fríggjadagur 9. apríl 2010síða 59
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
59
Fríggjadagur 9. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Spældu fyri
ikki at tapa
Fótbóltur Meistararnir og steypavinnararnir livdu hvørki upp til gullkrónur ella tey mongu
málini, liðini hvør í sínum lagi gjørdu í fyrsta umfari. Hinvegin staðfesti Bárður Jógvansson
Hansen, at hann hevur góð evni – eisini evnir til at taka sær av Símuni Samuelsen
Rólant Waag Dam
Símun Samuelsen. Landsliðsleikari,
lyklaleikari hjá Keflavík í Íslandi í
fjør og størsti profilurin hjá HB í ár.
Øll hava hoyrt um mannin og kenna
til hansara dygdir. Tíverri fyri tey,
sum vóru komin fyri undirhald og
fagurt fótbóltsspæl, so var ógvuliga
lítið at síggja til skjóta suðuroyingin
í Sarpugerði mikukvøldið.
Hesum átti 18 ára gamli Bárður
Jógvansson Hansen stóran heiður
í. Gøtumaðurin visti teir fyrstu
minuttirnar av dystinum ikki
heilt, hvønn veg hann vendi, men
tá hann so fótaði sær, var hann
eirindaleysur og avgjørdur í hvørji
einastu avgerð.
Bárður Jógvansson Hansen er
enn eitt hampiliga óskrivað blað.
Í fjør varð hann fyri tað mesta
brúktur sum innskiftari hjá Víkingi,
men nú Hanus Jacobsen er farin av
landinum aftur, slapp hann at royna
seg frá byrjan á vinstra bakki.
Ein uppgáva, hann átók sær
óimponeraður og uttan stórvegis
hóvasták. Eitt sannførandi avrik
frá unga manninum, sum sjálvur
var sera spentur upp á uppgávuna.
Nøgdur við avrikið
– Tá eg fekk boð um, at eg skuldi
byrja á vinstra bakki, so mátti
eg eisini ganga út frá, at tað var
Símun Samuelsen, eg skuldi taka
mær, greiðir Bárður Jógvansson
Hansen frá. Hetta var tó kortini ikki
nakað, sum fekk unga gøtumannin
at stúra.
– Eg havi hampiliga drúgvar
royndir frá ungdómslandsliðunum,
har vit altíð møta góðum leikarum.
Men sjálvandi var tað spennandi at
spæla yvir av akkurát honum, sigur
Bárður Jógvansson Hansen, sum
eisini er hampiliga væl nøgdur við
sítt egna avrik.
– Eg byrjaði nokkso nervøst, men
so haldi eg, at eg spældi meg upp,
sigur Bárður Jógvansson Hansen,
sum byrjaði at snodda til bestu
deildina í 2008.
– Men undir Jógvan Martin
Olsen havi eg ment meg nógv og
eisini fingið spælitíð, greiðir Bárður
Jógvansson Hansen frá.
Kjansir uttan mál
Sum Bárður Jógvansson Hansen
sjálvur greiðir frá, so hevði hann
– og restin av Víkingaverjuni – eitt
sindur av trupulleikum fyrstu
løtuna. Um illa vildi til, so fingu
bæði Levi Hanssen og Andrew av
Fløtum bóltin í netið.
Andrew spældi Levi púra leysan,
men Marcin Dawid kom væl út
og vardi fyri. Síðani var Rógvi
Poulsen smartur og hælaði Andrew
leysan, men áleyparin var ikki nóg
avgjørdur.
Tað var eisini HB, sum var
vanda miklara liðið fyrstu løtuna,
men Víkingur kom so líðandi fyri
seg og síðani leikaði javnt á.
Í seinna hálvleiki hevði
Víkingur eisini nakrar
næsk ar
at sókn ir at mál in um hjá Marcin
Dawid. Finn ur Justinus sen stóð
fyri teimum báðum fyrstu, harav
tann fyrra var eitt langskot og
tann seinna ein roynd úr stuttari
fjarstøðu, tá hann eftir frálíkt
uppspæl fekk fótin á innlegg frá
Súna Olsen.
Í fyrra hálvleiki royndi Finnur
seg eisini við høvdinum, men
Marcin Dawid stórbjargaði, og tað
gjørdi hann sanniliga eisini, tá Súni
eitt korter fyri leiklok royndi seg
við frísparki.
Við øðrum orðum hevði Víkingur
møguleikan at skora, og tað hevði
HB eisini í seinna hálvleiki. Andrew
av Fløtum átti at fingið meira
burt ur úr góða forarbeiðinum hjá
Rógva Poulsen, og tað skuldi Símun
Samuelsen eisini, tá hann sendi
frálíka innleggið frá Andrew
framvið málinum.
Frá átta til einki
Soleiðis
endaði
dysturin
við
málleysum javnleiki. Hjá bæði
Víkingi og HB komu heili átta
mál í teirra dysti í fyrsta umfari.
Steypavinnararnir
Víkingur
gjørdu heili fimm mál móti AB, og
meistararnir HB gjørdu fýra móti
FC Suðuroy.
Hinvegin lótu bæði Víkingur
og HB óvanliga nógv mál fara
ígjøgnum – Víkingur trý og HB fýra.
Onkursvegna var tað hesin seinni
faktorurin, sum venjararnir báðir
høvdu heft seg við, og tí var vandin
fyri at tapa størri enn viljin til at
vinna í Sarpugerði mikukvøldið.
rolant@sosialurin.fo
Víkingur
0
HB 0
Málleyst
Levi Hanssen í HB og Súni Olsen
í Víkingi dyst ast um bóltin, sum
hvørki av liðunum fekk í málið miku
kvøldið, tá tey hittust í Sarpu gerði
Mynd: Álvur Haraldsen