sum var byrjanin til
eina nýggja spennandi grein í stjørnu-
frøðini. Møguleikarnir vóru eyðsýndir,
tí radoibylgjurnar kunnu fara ígjøgnum
dustskýggj og harvið avdúka slíkt,
sum ikki sæst í kikara.
Jansky vildi fegin hildið fram við
hesum arbeiðinum, og hann hevði
uppskot at gera eina størri antennu,
men so skuldi ikki vera. Bell hevði
fingið tey svar, teir vildu hava við-
víkjandi óljóðskeldum, og teir settu
Jansky at gera annað arbeiði.
Nýggja tøknin verður ment
Samtíðin hevði ikki givið uppdaginini
hjá Jansky stórvegis gætur. Búskapar-
kreppa og heimsbardagi gjørdu sítt
til tað, men eftir seinna heimsbardaga
varð ferð sett á hetta granskingarøki.
Tá vóru nógvir granskarar, harímillum
radioserfrøðingar og radaraserfrøðingar,
sum aftur skuldu finna sær eitt vanligt
starv. Harafturat var nógv radioútgerð
og radaraútgerð, sum stóð ónýtt.
Ein, sum sá møguleikar í hesum,
var bretin Sir Bernard Lovell (1913-).
Eftir kríggið arbeiddi hann fyrst við
gamlari hernaðarútgerð, seinni stílaði
hann fyri, at ein lurtistøð varð bygd
í Manchester, men nógv radioóljóð
noyddu hann at flyta til Jodrell Bank
sunnan fyri Manchester. Har varð bygd
ein av heimsins fremstu radiolurtistøðum.
Fólk, sum eru komin nakað upp í árini,
eiga at minnast nøvn sum Jodrell Bank
og Bernard Lovell frá teimum árunum,
tá ið útvarpið fór at senda. Javnan vóru
tey at hoyra, t.d. í sambandi við at
lurtað varð eftir fylgisveinum. Støðin
var eisini partur í Early Warning skipan-
ini. Lovell hevur sjálvur greitt frá, at
KGB royndi at fáa seg í sín part, og
á vári í 2009 avdúkaði hann, at russar
høvdu roynt at beint fyri sær við sterkari
geisling einaferð hann vitjaði eystanfyri.
Tað var í 1963.
Ein annar breti, Sir Martin Ryle,
1918-1984, professari í radiostjørnufrøði
í Cambridge, var ein tann fyrsti at brúka
interferometri, t.e. at signalini frá fleiri
antennum verða samkoyrd, at fáa kósina
til kelduna neyvari. Ryle læt gera eitt
yvirlit yvir radiokeldur í rúmdini.
Radiogeisling úr sólini
Bretin James Stanley Hey, 1909-2000,
hevði eins og Lovell arbeitt við radara-
málum undir krígnum. Í februar í 1942
vóru bretskar radaraskipanir órógvaðar
av onkrum, sum eingin visti hvat ið
var. Hey staðfesti, at tað vóru ikki
týskarar, sum órógvaðu bretsku radar-
arnar, tí geislingin kom úr sólini, sum
tá var serliga virkin við nógvum sól-
blettum.
Sami Hey staðfesti í 1944, at meteorar
síggjast í radara, við tað at radioaldur
verða gjørdar í heitu slóðini, tá ið teir
koma í lofthavið.
Amerikanskir undangongumenn
Grote Reber, 1911-2002, úr Chicago
var radioserfrøðingur. Tá ið hann hoyrdi
um uppdagingina hjá Jansky, gjørdi
hann sær egnan móttakara, eina stóra
parabolantennu, sum var framkomnari
enn útgerðin hjá Jansky. Ein annar
amerikanskur undangongumaður var
Johan Daniel Kraus, 1910-2004. Kraus
er kendur fyri síni íkast til radiostjørnu-
frøði, t.d. antennulæru. Hann skrivaði
á sinni stórt verk um antennur. Tað
hevur síðan gingið undir navninum
“The Antenna Bible”.
21 cm geislingin
Kendi niðurlendski stjørnufrøðingurin
Jan Oort, 1900-1992, fekk íblástur
av arbeiðinum hjá Reber. Oort skilti,
at hevði borið til at ávíst eina “radio-
spektrallinju”, kundi tað verið eitt hent
amboð at kanna okkara stjørnubreyt.
Næmingur hansara, H. C. Van de Hulst,
varð settur at leita eftir slíkari linju,
og tað eydnaðist. Hydrogen, grundevnið
sum nógv mest er til av, eigur at geisla
við frekvensinum 1420 MHz ( aldulongd
21 cm). Hulst kom við forsøgnini um
21 cm geislingina í 1944. Royndir
vórðu gjørdar at byggja eina anntennu
til hesa geisling, men tað vísti seg ikki
at vera heilt einfalt. Fyrstir at mála
21 cm geislingina úr rúmdini við einari
“hornantennu” vóru Ewen og Purcell
á Harvard. Tað var í mars í 1951.
Radiokeldur í rúmdini
Keldur til radiogeisling úr rúmdini
kunnu vera so mangt, t.d. stjørnur,
pulsarar, kvasarar (sí niðanfyri), super-
novaspreingingar, svørt hol, gassskýggj
og stjørnubreytir, sum verða nevndar
radiobreytir. Radiobreytirnar eru ofta
ógvuliga fjarar. Tað merkir, at vit síggja
tær sum tær vóru í tí unga alheiminum.
Hetta býtið stuðlar upp undir Big-Bang
ástøðið. Var Steady-State eftirfarandi,
skuldu ungar breytir verið at sæð bæði
nær og fjar.
Kvasarar
Í 1960-árunum vórðu funnar nakrar
serstakar radiokeldur, kvasarar (á enskum
quasar fyri quasi stellar). Sermerkt
er, at hetta eru upp á seg smáir, ser-
stakliga fjarir, og tí ógvuliga gamlir,
stjørnulíkir himmalknøttir í rúmdini,
har tilfar helst verður drigið inn í stór
svørt hol. Kvasarar eru ógvuliga bjart
lýsandi stjørnubreytarkjarnar í unga
alheiminum. Teir eru bjartastu himmal-
knøttir, granskarar vita um.