fríggjadagur 9. apríl 2010síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. apríl 2010
48
Sosialurin
Føroya Handilsskúli í Havn søkir eftir
lærarum
Treytað av ætlaðum virksemi søkir Føroya Handilsskúli eftir lærarum til HH og FHS í Tórshavn frá 1. august 2010. Talan er antin um
tíðaravmarkað starv skúlaárið 2010/2011 ella um fast starv, um umsøkjari hevur útbúgving, sum hóskar til tørv skúlans.
Setanarkor til fast starv: Tvey tey fyrstu árini verða roknað sum royndartíð. Lærarar, sum verða settir í fast starv, hava skyldu at
undirvísa í teimum lærugreinum, teir hava førleika til, og mugu vera til reiðar at fara undir námsfrøðiliga útbúgving.
Løn: Lærarar verða løntir eftir sáttmála millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjamálaráðið, ella eftir avtalu.
Lærarar til gymnasialu yrkisútbúgvingina (HH):
Søkt verður eftir lærarum til hesar lærugreinir: Altjóða búskap B, Danskt A, Enskt
B, Føroyskt A, Heimspeki C, Mentanarfatan C, Samfelagsfrøði B, Samtíðarsøgu B,
Sálarfrøði C, Støddfrøði B, Sølubúskap B, Vinnulívsrætt C og Virkisbúskap B.
Førleikakrøv:
Viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella onnur hægri útbúgving saman við
serfrøðingavitan.
Umsókn:
Umsóknin skal stílast og sendast til Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegur 77,
Postsmoga 177, 110 Tórshavn. Hon skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi
26. apríl 2010. Umsóknarblað fæst á skúlanum ella á heimasíðu skúlans www.
fh.fo.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Olav Absalonsen á telefon
317177, teldupostur: oa@hsh.fo.
Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 400 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH), sum er ein 3 ára
gymnasial útbúgving, og umleið 150 á grundútbúgving innan Fyrisiting, Handil og Skrivstovu (FHS),
sum tekur eitt ár, og gevur atgongd til lærlingaútbúgving og til 2-ára HH, har FHS telur sum tað fyrsta
árið av trimum. Undirvísingin fer fram í Havn pg á Kambsdali. Í Havn starvast umleið 35 lærarar og
á Kambsdali umleið 30. Umframt HH og FHS skipar Føroya Handilsskúli fyri skrivtovulærlinga- og
handilslærlingaútbúgving og fyri hægri útbúgvingum sum HD og Akademiútbúgving.
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tlf 317177
Fax 313374
www.fh.fo
Lærarar til yrkisútbúgvingina (FHS):
Søkt verður eftir lærarum til hesar lærugreinir: Føroyskt C, Innovatión C, Mar-
knaðarførslu C, Støddfrøði C, Virkisbúskap C og Visuella marknaðarførslu C.
Førleikakrøv:
Viðkomandi útbúgving á bachelor-stigi ella aðra hægri útbúgving saman við
serfrøðingavitan.
Umsókn:
Umsóknin skal stílast til Føroya Handilsskúla og sendast til Føroya Handilsskúla,
Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177, 110 Tórshavn. Umsóknirnar skulu vera
skúlanum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2010. Umsóknarblað fæst á skúlanum
ella á heimasíðu skúlans www.fh.fo.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Sonju Oyrabø
Petersen á telefon 317177, teldupostur: sp@hsh.fo.
Amboð til sølu
• Gravimaskina, New Holland LB 115B, v/4 skuffum – árgang 2005
• Beltimaskina, Tekeuchi TB 135, v/4 skuffum – árgang 2004
• Broyt, X21 – árgang 1987
• Kranabilur, Volvo FL19, 12 t krana og skiftilast. 2 lastir – árg. 1992
• Vøruvognur, Ford Transit – árgang 1999
• Trumla, Bomag BW 120 AD 2,5 t
• Trampari
• Kaffiskúrur
• 3 arbeiðsskúrar
Verður selt samlað ella hvørt sær.
Um selt verður samlað, fylgir arbeiði við.
Um hettar hevur tín áhuga, so ring 224457 ella 361729.
Hallmar Winther · Tunguvegur 39 · FO-240 Skopun
miðlahúsið í Vágsbotni
Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01
post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo
Mánakvøldið hin 12. apríl kl. 19.30 skipar Føroya Astma/Allergifelag fyri
almennum fundi um trupulleikar ið koma í av blámusoppi.
Lone Grønborg, lívfrøðingur heldur fyrilestur um heilsuligar trupulleikar ið verða
elvdir av vánaligari inniluft og slavi í sethúsum, íbúðum, skúlum v.m. - og hvat
kann gerast at fyribyrgja óhepnum fylgjum av blámusoppi.
Fyrilesturin hevur heitið:
Blámusoppur: ein óboðin gestur í húsi tínum.
Almennur fundur um
blámusopp í Miðlahúsunum
Í Miðlahúsinum mánakvøldið 12. apríl kl. 19.30