Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 12. apríl 2010 Sosialurin Hanus Hansen Kjak Um arbeiðsósemjuna í PP Faroe Pelagic Vit hava sæð ein møguleika í at vinna pening úr eini størri virðisøking av pelagiska til­ feinginum í Føroyum. Tí eru vit farnir inn í hesa vinnu. Vit hava inngingið eitt sam­ arbeiði við eina útlendska fyritøku, sum hevur arbeitt innan hesa vinnu í nógv ár. Fyritøkan hevur bæði pen­ ing, know­how og atgongd til marknaðin. Júst hetta er ein fyritreyt fyri at fáa rentabilitet í eitt slíkt virki. Júst at vinna meira úr pelagiska tilfeinginum kann vera við til at bjarga hart kroysta føroyska búskap­ inum. So hetta er eisini eitt samfelagsáhugamál. Byrjað var í Kollafirði um jóltíðir 2009. Virkið varð leigað frá Eik banka sum ein royndarverkætlan. Av tí at tað vóru so nógvar óvissur um verkætlanina t. d. framleiðsluevni, rávøru­ nøgd og kostnaðin av fram­ leiðsluni, so var farið í gongd óformligt, tí tað vóru stór sannlíkindi fyri, at hetta bara vildi røkka yvir nakrar vikur. Støðan hevur nevniliga ver­ ið, at í fleiri umførum hev ur verið roynt at fingið pelag­ iska virkið í Kollafirði at virka, uttan at hetta hevur eydnast, hóast íløgur upp á 10­tals mió. kr. Tá ið byrjað varð, so varð hugt eftir lønar við ur ­ skiftunum á øðrum virkj um. Einasta virkið, sum kundi saman berast við virkið í Kolla firði, var Havs brún, tí her verður arbeitt alt sam­ døgrið og í vikuskiftunum. Tað er nevniliga so, tá ið arbeitt verður við pelagiskum fiski, at so er talan um stórar nøgdir, sum ikki kunnu goym­ ast og sostatt má framleiðast alla tíðina. Tí var sami lønar­ leistur, sum Havsbrún ar­ beiðir eftir, valdur. Føroya Arbeiðarafelag krevur nú, at virkið í Kollafirði skal nýta sama sáttmála sum vanlig flakavirki í Føroyum, sjálvt um hesar framleiðslur als ikki kunnu samanberast. Eitt flakavirki framleiðir dýrar vørur, í dagtímunum og nógva ferðir minni nøgdir. Arbeiðstíðin pr kilo ráfisk er eisini nógv hægri á einum flakvirki, tí arbeiðir einki flakavirki um nætrirnar ella í vikuskiftunum. At samanbera eitt flaka­ virki, sum framleiðir dýran botnfisk við eitt virki, sum framleiðir bíligan uppi sjóar­ fisk er sum at samanbera perur við bananir. Fjølmiðlarnir hava verið fullir av tíðindum um, at kravið um trygdarkrøv ikki eru uppfylt. Sjálvandi skal hetta vera í lagi, og vit vilja fylgja formligu ásetingunum, men tað vit kenna til, so eru trygdarkrøvini í lagi. Tað hevur eisini verið gjørt nógv burturúr matar­ steðgum. Sjálvandi skulu fólk hava neyðugu matar­ steðgirnar. Men lat tað verða sagt, at um nakað skil skal vera í rakstrinum av einum pelagiskum virki, so má tað vera ein samanhangandi rakst ur alt samdøgrið, tí kunnu øll ikki fara til matar­ steðg samstundis. Skipað er so fyri, at fólk fara til matar­ steðg í skiftum, so virkið koyr ir ótarnað. Lønarseðlar verða sendir út sum teldupostur. Men nøkur hava kravt at fáa ein pappírlønarseðil, sum í onkrum førum hevur skapt trupulleikar. Hetta má síggj­ ast sum ein verulig bagatell. Hvat viðvíkir setanar­ skrivi, so fáa øll eitt slíkt í