mikudagur 14. apríl 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Inna Tørnroos
Siri og Martin eru bæði limir
í samkomuni Kelduni, og
tað var har, tey lærdu hvørt
annað at kenna fyri umleið
fimm árum síðani.
Siri er ættað av Eiði og
Martin úr Gøtu. Tey hava
bæði nomið sær útbúgvingar
uttanlands, og tí hevur teirra
parlag verið merkt av »long
distance«.
– Vit eru sera góð at
samskifta, eftirsum vit eru
so von við at bara tosa via
Skype, sigur Siri.
Hon hevur lisið til sjúkra
systur í Danmark, og Martin
hevur lisið tónleik í Onglandi
og USA.
Martin er liðugur, og Siri
verður liðug í summar, og tá
helt unga parið, at tað var
hóskandi at giftast.
Martin ætlar sær at lesa
víðari til politist og vónar, at
hann kemur inn í summar.
– Vit vilja fegin búgva
uttanlands, siga bæði tvey.
Í løtuni starvast Martin
sum skrellimaður, og Siri
skrivar sína endaligu upp
gávu.
– Tað er onki starv, sum eg
hevði hugsað mær at havt í
longdini, men tað er faktiskt
eitt sera stuttligt arbeiði,
sigur Martin.
Vígsla í Kelduni
Sjálv vígslan verður í Kelduni,
og tað er pastorurin Pauli
Høj, ið skal víga tey bæði.
Veitslan verður í Eydnuni á
Oyrarbakka.
– Eg vil fegin hava tað eitt
sindur
ótraditionellt.
Tað
verða sjálvtøkurborð, og ongir
langir armar av borðum, men
støk borð, sigur Siri.
Hon hevur longu keypt
brúðarkjólan, og litirnir til
brúdleypi eru lilla, ráhvítt
og svart. Eftirsum tað hoyrir
til hjá eini brúður at hava
okkurt gamalt, fer Siri at
nýta sama slør, ið mamma
hennara hevði fyri 42 árum
síðani.
– Tað er langt og sera
vakurt, sigur Siri smílandi.
Fýra brúðargentur verða,
tvær smágentur, ein 13ára
gomul og so besta vinkonan
hjá Siri.
– Tær lítlu skulu ganga inn
á berum bibbum, sigur Siri.
Um framtíðina eru tey
bæði á einum málið um,
at tey fegin vilja fáast við
hjálparbeiði uttanlanda.
inna@sosialurin.fo
Skype lærdi okkum
at samskifta
Brúdleyp Siri Johnsdóttir og Martin Mohr í Grund gingu sum ketta og mús í
4-5 ár, áðrenn tey at enda komu saman fyri 19 mánaðum síðani. Ein romantiskur
túrur rundan um Eiðisvatn varð startskotið, og í august skal brúdleypi standa
atkvøðuseðil
Fyll seðilin út og set ein kross í fýrkantin við tað parið,
sum skal vinna eitt brúdleyp fyri uml. kr. 38.000,-
Ein atkvøðuseðil verður í Sosialinum hvønn dag til og við
týsdagin 11. mai 2010. Ikki er loyvt at margfalda seðilin!
- Klipp beinleiðis úr blaðnum og send til:
Sosialurin, att: Brúdleypskapping, Postboks, 110 Tórshavn
Elna Høgenni og
John A. Poulsen Hoyvík
Matilda Sivertsen og
Lucas B. Ceni TórsHavn
Siri Johnsdóttir og Martin
Mohr í Grund Eiði/GøTa
Eyðbjørg E. Antoniussen
og Óli Nolsøe arGir
Sosialurin 341800
Navn innsendarans:
Telefon nr.:
Øll, sum atkvøða
fyri vinnaraparinum eru
við í lutakastinum um eitt
gávukort frá SMS á
kr. 1.000,-
Barbara Nielsen og
Kim Roest TronGisváGur
Siri Johnsdóttir og Martin
Mohr í Grund hava verið
par í 19 mánaðir, men kent
hvørt annað í 4-5 ár
28
Siri og Martin sum børn