Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 16. apríl 2010 Sosialurin Í blaðgrein herfyri svar­ ar Dávid Isfeldt aftur upp á grein, har eg vísti á, at fólkaatkvøðan í 1946 gav hvørki fleirtal fyri loysing ella stjórnaruppskotinum. Hetta er ikki tulkingar frá mín ari síðu, men tøl, sum eru tøk í skjalatilfari, eitt nú Løgtings­ tíðindum frá hesi tíðini. Søgumanipulatión Dávid sigur seg ikki vilja verða lagdan undir søgu­ mani pulatión, men kortini byggir grein hansara júst á søgumanipulatión og uttan nakra dokumentatión. Hann roknar úrslitið av fólka­ atkvøðuni út, uttan at taka ógildugar atkvøður við og fær soleiðis konstruerað eitt »fleirtal« fyri loysing. Tað kann tí vera áhugavert at kanna eftir, hví tað júst á fólkaatkvøðuni í ´46 vóru so nógvar ógildugar atkvøður – heili 4 % og um tað er nak að grundarlag fyri hjá Dávidi at síggja burtur frá hesum atkvøðum. Sambært bindi 1 í bókaverkinum Løg tingið 150 ár (síða 272) bað løg tings­ formaðurin og formaður Fólkafloksins, Thorstein Pet ersen, teir veljarar, sum ikki hildu seg til at velja loysing, um at atkvøða »nei« út fyri spurningin um stjórnaruppskotið. Hesar atkvøður skuldu teljast við, hevði Th. Petersen lovað. Men hesar atkvøður vóru sambært løgtingssamtyktini ógildugar. Men tá tað nú er »hósk­ andi« hjá Dávidi at síggja burtur frá hesum atkvøðum, hóast Th. Petersen lovaði at hesar atkvøður skuldu telja við – enntá sum gildugar – so er tað, at hann fær júst tað úrslit, honum hóvar. Er hetta ikki manipulatión, Dávid? Haldi hvørki at danska fólkaatkvøðan um Maastricht ella forsetavalini í USA kunnu leggjast til grund fyri »tulkingar« av fólkaatkvøðuni í ´46, men bert tær umstøður, sum í ´46 vóru grundarlagið undir fólkaatkvøðuni. Dávid! Fari ikki at ”tulka” úrslitið av fólkaatkvøðuni, men bert at vísa á, at tað av niðanfyristandandi keldu­ tilfari greitt framgongur, at: • av teimum, sum at­ kvøddu, atkvøddu 47,2 % fyri stjórnar upp skoti­ num, 48,7% fyri loysing og 4,1% av atkvøð unum vóru ógildugar [1]. Valluttøkan var 66,4% [2] • hetta gevur, at av teim­ um, sum høvdu at­ kvøðu rætt í Føroyum tá, atkvøddu 31% fyri stjórnaruppskotinum, 32% fyri loysing, 33% atkvøddu ikki og 4% vóru ógildugar • Th. Petersen hevði lovað, at »nei«­atkvøðurnar skuldu telja við, enntá sum gild­ ug ar [10] • bæði Th. Petersen og Andrass Samuel sen, for maður Sambands­ flok sins, søgdu undan fólka atkvøð uni, at fólka­ at kvøð an skuldi vera vegleið andi [3] og [4], • Th. Petersen kravdi kvalifiserað fleirtal (helvt av øllum atkvøðum í Føroyum) [5] • at løgtingssamtyktin 18. sept. ´46 um loysing var ógildug, tí tingið hevði ikki lóggevandi myndugleika [7] • skuldu Føroyar hava loys ing, skuldi hetta sam­ tykkjast av Ríkis degnum [9] • allir flokkar, eisini Fólka­ flokkurin, góðtóku, at danska stjórnin sendi tingið heim og út skriv­ aði nýval [8]. Bert ein ekskluderaður javnaðar­ maður góðtók ikki hetta, • við valið 8. nov. 1946 misti Fólkaflokkurin 3 ting­ menn og harvið fleirtalið í løgtinginum [6] • hetta løgtingsvalið prógv aði í øllum førum, at meiri lutin av føroysku velj ar unum ikki tók undir við sjálv stýris politikki Fólka floksins [8] • fólkaatkvøðan var so ógreið, at enski søgu­ frøðingurin John F. West kallar hana »a master­ piece of inconclusiveness« [11] • og at enda var tað illa hugsandi, tá ið kalda kríggið var við at taka seg upp, at stórveldini fóru at góðtaka, at Føroyar vóru uttanveltaðar. USA hevði beinleiðis ta fatan, at hernaðarligu áhuga­ mál tess vóru best røkt, um Danmark hevði yvir­ valds rættin yvir Føroyum [12] Haldi, at hetta keldutilfar talar sítt egna tigandi, men týðuliga mál og at tulkingar ikki eru neyðugar. Keldur: [1] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (log ting.fo > løgtings­ tíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B. Eykatingsetan apríl­ mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49) [2] Anja Andreasen, søgu­ frøðingur: Sambands flokkurin í 100 ár, síða 229 [3] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl­mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnar skipan Føroya síða 2. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 164)) [4] Løgtingstíðindi 1946: eyka­ tingseta apríl­mai 1946: skjal 8 Nevndar álit Stjórnarskipan Før­ oya, síða 3­4. (logting.fo > løg ­ tings tíð indi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 165 og 166) [5] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólka­ atkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl­mai 1946 og vanliga ting­ setan 1946 > 49) [6] Anja Andreasen, søgu­ frøðingur: Sambands flokk urin í 100 ár, síða 232 [7] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl­mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórn arskipan Føroya, síða 4. (log ting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 166)) [8] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 281 [9] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 278 [10] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 272 [11] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 279 [12] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur: Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 288 Johan Petersen Jamen, Dávid, so gevst við at manipulera Dávid Isfeldt vil ikki verða skuldsettur fyri at manipulera, men tað er júst tað, hann ger við at taka ógildugar atkvøður á fólkaatkvøðuni í ´46 burtur úr útrokningargrundarlagnum og soleiðis fáa ”fleirtal” fyri loysing. Hetta hóast loysingarmenn áðrenn fólka­ atkvøðuna bóðu tey, sum ikki vóru fyri loysing um at atkvøða nei. Hesar ógildugu atkvøður skuldu teljast við, søgdu teir Longu í yvirskriftini ber boðskapurin í greinini boð um, at her er positivt fokus sett á persónarnar. Yvirskrift sum t.d: »eg eri bara deyvur« ella »sjónveik men sterk« sigur okkum, at persónurin verð ur lýstur á ein góðan og jaligan hátt og ikki bert sum veikir persónar. Slíkar greinar eru við til at bróta niður fordómar um, at persónar við breki eru veikir, men ístaðin verður víst á allar teir førleikar sum eru í persóninum, og at øll kunnu geva sítt íkast til samfelagið. Við sínum greinum gongur Snorri Brend, blaðmaður undan og vísir á fjølbroytni og styrkir heldur enn veikleikan hjá fólki við breki. Í nøkur ár hevur handi­ cap politiska útgangs­ støði verið, at gera upp við »offurrolluna« og ímyndina av at fólk við breki eru veikir persónar. At tosa um veikleika, mennir ikki fólk. Tað heldur fólki niðri í eini passivari rollu. Tí fegn ast vit um, at tílíkar grei nar síggja dagsins ljós í føroysku miðlunum, hesa­ ferð í Sosialinum. Á henda hátt eru vit øll við til at menna kjakið. Vónandi fáa vit fleiri av hesum í framtíðini, og á tann hátt vera við til at kasta eitt jaligt ljós á fólk við breki. At enda skal eg nevna at í ST­sáttmálanum um rættindi einstaklinga, ið bera brek sigur grein 8, at tiltøk eiga at vera gjørd at stimbra tilvitskuna um, hvat fólk við breki eru før fyri. Víðari stendur at fjøl­ miðlar eiga at mynda fólk við breki á ein hátt, sum er í samsvar við endamálið í Sáttmálanum. Endamálið leggur m.a. áherðslu á at tryggja verður at fólk við breki verða vird fyri teirri viðføddu tign, hava javnbjóðis rættindi frælsi at liva frítt. Teirri viðføddu tign sigur mær somikið, at brekið ikki skal vera forðingin fyri at kunna liva eitt aktivt og ríkt lív eins og øll onnur fólk, men at røtt tilboð til skúla, útbúgving og arbeiði kann gera at fólk kunnu hava ein framtíð í Føroyum. Tað haldi eg eisini at blaðgreinarnar hjá Snorra Brend vísti millum annað tá hann viðgjørdi hesi 4 fólkini við respekt, sum fólk við styrki og sum eitt tilfeingi til samfelagið. Leila Solmunde forkvinna í MBF Herðaklapp til Snorra Fyri kortum hevði Snorri Brend, blaðmaður á Sosialinum nakrar greinar um nøkur fólk í Føroyum, sum á ymsan hátt hava trupulleikar vegna eitthvørt brek Slíkar greinar eru við til at bróta niður for­ dómar um, at persónar við breki eru veikir