næstum, sjálvandi um virk­ inum verður lív lagað! Um verkætlanin at vinna meira úr pelagiska tilfeinginum við Føroyar ikki enn einaferð skal fella fyri bakka, so er neyðugt, at allir partar viðvirka jaliga og ásanna, at uppisjóarvirki ikki verður rikið sum eitt saltfiskavirki. Eydnast hetta, so er ikki ósannlíkt, at virkið í Kollafirði verður munandi útbygt í nærmastu framtíð. Klaksvík 9. Apríl 2010 Sum ein av partaeigarunum í PP Faroe Pelagic, so skulu vit koma við hesi frágreiðing um arbeiðsósemjuna í Kollafirði. Føroya Væl, Valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi Misbrúk av misáliti Hvat var endamálið við mis­ álitinum, ið reist var undan páskum? Jú, at finna útav, hvar Fólkaflokkurin stóð. Og tí mátti misálit reisast móti løgmanni – láturligt. Hetta er ábyrgdarloysi, dugnaloysi og máttloysi – hetta prógvar enn einaferð, at tað er einki alternativ til ABC­samgonguna. ABC­ samgongan tekur dag og dagliga upp eftir Tjóð veld­ inum, sum skar yvir 300 milliónir kr. av landsins ár­ ligu inntøkum við at minka ríkisveitingina utt an at neyðugar tillag ing ar vórðu gjørdar í bú skap inum. Tjóð­ veldið er einki alternativ til ABC – flokkurin er ikki stjórnar berandi, sum tey sjálvi siga, og tað hava tey enn einaferð prógvað. Tann famøsa og skanda­ løsa CHE­samgongan var enn eitt prógv um ábyrgdar­ loysi og dugnaloysi, eitt nú við at seta á stovn uttan­ ríkisráð, sum í dag kostar yvir 40 milliónir kr. við tess sendistovum. Hetta er púra ørt, og føroyingar bløða tí enn meira í hes um tíðum, grundað á ábyrgd­ arleysa politikkin hjá loys­ ingaflokkunum. Vit hava eitt uttanríkisráð og sendustovur um allan heim í ríkisfelagsskapinum, sum vit hava fulla atgongd til. Enn eitt dømi um dup­ ultfunktiónir, sum føroyski skattgjaldarin bløðir óneyð­ uga fyri, grundað á ørvitis­ politikkin hjá loysinga­ flokkunum. Heitt verður á sam gong­ una um at fara í holt við at rationalisera og effek­ tivisera tann almenna sek­ torin á forsvarligan hátt, at fáa ein kommunalreform settan í verk og fáa eftir­ litsstovnar og aðrar al menn­ ar stovnar lagdar sam an. Og annars gera bygn aðarligar broytingar fyri at reka sam­ felagið skyn samari, betri og bílig ari. Tað eru nú smá positiv tekin at hóma tann rætta vegin í føroyska sam felag­ num – so nú ræður um at halda tørn. Føroya Væl hevur fult álit á samgonguni og vil við hesum heita á floksformenninar um at finna semju til frama fyri føroyska samfelagið. Tað liggur ein ábyrgd á tykkum. Tjóðveldið og hinir and støðu flokk­ arnir vísa ikki sømiliga virðing fyri tingarbeiðinum við at reisa misálit í tíð og úrtíð. Flokkarnir stremba eftir ruðulleika og anarki við teirri framferð, teir hava víst í seinastuni. At samanbera eitt flaka virki, sum framleiðir dýran botnfisk við eitt virki, sum framleiðir bíligan uppi­ sjóar fisk er sum at samanbera perur við bananir. ABC­samgongan tekur dag og dag liga upp eftir Tjóð veld inum, sum skar yvir 300 milliónir kr. av land sins ár ligu inntøkum við at minka ríkisveitingina utt an at neyðugar tillag ing ar vórðu gjørdar í bú skap inum