Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. apríl 2010 30 Sosialurin Fiskaaling er farið í gongd við verkætlan innan Aling á opnum havi. Verkætlanin er partur av átakinum nýggj aliøki í vakstrar- pakkanum hjá Vinnumálaráðnum (www.vmr.fo). Í hesum sambandi verður søkt eftir granskara til mátiarbeiði, teldumodelering og dimensioneringsarbeiði. Ynskiligir førleikar · viðkomandi útbúgving, verkfrøðingur ella líknandi · royndir frá teldumodelering, serliga FEA-modelering · royndir við fysiskari modelering og signal analysu · tú hevur góð samstarvsevni · tú ert nýhugsin og ágrýtin · tú dugur at samskifta á enskum Í verkætlanini verður arbeitt tætt saman við granskarum á Fiska- aling og Náttúruvísindadeildini umframt at arbeitt verður saman við granskarum úti í heimi. Høvuðsaktiviteturin verður at gera model arbeiði í samband við at útgerð til aling á opnum havi skal mennast, og at taka lut í mátiarbeiðinum í hesum samb- andi. Model arbeiði umfatar FEA modelering av rørslum í samband við streym- og alduávirkan um- framt design og dimensionering av fortoyningum, ringum og nót- um. Harafturat skal støddar- skalerað model gerast og roynast í royndarbrunni. Neyðug upplær- ing verður veitt til tann partin av arbeiðinum har umsøkjarin ikki hevur førleikar. Góður møguleiki er fyri framhald- andi granskingarstarvi umframt at partar av verkætlanini kunnu innganga í PhD-útbúgving. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Øystein Patursson á tel 214787 ella Kristian Petersen á tel 548180. Umsókn við avritum og møgulig- um ummælum, skal sendast til: P/F Fiskaaling Við Áir, FO-430 Hvalvík ella fiskaaling@fiskaaling.fo Umsóknin skal vera komin fram í seinasta lagi 7. mai 2010. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Fiska- aling hevur virksemi við Áir, í Nesvík og í Skopun. Samlaða starvsfólkatalið er 25, herav fleiri granskarar. Virksemi fevnir um at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, herundir verkætlanir innan mat- vørugóðsku, aliumhvørvi, fóður, vatn, framleiðsluhættir, nýggj aliøkir, aling á harð- balnum økjum v.m. Meiri fæst at vita á www.fiskaaling.fo P/F Fiskaaling Við Áir www.fiskaaling.fo s o z o p r e p r e s s P/F Fiskaaling søkir granskara til verkætlan innan aling á opnum havi krea . tel 60 80 80 31. mai 2010 Skeið fyri fakfólk, við Birgit Trembacz, sálarfrøðingi og familjuterapeuti. Hesi evni verða viðgjørd: • Allýsing av hugtakinum stórnýtsla, at vera bundin av rúsdrekka, skaðilig nýtsla • Tekin / eyðkenni hjá børnum og ungum, um rúsdrekka misnýtsla er í familjuni • Tekin / eyðkenni hjá vaksnum og avvarðandi • Broytingarteori og motivatiónsgreinan • Hvussu hjálpa børnum og ungum • Hvussu finna og / ella verða ein bøtandi vaksin • Hvussu skulu vit vera yvir fyri foreldrunum / tann neyðuga samrøðan. Skeiðið er á donskum / føroyskum og verður skipað sum tvívegissamskifti og bólkaarbeiði. Tú fært amboð og íblástur til, hvussu truplar støður / samrøður kunnu handfarast, tá ið rúsdrekka trupulleikar eru. Skeiðshaldari: Birgit Trembacz, sálarfrøðingur og familjuterapeutur. Nær: Mánadagin 31. mai. Byrjað verður kl. 08.30 við morgunbreyði. Skeiðið er liðugt kl. 16.00. Staður: Í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Tórshavn. Málbólkur: Lærarar, námsfrøðingar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, barnaverndartænastur, og onnur, sum arbeiða við børnum og / ella ungum. Kostnaður: 1.990,-kr (íroknað kaffi/te, frukt, frokost og skeiðstilfar). Tilmelding: Við telduposti á blakross@blakross.fo, ella á telefon 470700. Freist: 17. mai 2010. Nærri fæst at vita um skeiðið, við at venda sær til Jóngerð Nielsen, fyribyrgingarráðgeva, tel 59 95 30, ella á www.blakross.fo www.blakross.fo Birgit er fødd í 1952. Hon er cand.psyk, rithøvundur og familjuterapeutur. Hon hevur seinastu 20 árini arbeitt við at hjálpa familjum og børnum, sum hava rúsdrekka- misnýtara tætt at sær. Saman við danska Sundhedsstyrelsen hevur Birgit seinastu 5 árini skipað fyri skeiðum, tvørfakligum og monofakligum. Á hesum skeiðum hevur serliga verið dentur lagdur á, hvussu lærarar, námsfrøðingar og starvsfólk í heilsu- verkinum kunnu fáa eyga á og hjálpa børnum og ungum, sum eru uppvaksin í einum heimi við rúsdrekkatrupulleikum. Birgit hevur eisini skrivað nógv um evnið, greinar og tilsamans 5 bøkur. Les meir um Birgit á www.trembacz.dk Kann eg gera mun? Hvussu skilja og hjálpa børnum, ungum og familjuni, tá ið rúsdrekka trupulleikar eru? StilladS leiga Absolutt bíligast! telefon 25 11 60 www.stilladsleiga.com Guttorm mortensen Vit eru serkøn í at skifta bilrútar og hava rútar til øll sløg av bilum Vit umvæla stein­sløg í forrútum Um stein­sløgin­i eru ov stór, skifta vit rútin­ skjótt og væl Bilverkstaðið v/Hans Jacob Kollsker · Á Hjalla · Tel. 31 10 13 Fax 32 10 15 · www.kollsker.com Vit umvæla allar skaðar og øll bilmerki Sosialurin / KvR 34 18 00 www.sosialurin.fo